mikudagur 7. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Grót frá Eysturoyartunlinum
fyllast upp í Sandagerði
Jann Johannesen
»Økið
er
longu
oyðilagt av Lands
sjúkrahúsinum,
og tí hava vit valt
at fylla Sandagerð
upp
við
øllum
grótinum
frá
Eysturoyartunlinum. So finna vit
í framtíðini útav, hvat grótið skal
brúkast til.«
Nakað soleiðis ljóðar marg
háttligi tunlagrótpolitikkurin hjá
Tórshavnar Býráði í oyrunum
hjá okkum Kaldsbaksfólki. Av tí
at ein bryggja er á Sundi, so skal
eitt náttúruøki, sum svarar til 100
fótbóltsvallir,
oyðileggjast
við
gróti. Tað ringasta av øllum er, at
henda ætlan hevur onki ítøkiligt
endamál – uttan at kanska at forða
runavíkingum at útbyggja sína
havn.
Í hvussu so er fimm góðar
grundgevingar eru, hví Tórshavnar
Býráð skal lata náttúruøkið á Sundi
fáa frið:
1. Útfylta økið hevur onki ítøki
ligt endamál. NCC ætlaði av
fyrstan tíð at sigla grótið úr
Eysturoyartunlinum til Runa
víkar, men henda ætlan bleiv
av onkrum orsøkum slept. Tórs
havnar Býráð vil lempa grótið á
Sundi, har tað møguliga – og tað
var møguliga - skal brúkast til
okkurt í framtíðini. At brúka so
nógva orku og so nógvar peng
ar til eina útfylling uttan ítøki
ligt endamál tykist ikki bara
púra høpisleyst, men eisini full
komiliga ábyrgdarleyst. Rokn
ingin verður send til skattaborg
aran í Havn.
2. Økið sunnan fyri Sundsá er
órørt og nátturuvakurt. Ætl
anin hjá Tórshavnar Býráð
fer at oyðileggja á leið tveir
kilometrar og tríggjar áir av
óspiltari náttúru. Hetta fer at
skemma náttúruna – ikki bara
fyri kaldbaksfólk – men fyri øll,
sum koyra norður og suður eftir
Kaldbaksvegnum. Í staðin fyri
haga, gil og áir fer hvør einasti
bilførari at síggja sprongt lendi
og ljótt lempað grót. Harafturat
er ein ørgrynna av djóra- og
plantulívi kring hetta økið, sum
alt fer at merkja sviðan. Millum
annað er Sundsá ein gýtingará,
har fleiri 100 síl og laksir gýta á
hvørjum ári.
3. Fleiri onnur boð eru, hvat
grótið kann brúkast til - um
Tórshavnar
Býráð
endiliga
ikki
vil
hava
runavíkingar
at enda við tí. Eitt nú kunnu
mongu grótbrótini kring land
ið fyllast út. Ella at partur
av grótinum verður brúktur
til at breiðka Kaldbaksvegin
við. Eitt heilt annað boð er at
endurskapa sandin í Kaldbaks
botni. Í 1950unum – áðrenn
Kaldbaksvegin – var Kaldbaks
botnur ein stórur sandur á stødd
við Leynasand. Av tí at ongin
vegur var til Kaldbaksbotn, var
tað ongin, sum fekk ilt av, at
sandurin bleiv gravaður burtur
til útbygging av høvuðsstaðnum
miðskeiðis í 20. øld. Ímynda tær
um man fylti grót út í Kald
baksbotn, og man síðani legði
sand út yvir aftur, hvussu
vakurt tað hevði verið at havt
eina av Føroya størstu strendum
í Kaldbaksbotni. Óansæð hvat so
er ið hvussu so er vist, at grótið
hevur nógvar møguleikar at gera
nyttu.
4. 60.000 lastir av gróti skulu koyr
ast eftir ferðslutyngsta strekk
inum í Føroyum – báðar vegir
væl at merkja, tí tómu lastirnar
skulu suður aftur. Hetta í sær
sjálvum fer at skapa ein øgiligan
ferðsluruðuleika, tí stóru lastbil
arnir fara at seinka allari ferðslu
hvønn tíma í hvøjrum degi í
langa, langa tíð.
5. Tórshavnar Býráð hevur nýliga
samtykt at fremja Føroya størstu
havnaútbygging, og tí er ómeta
liga illa avstað farið, um komm
uni enn vantar bryggjupláss.
Góða Tórshavnar Býráð, góða Vinn
unevnd og góðu Annika, Gunnvør,
Marin Katrina, Bergunn, Bogi,
Turið, Jákup, Bjørghild, Annfinn,
Helena, Heðin, Tróndur og Halla.
Vísið nú skil og hegni og latið økið
sunnan fyri Sundsá fáa frið, meðan
enn tíð er. Latum okkum saman
verja okkara dýrabaru náttúru –
bæði í Sandagerði og á Sundi.
Kaldbak 24.05.
Fyri Boga hevur tunnilsfelagið størri
týdning enn kaldbaksfólk
Jóhann Mortensen
Í samrøðu við út
varpið mikudagin
tann 31. mai legði
formaðurin
í
vinnunevndini
í
Tórshavnar
kommunu, Bogi
Andreasen, herðslu á, at býráðið
hevði gott samskifti við tunnils
felagið. Tað sama kann ikki sigast
um samskiftið við fólkið í Kaldbak.
Hóast nærum øll í Kaldbak mót
mæltu ætlanini at broyta byggisam
tyktina fyri Sund – í hoyringsskrivi
í januar, tá hoyringsfreistin var úti
– setti býráðið seg ikki í samband
við kaldbaksfólk ella kaldbaks
nevndina. Ístaðin samtykti ein
meiriluti í býráðnum 2.mars at
staðfesta broyttu byggisamtyktina
móti ynski kaldbaksfólksins.
Um býráðið veruliga virdi fólkið
í Kaldbak, hevði býráðið spurt kald
baksnevndina, um tað hevði borið
til at funnið eina aðra loysn, sum
fólkið við fjørðin – ein tann vakr
asta í Føroyum – hevði kunnað
góðtikið.
Umframt Boga leggur býráðs
limurin, Gunvør Balle, sera stóran
dent á ein sáttmála, sum undan
farna býráð hevur gjørt við
tunnilsfelagið. Ein sáttmála, sum
á-hugabólkurin í Kaldbak ikki
hevur fingið innlit í. Eftir hesum
sáttmála skal kommunan taka
ímóti grótinum.
Men í arrogantum skrivi til
á-hugabólkin týskvøldið sigur Gun
vør, at býráðið hevur ikki funnið
eina aðra loysn fyri grótið enn at
oyðileggja náttúruna á Sundi.
Hóast kaldbaksfólk hava nevnt
fleiri aðrar møguleikar.
Bogi og Gunvør leggja stóran
dent á sáttmálan við tunnislfelagið,
men tey leggja sektin á samanlegg
ingarsáttmálan frá 1974 millum
Tórshavnar kommunu og Kaldbaks
kommunu, sum eisini fevndi um
Sund,.
Eftir hesum sáttmála skal ein
kaldbaksnevnd fáa til umrøðu øll
mál, sum hava við Kaldbak at gera,
og geva viðmæli í hesum málum.
Hesin sáttmáli við kaldbaks
nevnd er staðfestur í kunngerð hjá
landsstýrinum. Men hesa kunngerð
brýtur Tórshavnar býráð nærum
hvørja ferð, tá okkurt mál hevur
við Kaldbak at gera.
Í obtikkinum hjá Boga og Gun
vør, sum nýliga eru vald at tæna
øllum borgarunum í kommununi,
hevur sáttmálin við eitt tilvildarligt
tunnislfelag størri týdning.
Eg skal nøkur dømi:
•
Tórshavnmar kommuna legði
ikki uppskotið at broyta byggi
samtyktina fyri Sund í 2006 fyri
kaldbaksnevndina at umrøða og
gera viðmerkingar til.
•
Tórshavnar
kommuna
legði
ikki uppskot at broyta byggi
samtyktina fyri Sund í 2016 fyri
Kaldbaksnevndina at umrøðu
og gera viðmerkingar til.
•
Tórshavnar kommuna legði ikki
fyri kaldbaksnevndina ætlanina
at seta upp í eitt asfaltverk –
sum dálkaði ov illa at standa í
Jútlandi – á Sundi at umrøða og
gera viðmerkingar til.
•
Tórshavnar kommuna legði ikki
fyri kaldbaksnevndina ætlanina
at seta upp ein goymslubygning
til sement á Sundi fyri einum
tveimum árum síðani at umrøða
og gera viðmerkingar til.
•
Tórshavnar kommuna legði ikki
fyri kaldbaksnevndina ætlanina
at tyrva eitt vinnuøki vestan
fyri Kaldbak í 2016 at umrøðu
og gera viðmerkingar til.
Hvat sigur kommunala eftirlitið til,
at Tórshavnar býráð hvørki held
ur samanleggingarsáttmálan ella
landsstýriskunngerðina frá 1974?
Soleiðis
leggur
Tórshavnar
býráð sektin á eina heila bygd. Bý
ráðið virðir hvørki sáttmála ella
kunngerð. Býráðið vísir heldur ikki
fólkaræðiligt sinnalag. Tvørtur
ímóti. Býráðið traðkar næstan alla
bygdina undir fóti. Tá eg sigi næst
an, er tað tí, at næsta øll skrivaðu
undir hoyringsskrivið. Onkur var
til skips. Onkur var burturi. Og
onkur skrivaði ikki undir.
Við atliti at hasum forbannað
grótinum – orsakið orðavalið –
so hava kaldbaksfólk víst á fleiri
møguleikar. M.a. at breiðka tann
lívsvandamikla kaldbaksvegin úr
Kaldbaksfirði og út til bygdina.
Eftir samanleggingarsáttmálan
um skuldi Tórshavnar kommuna
gera vegin og hann skuldi vera
millum 5 og 6 metrar breiður.
Heldur ikki hesa áseting hev
ur Tórshavnar býráð hildið. Upp
máting seinasta leygardag vísir, at
hann er heilt niður í 4 metrar og 10
sentimetrar. Í meðal 4-5 metrar.
Heldur ikki henda partin í sam
anleggingarsáttmálanum
helt
Tórshavnar kommuna, sum av
reiddi landinum vegin, tá hann var
liðugur.
Ístaðin fyri at halda sáttmála og
breiðka vegin fer býráðið at:
•
Oyðileggja náttúruna á Sundi
uppaftur meira.
•
”Oyðsla við sjóvarstrond” (ein
asta størri malargrótsfjøra í
Suðurstreymi).
•
Oyðileggja eitt útgrunt økti.
•
Oyðileggja eitt fjarðarøki við
sandbotni.
•
Oyðileggja part av næststørsta
æðuvarpinum í Føroyum, og
gera
•
Eitt vinnuøki, sum kaldbaksfólk
ikki vil hava, og sum – eftir skjøl
unum – kanska skal brúkast til:
•
Burturkast (samankroystar bil
ar) frá brennistøðini.
•
Brandskúla.
•
Biogass og kanska Kosangas, og
nevnd er
•
Aling á landi (nærhendis as
faltverki, sementgoymslu og
diselverki…).
Vinnu kallar Bogi Andreasen hetta.
Men neyvan vinna við nógvum ar
beiðsplássum. Eg kalli tað náttúru
oyðing, sum staðfestir, at Bogi og
býráðið vanvirðir eina heila bygd.
Ætlanin og framferðin er primi
tiv. Tær sampakka ikki vit eitt
framkomið samfelag.
Tað hástóra yvirlegni, sum bý
ráðspolitikkar sýna í hesum døg
um, er í dyggiligari andsøgn til tað
eyðmýkni, sum eyðkendi somu
politikarar, tá teir bóðu um atkvøð
una frá okkum fyri sjey mánaðum
síðani.
Loyvi mær at enda við orðunum
hjá
týska
skalinum
Friedrich
Schiller – tó á donskum so øll skilja
orðini – ”Mod dumhed kæmper selv
guderne forgæves”!
Í Niðaru Soylugørðum í Kladbak
1. Juni 2017-05-22
Náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá 6