mikudagur 7. juni 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
Sólvit Nolsø
Tað verður val í Bretlandi
í morgin. Valið er til parlia
mentið í Bretlandi, West
minster. Veljast skulu 650
limir í parliamentið í eins
nógvum
valdømum.
Val
skipanin í Bretlandi er tann,
at flokkar stilla eitt umboð
upp í hvørjum valdømi og
tann, sum endar á fyrsta
plássi í valdøminum, vinnur
sessin. Tann, sum endar á
øðrum plássi, hevur ongan
møguleiki at sleppa inn, tí
varafólk verða ikki brúkt í
Bretlandi, men ministarar
halda fram í parliament
inum, samstundis sum tey
varða av einuum øki sum
ministari. Valskipanin er til
fyrimuns fyri teirr størru
flokkarnar, tí teir enda oft
ast á fyrsta plássið í teim
ymsu
valdømunum.
Tað
gongur serliga útyvir teir
báðu flokkarnar UKIP og
Liberalu
Demokratarnar,
um í nógvum førum enda
nummar tvey, men fáa ikki
umboðan av tí sama. UKIP
fekk seinasta val næstan 13%
av atkvøðunum, men fekk
einanst eittans umboð valt.
Til samanberingar fekk Kon
servativi flokkurin tríggjar
ferðir so nógvar atkvøður,
men 330 umboð vald.
Konservativi
vinnur men kann
missa meirlutan
Konservativi flokkurin sær
út til at vinna valið. Líka
síðan Theresa May tann 18.
apríl útskrivaði val, hevur
flokkurin ligið á fremsta
plássið. Tó er munurin mill
um
flokkarnar
tódnaður
nakað seinastu tíðina. Fyri
tveimum mánaðum síðani
lá flokkurin greitt á odda og
summar
veljarakanningar
góvu flokkinum 48% av at
kvøðunum og ein greiðan
meirluta í parliamentinum.
Leiðarin í flokkinum, The
resa May, sá út at verða tað
trygga valið til forsætismála
ráðharra.
Orsøkin til stóru leiðsluna
er partvíst, tí leiðarin í La
bour, Jeremy Corbyn, var
ikki ein leiðari, sum samlaði
Labour flokkin, men heldur
var við til at kloyva flokkin
millum teirra, sum leitaðu á
vinstarvongin og teirra, ið
lógu longri á miðjuni. Flokk
urin sá út til at ganga í fleiri
bólkum og innanhýsis stríð
eyðkendi flokkin meir enn
nakað annað.
Seinastu tíðina er mun
urin tó minkaður niður í
eini sjey prosent ella so.
Fyri
tveimum
mánaðum
var munurin út við 20%. Tað
er sjálvandi ein samansett
orsøk, men partvíst er tað tí
valskráin hjá Labour hevur
víst seg at hava stóra undir
tøku, størri undirtøku enn
formaður floksins, og part
víst er tað tí at Konservativi
flokkurin hevur duga illa
at rikið valstríð. Theresa
May hevur klára seg illa og
hevur millum annað noktað
fyri at fara í eitt beinleiðis
kjak við hinar politisku for
mennirnar.
Hinvegin er stóri trupul
leikin hjá Labour flokkinum,
at Jeremy Corbyn er illa
dámdur og serliga er fortíð
hansara, sum stendur sum
eitt opið sár. Hann hevur í
fleiri ár verið settur í sam
band við ógvuliga víðgongd
an politikk. Hann hevur fyrr
verið settur í samband við
bólkar sum IRA og Hezbollah
og hevur ikki gjørt nakað
undir valstríðnum fyri at
taka frástøðu frá tí. Fólk
hava sum heild lítið álit
á honum og í allar flestu
veljarakanningum er May
millum 10-15% frammanfyri
Corbyn, tá fólk verða spurd
hvønn tey vilja hava til for
sætismálaráðharra.
Sum støðan er í dag, so
sær Konservativi flokkurin
at fáa 43% av atkvøðunum
og Labour flokkurin fær
37%.
Hinir flokkarnir
Næstan alt prátið hevur
verið um teir báðar stóru
flokkarnar, men tað eru tveir
aðrir flokkar, sum eisini fáa
lutfalsliga nógvar atkvøður,
uttan at tað sæst aftur í um
boðanini teir fáa aftur fyri.
Liberalu Demokratarnir fáa
sambært seinastu veljara
kanningum um 8% av at
kvøðunum. Seinasta val fekk
flokkurin átta umboð vald
og tað er nógv, sum bendir
á, at talið fer at liggja um tað
sama hetta valið.
UKIP, flokkurin, sum var
ógvuliga sjónligur í samband
við Brexit, er minkaður nógv
seinastu
tíðina.
Seinasta
val
fekk
flokkurin
13%
av atkvøðunum, men nú
benda tølini á, at flokkurin
er tódnaður niður í eini 4%.
UKIP fekk eitt umboð sein
asta val og varðveitir eftir
øllum at døma tað umboðið.
solvit@sosialurin.fo
BRETLAND
Theresa May sær út til at halda fram sum forstætisráðkvinna
Labour hevur vunnið nógv seinastu tíðina, men Jeremy Corbyn manglar undirtøku sum leiðar
Konservativi flokkurin:
Leiðari: Theresa May.
Undirtøka seinasta val:
37% - 331 umboð
Labour:
Leiðari: Jeremy Corbyn
Undirtøka seinasta val:
30% - 232 umboð
Liberalu Demokratarnir:
Leiðari: Tim Farron
Undirtøka seinasta val:
8% - 8 umboð
UKIP:
Leiðari: Paul Nuttal
Undirtøka seinasta val:
13% - 1 umboð
BRETAR FARA
Á VAL Í MORGIN
Tað verður val í Bretlandi í morgin. Nógv síggja hetta sum eitt Brexit val, har
mett verður um hvussu stóra undirtøku Brexit mannagongdin hjá Theresu May
hevur. Onnur halda hetta er eitt beinleiðis val millum May og Corbyn