mikudagur 7. juni 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
Áki Bertholdsen
Í roynd og veru líkist tað
ongum, at Strandferðslan
ikki hevur eitt eyka skip,
sum kann setast í sigling har
tað stendur á.
Tað sigur Hilmar Eliasen,
stjóri á Strandferðsluni.
Strandferðslan
leingi
arbeitt við eini ítøkiligari
ætlan um at útvega eitt skip
afturat, sum kann setast í
sigling, har tað stendur á,
eitt nú, tá ið skip fáa teknisk
brek, ella vera fyri óhappi
sum ger, at tey brádliga
mugu takast úr sigling.
Her verður hugsað um
allar rutur hjá Strandferðsl
uni, uttan suðuroyarsigling
ina, tí ta siglingina er eitt
slíkt skip ikki hóskandi til.
Og stjórin heldur, at hann
átti langt síðani at verið
komin.
– Øll reiðarí hava eitt
eyka skip at taka til tá ið á
stendur, og tað skuldu vit
havt fingið fyri fleiri árum
síðani, sigur Hilmar Eliasen.
Tvey uppskot
Men nú hevur Strandferðsl
an so latið Samferðslumála
ráðnum tvey uppskot um
skip, sum kunnu brúkast til
endamálið.
Jóan Petur Abrahamsen
sigur, at tveir føroyskir veit
arar eru bidnir um at koma
við einum tilboði upp á hósk
andi bátar. Teir umboða
ávikavist ein norskan og
ein íslendskan veitara, sum
kunnu lata bátar, ið vera
mettir at vera hóskandi til
endamálið.
Nú stendur tað so til
politiska myndugleikan at
gera av, hvørjum tilboði, teir
taka av, ella um teir taka av
nøkrum tilboði yvirhøvur,
sigur Jóan Petur Abraham
sen.
Talan er um hvør sín
bát. Tann íslendski báturin
er á stødd við Jósup, sum
Strandferðslan
mangan
hevur leigað. Hann kostar
einar 13 milliónir og tekur 85
ferðafólk. Men hann hevur
onki dekk.
Tann norski báturin er
heldur størri, hann tekur
nøkur fleiri ferðafólk, hevur
dekk og krana og kann
hava eitt hagfar ella einar
tveir
bilar
á
dekkinum,
skuldi tørvur verið
á
tí.
Hann
kostar
einar 22,5
milliónir
Báðir
bátarnir
kunnu
sigla 22 míl við ferðafólki
og tað er tað skjótasta loyvt
er at sigla við ferðafólki.
Men tómir sigla teir skjót
ari og sostatt eru teir skjót
ir at flyta úr einum parti
av landinum í annan. Sam
stundis er pláss til rørslu
tarnað við bátunum.
Misskilt
Hilmar Eliasen heldur, at tað
er eitt sindur misskilt at kalla
hetta fyri avloysaraskip, tí
fær Strandferðslan eitt skip
afturat, hevði tað verið í
sigling alla tíðina.
Eitt
er,
at
hevði
Strandferðslan
eitt
skip
afturat høvdu tey slopp
ið undan at broyta
fleiri rutur, tá ið
okkurt
hendur
sum ger, at skip verða tikin
úr sigling.
Men stjórin sær eisini
fyri sær, at skipið kann
sigla ein túr um morgunin
út í Hest. Tað er ein túrur,
hestfólk hava saknað illa, tí
sum ferðaætlanin er nú, ber
tað ikki til at búgva í Hesti,
men kortini kunna møta til
arbeiðis í Havn klokkan átta.
Hinvegin sigur Hilmar
Eliasen, at Teistin siglur so
nógv sum hann yvirhøvur
kann, uttan at bróta lógir og
reglur.
– Í roynd og veru kann
Teistin ikki sigla 10 minuttir
meiri um dagin, tí so ger hann
seg inn á altjóða treytir, sum
vit eru bundin at halda, sigur
stjórin í Strandferðsluni.
Hann sigur, at mitt á
degi kann eitt slíkt eykaskip
eisini sigla til Nólsoyar, fyri
at nevna eitt dømi. Tað hevði
givið manningini á Ternuni
væl betri til til at gera
umvælingar umborð, og tað
hevði so aftur stytt tíðirnar í
dokk munandi.
Harafturat
brennur
ein slíkur bátur munandi
minni
enn
skipini
og
sostatt
hevði
tað
spart
Strandferðsluni rættiliga fitt
í rakstrarútreiðslum.
Hann kann harumframt
sigla leigutúrar, og annars
kann brúkast til at seta í
rutu tá ið onkur bátur má
takast úr sigling, ella tá ið ið
serlig tiltøk eru onkustaðni.
Eitt dømi er, tá ið ovastevna
er í Nólsoy, tá kann Ternan
sigla teir stóru túrarnar, men
annars kann avloysaaskipið
sigla í pendulfart.
Og av tí, at hann siglur
so skjótt, fer tað neyvan
nakrastaðni at taka meiri
enn hálvan tíma, so er hann
klárur at seta í sigling, uttan
at órógva aðra sigling, sum
vit ofta gera nú, sigur Hilmar
Eliasen.
Talan hevur verið um at
Strandferðslan kann leiga
bát, tá ið tørvur er á tí, men
Hilmar
Eliasen
sigur,
at
privatu bátarnir eru ofta upp
tiknir, tá ið brúk er fyri tí.
At leiga bátart er eisini
dýrt, eitt nú upplýsti Henrik
Old, landsstýrismaður, her
fyri fyri okkum, Strand
ferðslan hevði rindað 15.000
krónur um dagin fyri at
leiga ein bát tá ið Ternan fór
í dokk.
Tað hevur eisini verið ført
fram, at eitt leigað skið gevur
ikki Strandferðsluni sama
rásarrúm at leggja til rættis,
sum tá ið hon eigur skipið, og
eitt leigað skip er heldur ikki
smíðað til endamálið, eitt nú
hava skipini, Strandferðslan
hevur leigað, ikki krana.
HETTA HEVÐI LOYST
EIN VELDUGAN
TRUPULLEIKA
– Fyri at siga tað sum tað er, so líkist ongum, at vit ikki hava
eitt eykaskip, sigur stjórin á Strandferðsluni
STRANDFERÐSLA
Vil
heldur
leiga
enn
eiga
Tað liggur ikki í kort
unum
at
vit
skulu
keypa ella byggja eitt
skip afturat til Strand
ferðsluna, í hvussu so er
ikki í fyrstu syftu.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður í sam
ferðslumálum.
Sum sagt í hinari
greinini hevur Strand
ferðslan latið honum
eitt uppskot um tvey
skip, ið Strandferðslan
kundi hugsað sær at
havt at tikið til og brúkt
til sigling ymsastaðni
í landinum, har tørvur
verður ár tí.
Í eini stuttari við
merking sigur Henrik
Old, at fyribils liggur
tað ikki í kortunum, at
byggja, ella at keypa eitt
skip.
Hinvegin
ásannar
hann, at Strandferðslan
hevur
harðliga
brúk
fyri
einum
skipi
afturat.
Men
hann
er meiri sinnaður at
langtíðarleiga eitt skip,
í hvussu so er í fyrsta
umfari, heldur enn at
byggja ella keypa eitt
nýtt skip.
– So kann støðan
eftirmetast tá ið ein
tíð er farin, og vit hava
sæð, hvussu tað hilnast,
leggur hann afturat.
Serstakliga er hann
hugaður fyri at einum
skipi sum tí norska, ið
Strandferðslan
hevur
skotið upp, og sum hev
ur bæði krana og dekk.
Sostatt kann tað veita
útoyggjafólki eina nógv
betri tænastu, enn eitt
skip við ongum krana
og ongum dekki.
Henrik Old,
landsstýris
maður í
samferðslu
málum
VÆL ÚTGJØRDUR
Norski báturin, Strandferðlsan heldur, hevði verið væl hóskandi, hevur krana og
dekk, so at hann kann føra ein bil, ella tveir, ella smærri landbúnaðarmaskinur
MINNI OG BÍLGARI
Íslendski báturin er minni og bíligari enn tann norski
Tað er eitt sindur
misskilt at kalla hetta
fyri avloysaraskip