hósdagur 1. juni 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
26
Ikki við: Eli F. Nielsen (leikbann, 3
dystir), Alex Mellemgaard (fipur 1.
vika), Høgni Eysturoy (lærkrikin,
lærið, 6-8 vikur), Fróði Rasmussen
(knæið, 2 vikur), Jógvan Skeel Nolsøe
(knæið, 2 vikur)
Ivasamir: Philip Lund (forstrekking),
Christian R. Mouritsen (forstrekking)
Við aftur: Patrik Johannesen
(leikbann)
Ikki við: Jóhan Troest Davidsen
(leikbann, 5 dystir)
Við aftur: Daniel “Elly” Pedersen
Ikki við: Sorin Anghel (fipur),
Jákup V. Olsen (knæið 2 vikur)
Við aftur: Magnus Janskor
(leikbann)
Allir mans tøkir
Ikki við: Arnbjørn Hansen
(tjúkkin, 2 vikur), Andras Olsen
(fóturin)
TRÓNDUR ARGE
T
að rokaligt í føroyskum
fótbólti í løtuni. Um
vikuskiftið verður 11.
umfar í landskappingini í
fótbólti. Áskoðararnir hava nógv at
tosa um, tí serliga seinna hálvfinalan í
kappingini um Løgmanssteypið mill
um HB og B36, hevur fingið eftirspæl.
Fyrst fekk Jóhan Troest Davidsen,
liðskipari hjá HB, seks dystir leikbann
fyri at koma ov tætt upp á dómaran
við peikifingri. Síðani fekk miðvall
arin hjá B36, Eli F. Nielsen, tríggjar
dystir leikbann fyri at reyða kortið,
tá hann sparkaði Heðin Hansen.
Týsdagin kunngjørdi In.fo, at Fót
bóltssambandið hevur tikið eina sak
upp, har Jákup á Borg, venjari hjá B36,
skal hava sagt ov nógv um dómaran.
Nú ynskir Dómarafelagið eisini, at
løgreglan kemur á vøllin í samband
við fleiri hóttanir á sosialu miðlunum
móti dómaranum.
Hatta er beinleiðis
kriminelt
Formaður í dómarafelagnum er Pet
ur Reinert. Hann heldur lítið um, at
viðhaldsfólk og onnur hótta dóm
ararnar. Eftir minniligu og rokaligu
hálvfinaluna í Gundadali, tá B36 fekk
tveir mans útvístar, men alíkavæl
vann 3-2, fekk dómarin av at vita í
sosialu miðlunum. Millum annað
bleiv hótt eftir lívinum.
- Hatta er kriminelt, tí tað er ein
hóttan á skrift alment. Eg eri við
upp á, at Facebook er ein nýggjur
platformur at samskifta á, men nú
mugu fólk duga sær hógv, sigur
Petur Reinert, formaður í Dómara
felagnum. Hann ynskir nú, at
løgreglan tekur málið upp.
- Vit minnast málið um Liljuna
Weihe. Hetta minst líka grovt. Tí haldi
eg, at løgreglan skal taka málið upp
av sær sjálvum, sigur Petur Reinert.
Tað kemur ikki púra óvart á dóm
aran, at slíkt hendir tann dag í dag,
men hann ynskir at tey, sum vara av
fótbóltinum hugsa seg um, áðrenn
tey leggja eftir dómaranum.
- Eg eri kanska ikki so bilsin, sum
eg burdi av hóttanini. Men eg haldi
eisini, at øll tey sum vara av fótbólti
num hava eina ábyrgd, at verja fót
bóltin og hava ein hampuligan og
góðan tóna. Annars er skjótt at tað
spjaðir seg til áskoðarar og onnur, sig
ur Petur Reinert.
Hann lettur stóran dent á, at hetta
ikki snýr seg um úttalisini hjá Jákupi
á Borg eftir dystin, men meint í eini
heild.
-Okkara endamál er at skaffa góð
umstøður til dómararnar, og ikki at
stýra fjepparaum, men tá dómarar
blíva hóttir, so mugu vit traðka.
Vit, sum standa á dómaraseðlinum
og umboð fyri feløgini, hava eyka
ábyrgd, heldur Petur Reinert fyri.
Hann vísir millum annað til dømi, har
Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger
fingu munnkurv frá løgregluni, tí
rivaliseringin millum Manchester
United og Arsenal órógvaði heilt upp
á áskoðaraplássini.
-Eg sigi als ikki, at venjarin
hevur ábyrgdina av tí, sum hendir
á áskoðaraplássunum, men hatta er
vert at hava í huga, sigur leirvíking
urin.
Tað er ikki greitt um løgreglan
tekur málið upp, og Dómarafelagið
hevur heldur ikki endaliga avgreitt
málið.
- Eg veit ikki enn, tí vit ikki hava
tikið støðu, men hatta er at fara ov
langt og vit hava sæð tað fyrr, sigur
formaðurin í Dómarafelagnum.
Hann vil ikki gera viðmekringar til
málið um Jákup á Borg og samrøðuna
á Rás2.
Jákup á Borg: Eg
fór ov langt
Fótbóltssambandið hevur tikið upp
mál, har Jákup á Borg hevur sagt
ov nógv um dómaran í dystinum
millum HB og B36 í steypakappingini.
Venjarin var argur um avrikið hjá
dómaranum og vísti á, at hann brúkti
tað øðini at geila sínar spælarar upp.
Eisini helt hann fyri, at dómarin var
og skjótur og ov fegin at geva gult
kort.
-Eg veit, at eg fór ov langt og tað
eri eg keddur av. Hatta er ein tann
sermerktasti dysturin í søguni hjá
felagnum, so tað er einki at siga til, at
tað vóru nógvar kenslur upp á spæl.
Eg var ongantíð í iva um gegnið hjá
dómaranum, hvørki fyri ella í móti
okkum ella HB, sigur Jákup á Borg
og leggur afturat:
-Eins og ein spælari kann hava
ein minni góðan dyst, so hevði hann
kanska tað hesaferð. Vit vóru níggju
móti 11, og máttu brúka tað, sum vit
kundu. Tað var ongantíð meint sum
at dómarin beinleiðis dømdi ímóti
okkum við vilja, sigur venjarin hjá
B36.
Jákup á Borg er tó at tí sannføring,
at í fótbóltsumhvørvinum skalt tú
tola eitt sindur hvørjum. Hann vísir
á, at um ein spælari spælir illa, so fær
hann tað eisini at vita.
-Eg fari helst at dumma meg aftur,
men tað er ongantíð í eini óndari
meining. Eg eri tann, sum eg eri, men
eg meiti tað ikki illa, men eg má sjálv
andi hugsa meg eitt sindur meiri um
tað til næstu ferð, sigur Jákup á Borg.
Tað er líkt til, at Jákup á Borg
kann fáa upp til ein dyst leikbann
fyri samrøðuna á Rás2. Avgerðin
fellur seinnapartin í dag. B36 spælir
leygardagin móti Víkingi.
Umstríddi dysturin
SKÁLA-KÍ:
Fríggjadagin klokkan 19.00
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Tað hevur skapt mikið rok, at hesin
dysturin verður spældur á Tórsvølli.
Fótbóltssambandið hevur bjóða
feløgunum at spæla “14. heimadystin”
á Tórsvølli. Hesum hevur Skála tikið av,
men tað eru tað ikki øll, sum eru glað
fyri. KÍ spælir nú móti Skála á Tórsvølli,
meðan Víkingur ikki sleppur tað.
Tað heldur venjarin hjá Víkingi,
Sámal Erik Hentze, er ein fyrimunur
fyri KÍ, tí tað er sera torført at spæla
móti Skála á Skála.
Dysturin verður fríggjakvøldið og
bæði liðini nærkast fullari manning.
Fyri KÍ er Sørmundur Kalsø uttanfyri,
meðan á Skála er Ólavur Mikkelsen
ivasamur.
Ókendi faktorurin er, at dysturin
verður spældur á Tórsvølli. Tá liðini
hittust í fyrsta umfari bleiv tað til
ein málleysan javnleik. KÍ er í løtuni
oddalið, meðan Skála í farna umfari
tapti greitt 4-0 fyri Víkingi. Skála
hevur eisini staðið seg verri, enn tey
flestu mettu at teir fóru.
SOSIALURIN TIPPAR 2-0 TIL KÍ
Topp fimm dysturin
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
EB/STREYMUR
FÓTBÓLTUR Rokið í Gundadali, eftir seinnu hálvfinaluna í steypakappingini,
hevur ikki lagt seg enn, tí nú vil Dómarafelagið hava løgregluna at
hyggja upp á hóttanir eftir dómaranum í dystinum. Eisini stendur Jákup
á Borg til revsing, eftir at hann fór ov langt í samrøðu við Rás2
Petur Reinert, formaður í Dómarafelagnum:
UPPTAKT TIL EFFODEILDINA
DÓMARI HÓTTUR Á SOSIALU MIÐLUNUM:
HATTA ER AT
FARA OV LANGT