Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 27 Ikki við: Sørmundur Kalsø (knæið, óvist) Ikki við: Ari Ellingsgaard (leikbann, 4 gul) Ikki við: Ólavur Mikkelsen (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Salmundur Bech (venur aftur) hesaferð B36-VÍKINGUR: Leygardagin klokkan 15.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Tað eru FM vinnararnir seinastu trý árini, sum møtast í Gundadali leyg­ ar­dagin. B36 hevur spælt ikki færri enn sjey javnleikir í ár, og tað hevur sett síni spor. -Undir vanligum umstøðum hevði ein javnleikur verið til at liva við, men hav­andi í huga allar javnleikirnar hjá okk­um í ár, so skulu vit til at vinna dystir og hava stig, sigur Jákup á Borg. Víkingur hevur vunnið sær 20 stig fyrstu tíggju umførini. Tað gevur tvey stig fyri hvønn dyst og 54 stig til samans, um vit framrokna til 27 um­ far. Tað hevði í fjør givið eitt fjórða pláss. -Vit fara til havnar eftir trimum stig­um. Tað er ein trupult útidystur, tí B36 er við at fáa ferð á maskinuna. Teir tapa ikki og vit eru imponeraðir av teimum ungu monnunum hjá B36, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá B36. Samanlagt hava Víkingur og B36 í ár spælt tólv javnleikir. Har í millum, tá liðini møttust í fyrsta umfari. Tí er javn­leikurin eitt gott boð, hóast báðir partar vilja hava sigurin. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 Øll kunnu vinna á øllum EB/STREYM-NSÍ: Leygardagin klokkan 15.00 DÓMARI: RANSIN DJURHUUS Í Runavík er rímiliga gott fótbóltslag, eftir at NSÍ hevur vunnið seg í steypa­ finalu­na. Í landskappingini sær eisini betri út, men liðið kláraði ikki at knúg­va ung B36-liðnum, sum koma á vitjan mánakvøldið. NSÍ hevur allar mans tøkar til dystin. Í Sundalagnum er lagið eisini gott, eftir at EB/Streymur vann á TB/FCS/ Royn, eftir at hava verið aftanfyri í dysti­num. Heðin Askham hevur fyrr í ár fingið stig móti NSÍ, tá liðini í fyrsta umfari spældu javnleik 1-1. -Vit møta einum liðið, sum er í topp­form. NSÍ skuldi havt vunnið á B36, so okkara uppgáva er ótrúliga tor­før. Eg vænti ein líknandi dyst, sum seinast móti NSÍ. Eg síggi tað so­leiðis, at í ár kunnu øll vinna á øll­um. Tað hava vit eisini upplivað hjá okkum sjálvum, har vit spæla væl móti teimum stóru, og minni væl móti kappingarneytunum, sig­ ur Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi. SOSIALURIN TIPPAR 1-2 “Vit skulu vinna” ÍF-TB/FCS/ROYN: Leygardagin klokkan 16.00 DÓMARI: PETUR REINERT -Vit skulu vinna. Orðini eigur Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, eftir at fuglfirðingar taptu í Gundadali móti HB. Tá var venjarin hjá ÍF argur um, at spælararnir hjá honum ikki komu í gongd fyrr enn áleið ein hálvur tími var spældur. Nú ætlar Jákup Mikkelsen, at hansara menn skulu lyfta seg frá aftasta plássi, men tað verður uttan Ara Ellings­ gaard, sum situr uttan fyri við leik­ banni. Hann hevur fingið fýra gul kort. Suðuroyingar eru eisini nakað kroyst­ir, eftir fimm tap upp í salg. -Tað er altíð hart at spæla í Fugla­ firði, og har hava teir góð úrslit. Nú mangla teir Ara Ellingsgaard og tað liðið, sum vit hava havt best tamar­ hald á er ÍF. Eg vóni, at vit klára tað aftur hesaferð, sigur Poul Ingason, miðverji hjá TB/FCS/Royn. SOSIALURIN TIPPAR 0-1 “Elly” við aftur 07 VESTUR-HB: Leygardagin klokkan 16.00 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Tað verða tvey lið, sum hava fram­ rætt­aðu profilarnar tøkar aftur. Ken Fager­berg og Petter Bjørlund fyri 07 Vest­ur og Daniel “Elly” Pedersen fyri HB. Heimaliðið skal vísa fram nýggjan vøll, meðan HB skal arbeiða seg úr kreppu­ni. Serliga HB tykist hava fing­ið fleiri spælarar at velja í millum, eftir at teir ungu vístu seg frá í farna um­fari. 07 Vestur hevur møguleikan at høgga til eitt sært HB-lið, men her passar eisini søgan um særdu bjørn­ ina. SOSIALURIN TIPPAR 2-3 KÍ ÍF SKÁLA TB/FCS/ROYN 07 VESTUR Ivasamir: Ivan Stjojkovic (beinskaði), Søren B. Nielsen (lærkrikin) Fyri tveimum árum síðani kendi Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, seg hóttað, tá ið ein maður skrivaði á Facebook: “Vit hópneyðtaka Liljuna Weihe”. Politiið gjørdi avhoyringar í málinum, men fór ikki víðari við tí. Aðalskrivarin í FSF -Tað eru ting søgd, sum eru eitt sindur ósømilig. Vit fáa ikki gjørt nakað við tað sum Fótbóltssamband, tí hatta eru vanligt fólk. So er spurningurin um løgreglan tekur tað upp. Eitt er, at tað eru kenslur uppí , men vit mugu ansa eftir, tá tað kemur til beinleiðis hóttanir. So sum kúlu fyri pannuna og sláa við gassa. Tað sømir seg ikki, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari. -Vit hava viðgjørt málið her í FSF. Vit høvdu nevndarfund mánadagin og tað hevur eisini verið fyri í kappingarnevndini. Spurningurin er hvønn leiklut vit skulu hava, men ivast vit í trygdini hjá einum dómara, so traðka vit til, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivar í FSF. Løgreglan sigur, at tey hava onga fráboðan fingið um harðskap ella hóttanir í kjalarvørrinum á dystinum. Løgreglan sigur eisini, at í grundregluni er ongin munur á harðskapi í sambandi við ítrótt og harðskap annars, men í roynd og veru hava ítróttarfólk longri tjóður enn fólk hava, eitt nú í náttarlívinum. Men sjálvandi veldst um støðuna og í slíkum førum tekur løgreglan støðu í hvørjum einstøkum føri sær. Men fyrsta treyt fyri, at løgreglan skal taka eitt slíkt mál upp, er, at tað er fráboðað og í kjalarvørrinum á hesum umrødda dysti, er ongin fráboðan komin, sigur løgreglan.