Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 25 LAGT TIL RÆTTIS: ANNIKA KUNOY IM • ANNIKA@SOSIALURIN.FO ALD Á LANGA BØRNUNUM Góð ráð til langa túrin 1. Fyrireika børnini á ein positivan hátt uppá, at hetta verður ein longri biltúrur. Um túrurin verður umrøddur positivt, so verða børnini eisini spentari uppá upplivingina og at njóta løturnar saman. 2. Eitt gott hugskot er at gera eina myndabók ella eitt pappírsark av øllum tí, sum tit fara at uppliva saman. Klistra myndir á arkið og greið frá, so at børnini sjálvi fáa fylgt við og møguliga skriva, tekna ella klistra merkir á arkið so hvørt. Hetta er eisini stuttligt at hyggja aftur á seinni. 3. Hav lítlar innpakkaðar gávur klárar til børnini, sum tey fáa av og á – kanska tá tey eru við at verða ordiliga móð av tí heila. 4. Børn fáa ofta bilverk og verða sjúk. Um børnini fáa bilverk, ansa so eftir at tey hyggja út gjøgnum vindeygað, fáa fríska luft, nokk at drekka og eta og fáa hvílt seg. Bilverk verður ofta verri, um børnini lesa ella hyggja at filmi meðan koyrt verður. 5. Tað er eisini í lagi at keða seg av og á! Tað bilar onki, um børnini keða seg eina løtu og onki undirhald er í bilinum, um øll eru glað og væl nøgd. 6. Um børnini eru lítil, so ber eisini til at velja náttina til koyring, so tey fáa sovið allan túrin. 7. Minst til ruskposar, vátserviettar, og eina tasku við pínutablettum, plástur og øðrum praktiskum. 4 Gita orðatakið Tey vaksnu nevna eitt orðatak, og børnini skulu gita, hvat tað merkir. Vita børnini til dømis, hví best er at binda um heilan fingur, hví bundin er barnamóðir, hví eingin kennir mein í annans bein ella, at tað, ið ungur nemur hann gamal fremur? Hetta er eitt stuttligt spæl, sum bæði vaksin og børn kunnu læra okkurt av í meðan spælt verður. Eisini er stuttligt at fáa samrøðuna í gongd um hesi ymisku orðatøkini, og um nær, hvar og hví tey vóru ella enn eru brúkt. Á heimasíðuni www.malrad.fo ber til at finna nógv føroysk orðatøk. 5 Smíða eina søgu saman Nú skulu øll, sum eru í bilinum skiftast um at siga ein setning og í felag siga eina áhugaverda søgu. Til dømis: Einaferð var tað ein genta, sum æt Anna. Hon búði í Hvalba, men vildi so fegin síggja heimin. Ein dagin hevði hon ognað sær ein ferðaseðil. So fór at leggja størsta ævintýrið í lívi sínum til rættis. Um tit vilja gera spælið eyka avbjóðandi, so ber til at fáa hvønn setning at ríma við tí fyrra. Til dømis: Einaferð var tað ein ketta. Á jakka hennara var ein long hetta. Henni dámdi best at dansa salsa. Hini hon kendi vildu valsa. 6 Gita ein familjulim Ein byrjar við at finna ein familjulim at herma eftir, og síðani skulu hini gita, hvør tað er, sum hermað verður eftir. Hetta kann vera omma, abbi, eitt systkinabarn ella onkur annar. Hugsa um, hvussu viðkomandi tosar, og royn og herma eftir stemmuni og tosa um evni, sum viðkomandi ofta tosar um. Tit kunnu skiftast um at royna tykkum, ella avtala at tann sum er fyrstur at gita, hvønn tosað verður um, skal royna seg. . 7 Bókstavarað Ein í bilinum sigur bókstavaraðið innantanna inntil ein annar sigur steðga. Síðani skal hin siga, hvønn bókstav landað varð á. So snýr tað seg um at verða fyrstur til at nevna ein sang, sum byrjar við tí bókstavinum. Til dømis, um landað varð á Í so kundi sangurin verið “Í bø eg gangi…” sum er fyrstu setningurin í sanginum “Sóljugentan”. Eisini kunnu tit avtala, um tit bert skulu nevna føroyskar sangir, ella um sangir á øðrum málum eisini eru við. Og so kann man syngja sangin saman eisini, um hugurin er til tað. 8 Bókstavir til bókstavaraðið Ein tykkara hyggur út til høgru og hin til vinstru. Bæði royna tit at finna bókstavir á vegnum, nummarplatum, skeltum og so framvegis, inntil tit hava fingið allir bókstavirnir til raðið. Eru tit uttanlands, so ber óivað ikki til at finna summar av føroysku bókstavunum, men tað kann man avtala frammanundan. 9 Brúka minnið Ein tykkara byrjar við fyrsta bókstavinum í bókstavaraðnum, og sigur “A fyri…” og setur síðani eitt orð inn, sum byrjar við bókstavinum a, sum til dømis ananas. Næsti persónurin sigur so eitt orð, sum byrjar við bókstavinum b, sum til dømis breyð, men má eisini endurtaka tað, sum tann fyrsti segði: A sum ananas, b sum breyð. Haldið soleiðis á fram inntil tit koma ígjøgnum alt stavraðið. Tit taka fleiri rundir hvør, inntil tann síðsti persónurin endurtekur alt stavraðið. Eru børnini lítil, so kann man avgera at steðga við ein ávísan bókstav, so tað ikki verður alt ov torført. 10 Fanga nummarplátur Øll uttan bilførarin skriva trý tøl á ein pappírslepa. Síðani skulu øll royna at finna tølini, sum eru á pappírslepanum á nummarplátunum á bilunum, sum koyra mótvegis tær. Eitt stig verður latið hvørja ferð tú sært eitt av tølunum, sum tú hevur skrivað niður. Tann sum fyrst hevur sæð øll tølini aftur á mótkoyrandi bilunum vinnur. 3 Ynskiløtan Um tit við telefonini hava atgongd til netið og fáa knýtt hana at útvarpstólinum, so ber til at lurta eftir alskyns sangum, sum tit kenna og hava hug til at syngja við til. Hendan ynskiløtan gongur út uppá, at tit skiftast um at velja sangirnar, sum øll síðani njóta. Eisini ber til at avtala, at sangurin skal hava eitt ávíst minni knýtt at sær, sum tit síðani kunnu siga hinum í bilinum, áðrenn ella aftana at sangurin er spældur. PREI: Minst til at taka koddar og teppi við til børnini, tí tey verða óivað móð og hava brúk fyri einum blundi á túrinum 2 Smíðið setningar saman Tvey tykkara finna saman og velja ein kendan persón, sum tey saman skulu lýsa fyri hinum, sum sita í bilinum. Avbjóðingin er tó, at hvør tykkara bert sleppur at siga eitt orð í senn. Soleiðis skiftast tit um at siga eitt orð í part og soleiðis smíða saman setningar, sum greiða frá, hvør persónurin er, sum tit royna at lýsa. Dømi: Hon. Er. úr. Gøtu. Og. Hon. Syngur. Væl. Hon. Hevur. Ljóst. Hár. Punktum. Hon. Er. Kend. Um. Allan. Heimin. Tey sum smíða setningarnar saman mugu onkursvegna kunnu avtala, hvønn persón tey skulu lýsa – antin teska ella skriva ein seðil, so hini í bilinum ikki fáa tað við. Man kann eisini lýsa ting ella hugtøk á hendan hátt. PREI: Pakka spæli­kuffert við lit­blýantum og pappíri, klistur­merkjum, pusli­spølum, og øðrum leikum, sum børnini dáma at spæla við