mikudagur 7. juni 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Hetta seinasta tingárið hev
ur ikki fylgt vanliga mynstri
num.
Heystið
fór
afturum
rættuliga friðarliga, fyrst og
fremst tí samgongan ikki var
til reiðar við serliga nógvum
uppskotum, men eisini tí
andstøðan heldur ikki var
serliga virkin.
Heilt øðrvísi hevur tað
verið í ár og serliga nú
summarfrítíðin
nærkast.
Rok hevur verið um broyt
ingarnar í hjúnabandslógini,
men hóast tað, so fyllir fiski
vinnunýskipanin framvegis
mest.
Hetta helst tí hetta rak
ar so breitt og vísir munin á
Føroyum júst nú. Sum Sosial
urin skrivaði fríggjadagin, so
gerst gjógvin millum bygd
og bý – ella framleiðslusam
felagið og umsitingarsam
felagið – alt djúpari.
Poliskt sær út til, at semja
er fingin um fiskivinnuný
skipanina, men hendan semj
an er kortini bert galdandi í
samgonguni.
Andstøðan hevur egin
uppskot og tað sær ikki út
til at útlit eru til eina breiða
semju um størstu vinnuligu
broytingina í Føroyum í
hálva øld.
Sambandsflokkurin hev
ur lagt sítt egna uppskot
fram og sama hevur Fólka
flokkurin.
Meðan arbeitt verður í
vinnunevndini við hesum
uppskotum, verða saman
beringar gjørdar millum tey
ymisku uppskotini, men onki
bendir á, at andstøðan fer at
taka undir við samgongu
uppskotinum.
Tveir frontar
Tað er ikki so undaligt, at
ilt er at finna semju millum
samgongu og andstøðu.
Seinasta val broytti sam
ansetingina í tinginum so
leiðis, at tey sum fyrr sótu í
andstøðu nú øll sita í sam
gongu og tey sum fyrr sótu í
samgongu sita nú í andstøðu.
Hetta ger tað torført at
samstarva. Gamla andstøð
an fanst tá hvassliga at sam
gonguni og serliga hvussu
hon umsat fiskivinnuna og
tað ríkidømi sum kom gjøg
num tær stóru uppsjóvar
kvoturnar.
Seinasta málið er tað, sum
hendir nú, at uppsjóvarskip
ini Næraberg og Slættaberg
hava fingið loyvi at royna
eftir svartkjafti. Hetta tí
loyvir eru flutt av línuskip
um í bólki 3 til uppsjóvar
skipini.
Í farna valskeiði hendi
hetta eisini, men tá fanst
núverandi landsstýrismað
urin við fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal,
ógvuliga
hart
at
mannagongdini og helt at
landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum tá, Jacob
Vestergaard, átti at lagt frá
sær.
Tað gjørdi hann ikki, men
aftur fyri , so fær núsitandi
landsstýrismaðurin, Høgni
Hoydal, av grovfílini frá
Jacob Vestergard. Helst
ikki tí hann er so ónøgdur
við mátan, umsitingin hev
ur gjørt nú, men meira tí at
Høgni Hoydal var so hvass
orðaður, tá ið Vestergaard
gjørdi tað sama.
Ringt at meta um
Tað er ómetaliga torført at
meta um, hvørjar avleiðing
arnar vera av umsitingini av
loyvunum, sum landsstýris
maðurin kallar ein feil.
Hann hevur forðað fyri,
at fleiri slík loyvi verða
flutt, men tá ið blaðið fór
til prentingar, hevði hann
ikki tikið støðu til, hvat skal
henda við loyvunum, sum
Slættaberg
og
Næraberg
hava fingið.
Samgongan veit væl, at
teirra størsta uppgáva nú er
at fáa sett eina nýskipan av
fiskivinnuni saman, so hon
kann fara at virka á nýggj
árinum.
Uppá ein máta friðar tað
landsstýrismannin, tí er tað
nakar, sum eigur “barnið” -
nýskipanaruppskotið, so er
tað Høgni Hoydal.
Tí bendir alt á, at uttan
mun til hvat andstøðan ger
og hvørji álop verða sett
inn, so verður tað sums o
ofa fyrr: samgongan tlur at
kvøður og er niðurstøðan at
samgongan framvegis telir
17 atkvøður, so hendir ikki
meira.
Tað kann staðfestast, at
hóast tað í samgonguni sein
asta árið hevur verið buldra
sligt, so hevur samgongan
staðið saman. Bæði tá ið
tað hevur snúð seg um virð
isspurningar, sum hjúna
bandslógina, men eisini nú
alt bendir á, at tey 17 fara at
atkvøða fyri uppskotinum
hjá samgonguni um nýggja
fiskivinnulóg.
Umsitingin í fiskimálaráð
num hevur ein trupuleikla, tí
frágreiðingin hjá Vørn stað
festir heilt greitt, at fiski
málaráðið alla tíðina hevur
verið vitandi um, hvøji loyvi
eru flutt millum bólkar og
hvørjar
grundgevingarnar
hava verið.
Spurningurin sum stend
ur eftir er um landsstýris
maðurin
hevur
kent
til
gongdina – ella hetta er gjørt
í sjálvari umsitingini.
Fleiri dømir eru um somu
mannagongd, so spennandi
verður at síggja, hvørjar av
leiðingarnar verða av mál
inum.
GREINING
Nýskipanaruppskotið hevur allatíðina verið ein snávingarsteinur, men nú semja er um
tann partin, hevur annar trupulleiki tikið seg upp: umsitingin av núgaldandi lóg
Fiskivinnan stóri knúturin
at loysa hjá samgonguni
Høgni Hoydal, lands
stýrismaður við fiski
vinnumálum, hevur fingið
eitt umsitingarmál um
veiðuloyvir, sum kunnu
volda honum trupulleikar.
Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin, finst
hvassliga at núverandi
landsstýrismanni við
fiskivinnumálum - kanska
serliga tí hann sjálvur fekk
krtikk frá Høgna Hoydal
fyri at gera tað sama
Slættaberg og Næraberg hava fingið veiðuloyvi eftir
svartkjafti. Loyvini eru flutt av línuskipum í bólki 3