hósdagur 1. juni 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
29
ordiliga. Vit fingu 350 tons í fýra
vikur.
Nýggja trolaratíðin
Í 1970 var eg tveir túrir við Stella
Karinu hjá Laksafossbrøðrunum.
Teir høvdu havt línuskip í 1960-un
um, men nú løgdu teir um til trol
arar. Teir høvdu fylgt við tíðini, tí
hetta vóru nútímans hekkutrol
arar við frystilast. Tað serliga ný
skapandi við hekkutrolarum var,
at alt arbeiðið gekk fyri seg “innan
dura”, tí dekkið var innilokað. Tað
var sjálvsagt so ógvuliga nógv arb
eiðsligari hjá manningini í mun til
arbeiðið á opnum dekki við síðu
trolarum.
Grímur Rasmussen var skipari.
Tann fyrra túrin var Dánjal Jákup
Berg stýrimaður, eg var 2. stýri
maður. Tann seinna túrin var eg
1. stýrimaður.
Hetta er longsti túrur, eg havi
verið í lívinum. Tá vóru ongar regl
ur um longstu túralongd, og um
støðurnar vóru til at vera leingi
burtur.
Vit fóru avstað 1. desember 1970,
og eg var aftur við hús 25. juni. Vit
fóru fyrst yvir á Glettingargrunn,
har var lítið at fáa. So fóru vit upp
á Halan. Á jólum lógu vit inni á
Aðalvíkini á Norðurlandinum. Vit
høvdu fingið eini 140 tons, men tá
kom ísurin.
Vit fóru inn í Reykjavík , har
menn komu umborð at forvitnast.
Íslendingar áttu tá ikki so fram
komnar trolarar. Eg vísti íslendska
fiskimálaráðharranum runt á
skipinum og var hann hugtikin
av tí hann sá.
Vit sigldu nógv hendan túrin
heilt frá Labrador til Barentshavið.
At enda komu vit til Grønlands,
har hevði Grímur ikki roynt fyrr.
Men har fingu skipini tá nógvan
fisk.
Vit royndu á somu leið sum
systurtrolarin Stella Kristina. Eina
ferð, eg hevði vakt, tók eg tóvið
hjá teimum. Teir søgdu, at her var
einki at síggja, so teir hálaðu. Tað
var kolsvart hjá teimum. Vit hál
aðu seinni í mestsum somu leið, og
tað vóru átta tons. So neyvt stóð
fiskurin.
Eina náttini trolaðu vit niður á
800 metra dýpi. Vit høvdu tvey hál.
Hetta var ógvuliga djúpt, men vit
fingu nógv í. Tað vísir seg, at um
grót er í maganum á toski, so er tað
antin komandi ella farandi fiskur.
Toskurin etur grót fyri at koma
nóg djúpt. Hetta eydnaðist væl. Vit
høvdu 740 tons av beinfríum flaki.
Hesir trolarar endaðu lutfals
liga skjótt í Íslandi, har teir hava
verið í vinnu í nógv ár. Hetta var
ein smeitur fyri okkara samfelag.
Hesir trolarar høvdu tá helst
kunna gjørt seg galdandi í teirri
tá nýggju rækjuvinnuni.
Eitt skifti í 1980-unum sigldi
eg eisini við trolarum hjá Royal
Greenland. Hetta var eisini spenn
andi at royna.
Nýggju rækjuvinnan
Eg kom seinni at sigla nógv við
rækjuskipum. Eg var við gamla
Hvítanesi, har Dánjal Pauli Dani
elsen var skipari. Seinni var eg við
Logos, har Ólavur Gregersen var
reiðari.
Logos var upprunaliga bygdur
til ídnaðarfisk. Hetta bar slett ikki
til, so hann varð umbygdur til
rækjur. Tað var vorið sum skifti
at byggja eitt ídnaðarskip um til
trolara, men tað riggaði fínt.
Eg var skipari og Pauli Reinert
Petersen var stýrimaður. Har var
eg í fimm ár. Tað fór um hesa tíð
ina at sansa at við rækjukvotum í
Grønlandi. Tá fóru teir til Mauri
tania at fiska. Hetta riggaði ikki og
tað var endabresturin á Logos. Eg
var kortini ikki við tá. Hann fór tá
til Skopunar, har hann kallaðist
Strembingur. Har gekk tað vist
væl í fleiri ár.
Eg var sjey ár við rækjutrol
aranum Arctic Viking saman við
Bjarna Petersen sum skipara.
Hann er systirsonur Daniu, konu
míni. Hetta er einasta rækjuskip,
sum er eftir, so teir hava dugað at
arbeitt.
Sloppin undan
stórum vanlukkum
Ofta hevur verið sagt, at trolara
dekk er so vandafult arbeiðspláss.
Men tað er ikki mínar royndir,
hóast tað kundi vera ógvuliga
buldrasligt. Eg havi siglt 48 ár við
trolara. Eg havi hesa tíð upplivað,
at tveir menn hava fingið skaða.
Hetta kann sigast at vera væl
sloppið.
Eina ferð var tað við Jóannes
Patursson í 1953. Hans Pauli var
skipari.
Vit høvdu fingið 13 posar í, og
tað var rok. Hetta var síðsta háli
tann túrin. Tá var tað so óheppið,
at ein maður fekk ein snudd sum
gjørdi, at hann fekk knívsskaftið
upp í eyga, blóðsprænur stóð frá
honum.
Vit løgdu hann aftur á messu
borðið. Hans Pauli var kløkkur og
rópti, um nakað lív í honum, jú, tað
var tað. Vit hálaðu so og beint inn
í Føroyingahavnina.
Hann fór í land har. Tað vísti seg,
at hann hevði fingið kraniubrot.
Vit fóru so heim, men hann kom
umborð aftur, tá vit komu yvir
aftur til Grønlands. Hann kom væl
burtur úr tí.
Eg havi ongantíð verið við til
at missa nakran mann. Tað er
øll grund fyri at vera takksamur
um tað. Tað er eitt tað ringasta
sum komast kann koma út fyri á
sjónum.
Lítið av frítíð
Tað var ikki nógv frítíð tá í tíðini.
Áðrenn eg giftist, var eg ongan
túr í landi í hálv triðja ár. Hetta
hevur so broytt seg við tíðini, og
eftir at eg fekk familju, vóru túrir
lagdir burtur úr.
Nú verður so nógv tosað um
barsilsloyvi, eisini til fiskimenn.
Her er eisini nógv broytt. Nógv
børn hjá sjómonnum eru fødd,
meðan teir vóru burtur. Tá ið Hans
Leo varð føddur, fór eg til skips
morgunin eftir. Men Dania var
ein av teimum røttu fiskimanna
konunum, sum kundi skipa fyri
húsarhaldinum, hóast maðurin
var burtur stóran part av árinum.
Eg havi verið 50 ár á sjónum.
Heilsan hevur verið góð. Eg havi
ongantíð verið frá arbeiði øll hesi
árini vegna heilsu. Tað er nógv at
takka fyri.
Rundað Kappan 200 ferðir
Eg meti meg at hava rundað Kapp
an 200 ferðir. Hetta merkir 100
túrir vestur um hav, og serliga
hevur tað verið til Grønlands.
Eg havi altíð fegin viljað sloppið
aftur til Grønlands. Eg var har
aftur fyri trimum árum síðan á
eini legu hjá Brøðrasamkomuni
í Suðurgrønlandi, tá var eg 89 ár.
Hetta var eitt stórt upplivilsi, og
tað var eisini stuttligt at síggja
Grønland aftur, hóast tað var á
ein annan hátt.
Tøkk til Kaj
Tað ber illa til at sleppa Kaj uttan
at nevna fótbólt. Bartalstova og
Ennigarð eru kend nøvn í fótbólti,
har bæði synir og abbasynir hava
gjørt seg galdandi. Kaj er teirra
fremsti fjeppari. Dania hevur ikki
verið nevnivert á vøllinum. Men
hon hevur eisini gjørt sítt við øll
um teimum klæðum, hon hevur
tikið upp og vaskað øll hesi árini.
Kaj skal hava tøkk fyri hansara
frásøgn, sum vit vita, at nógv hava
lisið við áhuga.
Komandi partur
Komandi tríggir partar verða um Gazet
Patursson í Kirkjubø og hansara ætt
Kaj hevur rundað Kappan 200 ferðir.
Nakrir av mongu skipsfeløgunum hjá Kaj. Vinstrumegin frá eru Bjarni Petersen og Olevinus
Sørensen, skipsfelagar frá Arctic Viking. Høgrumegin Svenning Johannesen.
Dania og Kaj saman við langommu- og langabbabørnum