mikudagur 7. juni 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðliga í mai mánaði komu
boðini um, at Karen var
funnin slóknað við tendrað
ari náttlampu í sínum býli í
Hellerup.
Karen var fødd í Klakks
vík tann 15. december 1941.
Pápi hennara, Vagn Stær
mose var ættaður úr Nyborg
og kom í 1939, beint fyri
Kríggið, sum ungur lækni til
Klakksvíkar.
Mamma Karen æt Helena
og var dóttir tann kenda
skúlastjóran og komponistin
Alexander Enniberg, sum var
ættaður av Viðareiði. Enni
berg gjørdi m.a. løgini til
"Móðurland vil eg teg kalla"
og "Hvørjum man tykjast
vakurt hjá sær".
Stærmose var sera væl
lýddur sum lækni í øllum
Norðuroyggjum.
–
Hann
imponeraði eisini klakksvík
ingar við sínum stásiliga og
stóra bili. – Tað vóru rættiliga
fáir privatbilar í bygdini tá. -
Hann doyði knappliga av
sjúku sum 40 ára gamal í
1949.
Eftir tað fluttu Helena
og Karen eitt stutt skeið til
Skotlands, og har konvert
eraðu møðgurnar til katolic
ismuna, sum Karen helt fast
við restina av sínari ævi.
Tær komu aftur til Før
oya tíðliga í 1950´unum og
settu seg niður í Lucas Deb
esargøtu í Havn, har Karen
stutt eftir fór í realskúl
an, sum bara lá eitt stein
kast haðani, hon búði. Men
við tað, at tær hoyrdu til
ta katólsku meinigheitina,
vitjaðu tær eisini nógv hjá
Franciskanarasystrunum,
sum høvdu skúla og ymisk
frítíðar-tiltøk fyri børn og
hálvvaksin í tí sama granna
lagnum, har Karen búði.
Í 1958 tók Karen realprógv
í Havn og tvey ár seinni
gjørdist hon studentur á
VBV við Skansavegin, har
"Løgtingsins studentaskeið"
helt til tá í tíðini.
Hon fór sama summarið
til Kjøpinhavnar at lesa. -
Har búði hon á Eysturbrúgv í
tí hábærsliga Domus Medica,
sum var eitt kollegium fyri
lesandi, sum høvdu lækna
foreldur.
Mamma hennara flutti
nøkur
ár
seinni
niður
til Kjøpinhavnar og búsettist
restina av sínum lívi í tí norð
ara partinum av Megin-Kjøp
inhavn. Møðgurnar búðu
ikki saman, men sóust ofta.
Helena doyði í 1996 sum 79
ára gomul og bleiv grivin á
kirkjugarðinum í Hellerup,
skamt frá Karens-býli.
Karen las eina tíð til
lækna, men so valdi hon
heldur at gerast læknaskriv
ari, og meðan hon arbeiddi í
hesum faki um dagin, las hon
um kvøldið til lærara á tí leg
endarisku "lærarafabrikkini",
Københavns aftenseminari
um í Ballerup.
Hon starvaðist sum lærari
eina tíð, men kom miðskeiðis
í 1960-unum í samband við
Danmarkar Sjónvarp, har
hon skjótt fekk høvi og hug
til at arbeiða við pedagog
iskari TV-framleiðslu. Hon
gjørdist fyrst producara-
assistentur, og seinni bleiv
hon
sjálvstøðugur
fram
leiðari av TV-produktión
um. Millum nógvar aðrar
krevjandi uppgávur arbeiddi
hon í fleiri ár við tí dagligu
TV-avísini hjá DR 1.
Um
tað
mundið
var
hon so køn í TV-fakinum,
at Tað føroyska Sjónvarpið
sendi boð eftir henni og
"lænti" hana eina tíð, tá ið
teir fóru í holt við sínar reglu
ligu sendingar í 1980´unum.
Karen var arbeiðssom,
dugnalig,
skemtingarsom,
sanguinsk av lyndi og sera
avhildin av kollegum!
Men tær stóru teknisku
broytingarnar
í
1990´un
um og tær hvøssu ratio
naliseringarnar
av
TV-
manningini førdu til, at
arbeiðsumstøðurnar hjá pro
ducarum í DR gjørdust heilt
øðrvísi og hartil strævnari.
Sjálvt innihaldið í producara-
fakinum broyttist funda
mentalt.
Tað hóvaði avgjørt ikki
Karen,
sum
longu
stutt
eftir
aldarskiftið
skifti
deild í DR og fór at starv
ast við arkiveringsarbeiði
heldur enn beinleiðis TV-
framleiðslu.
Hon legði kortini ikki
endaliga frá sær fyrr enn í
2009, tá ið hon lat seg pen
sionera sum 67 ára gomul.
Men Karen dugdi illa at
binda frið, so í síni pension
istatilveru fekk hon sær
aftur starv sum læknaskriv
ari á Bispebjerg hospitali í
nøkur ár.
TANN SOCIALA
TILVERAN
Karen hevði ikki nógva fam
ilju í Føroyum, tí bæði hon
og mamman vóru einkar
børn, men hon hevði kort
ini samband við sínar trí
menningar, sum hon vitjaði
hvørja ferð, hon var í Føroy
um.
Í Danmark hevði hon á
svørðsíðu fleiri systkinna
børn og eisini aðra familju.
– Tí var hon sjálvandi ofta
saman við ættarfólkinum
hjá pápanum.
Hon gloymdi kortini ikki
Føroyar og sínar føroysku
kenningar. Tær ferðir, hon
ferðaðist til Føroya, hitti hon
bæði skyldfólk, skúlavinir
og tær trúføstu nonnurnar í
Varðagøtu, har hon luttók
dúgliga í messuhaldi og øðr
um fundum.
Hon varðveitti dúgliga
sambandið við tann kat
ólska trúarbólkin í Havn og
sendi viðhvørt kvøður og
tinganest til nonnur og aðr
ar limir av tí katólska bólk
inum í Havn, tá ið "rundir"
følsdagar ella aðrir merkis
dagar komu fyri.
Ein stóran part av síni
donsku frítíð brúkti Karen
eisini sum sjálvboðin arb
eiðsmegi og kirkjugangari
í tí katólsku Skt. Theresu
kirkjuni á Bernstorffsvegi í
Hellerup. Karen búði heilt
nær við kirkjuna og vitjaði
hana ofta, bæði í religiøsum
og praktiskum ørindum.
Karen var samfelagshug
að og eisini politiskt aktiv
sum organiseraður limur
av Tí konservativa danska
Flokkinum í Gentofte. Hon
var ovurfegin, tá ið Poul
Schlüter
gjørdist
stats
ministari í 1982, og hon var
sera vónbrotin, tá ið tann
núverandi
stjórnin
tapti
EU-valið í 2015, tí Karen var
stálsettur og kompromisleys
ur tilhangari av EU, og hon
agiteraði íðin og ótroyttiliga
fyri Danmarkar ideologiska
limaskapi av tøttum europé
iskum samstarvi.
Karen var avgjørt væl
integrerað í tí danska samfe
lagnum, men hon var ógift,
og tað er eingin ivi um, at
hon sum pensionistur var
farin at hugsa um sínar røt
ur. Ein yngri skyldkona og
ein nakað eldri vinkona siga
báðar, at Karen tær síðstu
ferðirnar, hon var í Føroyum,
var farin at tosa um at flyta
aftur til Føroya, men ikki til
Havnar.
Hon vildi ta totalu nostal
giina. Hon vildi seta seg nið
ur í Klakksvík, har hon var
fødd og foreldrini livdu sum
hjún.
Tíverri náddi hon ikki
at realisera sína ætlan, og
kanska var tað bara ein
dreymur.
Evsta hátíðarhald og ervi
fyri Karina var fríggjadagin
tann 19. mai í Skt. Theresu
kirkjuni, har hon hevði havt
sína gongd, bæði til morgun-
og hámessu. Har skipaði hon
eisini ofta fyri kirkjukaffi og
ábiti.
Karen hevði sjálv avgjørt
og skrivað niður, hvussu
jarðarferðin og ervið skuldi
verða.
Hon hevði sum kønur
fyriskipari bæði valt mat
arskrá, sálmar og eina solo-
ariu við "Ave Maria", sum
var meistarliga sungin av
einum opera-soprani. - Tað
bleiv hennara allarsíðsta og
vælfyrireikaða "producara-
uppgáva"!
Eftir
messuhaldið
fór
fylgið eftir uppskoti frá
Karen sjálvari yvir til grøvina
hjá Helenu, har Karen seinni
skuldi setast niður við liðina
av móðir síni.
Tað vóru umleið hálvt
hundrað fólk og fylgdu – ein
knappur fjórðingur vóru før
oyingar.
Vit lýsa frið yvir minnið
um tann virkisfúsa, fryntliga
og dugnaliga útisetan, Karen
Stærmose!
Virgar Dalsgaard
KAREN STÆRMOSE
in memoriam
NØVN
Víkarvegur 107 / FO-520 Leirvík / irf.fo
K R E A
IRF søkir við hesum eftir einum
arbeiðsmanni til Gjánoyri at byrja
skjótast til ber.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum
m.a. fevnir um: Móttøku og avskipan
av jarni, metalum, tyrvingartilfari v.m.
Tað er ein fyrimunur, um tú ert vanur
at arbeiða við brøyt og líknandi
maskinum.
Tann, ið settur verður í starv, kann
eisini rokna við øðrum uppgávum hjá
IRF.
Starvið er lønt sambært fastlønarsátt-
málanum millum Føroya Arbeiðara-
felag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn skal sendast til:
IRF, Víkarvegur 107,
520 Leirvík,
ella til t-post: irf@irf.fo
Umsóknin skal vera IRF í
hendi innan fríggjadagin
16. juni 2017.
IRF tilskilar sær rætt til frítt
at velja millum innkomnar
umsóknir, ella onga at taka.
Vilt tú hava fleiri upplýs-
ingar, kanst tú ringja til
Adelbert Ellingsgaard,
á telefon 414243.
Gjánoyri er móttøku- og umlastingarpláss hjá IRF fyri jarni og metali og ymiskum øðrum til endurnýtslu, eitt
nú nótir og trol og fyri tilfari so sum gips og asbest, ið skal tyrvast. Eisini fer móttøka og viðgerð av rot-
tangaevju fram á Gjánoyri. Plássið er opið fyri almenninginum eins og virkjum mánadag, týsdag, hósdag og
fríggjadag frá kl. 9-15. Á plássinum eru góðar umstøður til arbeiðsfólkið við væl útgjørdum manningarskúri.
ARBEIÐSMAÐUR TIL GJÁNOYRI