hósdagur 1. juni 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
7. partur
T
að kundi vera svárar
uppgávur hjá einum
yvirmann sum at skula
bera einum av manning
ini deyðsboð. Tey komu til skipið
sum fjarrit, so tað var ábyrgdin at
bera tey víðari.
Serliga minnist eg eina ferð um
borð á Jóannes Patursson í byrj
anini av 1960-unum. Eg var skipari
á einum túri niður til Grimsby at
selja lastina.
Vit høvdu ikki havt samband
við Tórshavn Radio. Men tá vit
vóru komnir norður um Aberdeen
á veg heim aftur, sigur Poul Johan
nes, fjarritarin, mær, at hann hevði
verið í samband við Tórshavn
Radio, og at tað vóru komin tvey
telegramm til okkara.
Tað fyrra telegrammið var til ein
av manningini, sum var úr Skop
un. Tað var frá gentuni hjá honum
heima á Sandi, sum ynskti honum
tillukku við føðingardegnum.
Seinna telegrammið var deyðsboð
av gentuni. Tá var hent tað, at
eftir at hava sent telegrammið
til drongin, hevði hon verið í eini
ferðsluvanlukku og var deyð.
Hetta var ein ógvuliga trupul
støða at vita, hvussu eg skuldi
bera hesi boðini so skynsamt
sum møguligt. Eg fór fyrst við tí
fyrra telegramminum, og einar
tveir tímar seinni fór eg ta tungu
gongdina við tí seinna. Hetta var
ógvuliga hart, og tað endaði við, at
vit grótu báðir.
Vit sigldu so út fyri Skopun, so
hann kundi vera við til jarðarferð
ina. Bátur kom eftir honum.
Skuldi ikki verið
farin frá Kjølbro
Eg hevði fleiri góð ár í reiðarínum
hjá Kjølbro. Mær dámdi so heilt
einastandandi væl hjá teimum.
Har vóru skipað viðurskifti.
Á skrivstovuni gjørdi Óli, ein av
Hvannasundsbeiggjunum, av
rokningarnar. Hann var tann ein
asti av beiggjunum, ið ikki bleiv
sjómaður. Á ungum árum hevði
hann mist aðra hondina.
Eg gjørdi tað skeiva at fara frá
Kjølbro. Svenning fór av Jóannes
Patursson fyri at dríva Leivur Øss
urson, portugalstrolaran á Tvør
oyri. Tá tók Samson O. Samson við.
Svenning ringdi so til mín at
koma við Leivi, men eg segði nei.
So ringdi Hans Pauli til mín og
spurdi, um eg hevði givið Svenning
beskeð. Jú, tað hevði eg gjørt. Og,
hvat hevði eg sagt? Eg segði sum
var, at eg fór ikki við.
Tá sigur Hans Pauli: “Ja, tú ræð
ur tær. Men Bóndin er eitt gamalt
skip. Hann gongur kanska eitt ella
tvey ár afturat, og hvat so?”
Har hugsaði eg nakað stutt.
Tað gekk so knasandi gott hjá
Samson, og hann stóð ikki aftan
fyri mammubeiggjarnar, hvanna
sundsbrøðurnar, at fiska. Um so
Jóannes Patursson varð lagdur,
so hevði Samson ikki verið skipa
leysur.
Hann varð eisini lagdur longu
í 1964. Beinanvegin var eitt bretsk
reiðarí eftir Samson. Teir høvdu
fylgt við honum og vistu, at hann
hevði altíð fiskað dupult so nógv,
sum teirra bátar. Teir lovaðu, at
hann skuldi vera tikin umborð í
Føroyum og eisini settur av her.
Men hann segði so nei.
Í 1965 keypti p/f J. F. Kjølbro
trolaran Jóannes Fonsdal, sum
fekk navnið Sundaberg, og Sam
son bleiv skipari, inntil hann fekk
ein av nýggju trolarunum hjá Kjøl
bro at føra.
Tað var ein rættiligur hvøkkur,
tá ið Samson var funnin deyður í
koyggjuni á Skálabergi í 1993, bara
61 ára gamal.
Tað seinasta, sum eg minnist
málið á honum, var, tá ið útvarpið
tosaði við hann, og hann slapp
at velja ein sang. Hann ynskti at
hoyra sangin “Mær er sagt um
ein stað handan támið”. Hetta var
fimm dagar, áðrenn hann doyði.
So skjótt skuldi tað verða.
Tað vóru fleiri minningarorð
skrivað um Samson sum ein fram
úr mann. Eisini var ein heilsan
frá manningini á Sundabergi í FF
blaðnum.
Samson var álitismaður á øllum
økjum. Hann var ráðgevi, tá ið
hekkutrolararnir hjá Kjølbro vóru
bygdir í Noregi. Eisini var hann
nevndarlimur í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag frá 1970 og til
hann doyði.
Nýhugsanir sum
ikki riggaðu
Eg fór so sum stýrimaður við Leivi
Øssursyni.
Trolarin lá á skipasmiðjuni á
Skála , og Svenning bað meg føra
bátin suður. Vit løgdu at við salt
siloini á Drelnesi. Tá stóð Hans
Pauli har og tók ímóti. Hann dugdi
væl at skemta: “Man plagar ikki
at byrja á brúnni. Vanliga verður
byrjað á dekkinum fyri so at enda
á brúnni”, flenti hann.
Eg var við har í tvey ár. Hesir
tríggir portugalstrolarar skuldu
vera eitt frambrot við fleiri ný
hugsanum í mun til teir trolarar,
sum vit høvdu frammanundan.
Men tað gekk tíverri ikki, sum
menn høvdu væntað.
Ein nýhugsan var, at teir høvdu
dielselmotor, meðan hinir trolar
arnir høvdu dampmaskinu. Men
trupulleikin var, at dieselmotorar
gera størri gang enn dampmask
inur. Tískil fiskaðu hesir trolarar
á grunnum vatni minni enn hinir,
tí motorarnir snøgt sagt stygdu
fiskin.
Ein annar trupulleiki vóru
spølini. Her var tann nýhugsan, at
hesir trolarar høvdu elektrisk spøl,
meðan hinir trolararnir høvdu
oljutrýstspøl. Hesi elektrisku
spølini vóru nógv ov veik. Hetta
merkti, at portugalstrolararnir
ofta lógu vegna spælskaða. Hetta
darvaði sum rímiligt er nógv.
Eg bleiv skipari eitt skifti
aftaná Svenning. Eg fór av, men
fór tvey ár seinni aftur við Leivi.
Skipari tá var Andy Magnussen
av Nesi. Tað gekk gott hjá okkum.
Flótitrol gjørdu
munin
Tað vanliga hjá trolarum var at
nýta botntrol. Men tá ið vit fóru
til Grønlands í 1966 hevði eg tekn
ingar við av flótitrolum og gjørdi
okkum tvey flótitrol.
Vit fóru suður á Navnleysa
banka, sum hann varð kallaður.
Har høvdu trolararnir fingið nak
að av fiski í rennuni við Ravn
oynni. Vit koyrdu út men fingu
ikki nógv.
So gevi eg boð um at koyra
flótitrolið út. Eg sá eitt lítið sindur
á ekkoloddinum í einum lítlum
petti. Tá var eingin útgerð, har tað
sást, hvussu nógvur fiskur kom í
troli, so tað var bara eftir meting,
nær vit skuldu hála.
Vit koyrdu út, tóvaðu í 10 min
uttir, og tað var nógvur fiskur í.
Tað varð koyrt út aftur og aftur
var nógv í.
Í 40 tímar fingu vit 60 tons av
saltfiski, so her var rættiligt rok.
Flótitrolið bjargaði okkum túrin so
Sum yvirmaður skuldi ein eisini bera manningini boð
heimani frá. Eisini tá onkur heima var deyður
RINGAST VAR AT
GEVA DEYÐSBOÐ
Leivur Øssurson, tann fyrsti av portugalstrolarunum kom í 1959.
Kaj í Bartalstovu