mikudagur 7. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikumorgunin
10. mai kl.09:00
kom trúboðar
askipið Juvél II
aftur á Klaks
vík eftir at hava
verið missións
ferð á oynni
Bømlo í Norra
í døgunum 25.
apríl til 10. mai.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Týsdagin, 25. apríl kl.13:15
legði Juvél II frá gomlu ferju
leguni í Leirvík við kós móti
Norsku oynni Bømlo. Um
borð var ein manning upp á
12 persónar við Gullak Gull
aksen úr Leirvík sum skip
ara. Av tí, at nakrir luttakarar
fóru við flogfari úr Føroyum
til Norra, vóru í alt 17 lutta
karar í ferðalagnum.
Farvælløta í Leirvík
Tað var væl av fólki, m.a.
familja og kenningar hjá
manningini, sum hevði leit
að sær oman á gomlu ferju
leguna at heilsa uppá og
siga farvæl. Ein stutt frá
faringarløta varð hildin, har
øll manningin stóð á báta
dekkinum og sang “nógv
fagrari fríðari,” sum mangan
verður sungin undir tílíkum
umstøðum.
Ein stutt heilsan varð bor
in fram av einum av mann
ingini, har nevnt varð um
tiltiknu norsku víkingarnar,
sum, fyri umleið 1100 árum
síðani, komu m.a. frá umráð
num við Bømlo til Føroyar at
taka nýtt land. Nevnt varð, at
nú verður farið úr Føroyum
aftur til Norra at taka nýtt
land, men hesaferð verður
tað nýtt land fyri Guds ríki.
Neyðstøða
Tá vit høvdu loyst frá landi
ynskti skiparin, at øll mann
ingin møtti á bátadekkinum,
har kunning var givin um
framferðaháttin í eini møgu
ligari
neyðstøðu.
Sámal
Rasmussen, ein av maskin
monnunum, vísti manningin
hvussu man letur seg í eina
flótidrakt. Tað eru 21 flóti
draktir umborð á Juvél II.
Ferðaætlan
Ferðin millum Føroyar og
Bømlo tekur millum 40 og
43 tímar. Juvél II kann sigla
upp til 10 míl. Endamálið við
ferðini hjá Juvél II var, sum á
øllum undanfarnum ferðum,
at evangeliserað. Hetta varð
framt við góðum samstarvi
við lokalar samkomur og
føroyingar, sum búgva á
oynni, har ímillum Sólvá og
Poul Rasmussen, sum hava
búleikast og arbeitt á oynni
í mong ár.
Vitjað varð í trimum
havnabýum við skipinum.
Fyrsta havnin var Langevåg,
sum liggur har suðuri á
oynni. Síðani varð farið til
Urangsvåg, sum liggur norð
aliga á oynni, og seinasti
havnabýur á ferðini var
Mosterhamn, sum liggur á
eystursíðuni av Bømlo. Tað
tekur millum 3 og 4 tímar
at sigla millum hesi støðini.
Bømlo er næsta grannaoyggj
til oynna Stord har syrgiliga
flogvanlukkan hjá Atlants
Flog hendi fyri árum síðani,
har ein av flogternunum lat
lív.
Langevvåg
Bæði í Langevåg og Urangs
våg varð skipað fyri almenn
ari móttøku, tá skipið kom
til bryggju. Hósdagin 27.
apríl kl.17:00 kom Juvél II til
bryggju í Langevåg har al
menn móttøka var. Tað var
gott veður og nakað av fólki
var komið oman á kajuna,
har
ímillum
presturin
í
Langevåg, Roald Drønen,
sum er ein kendur og væl
lýddur persónur í síni sókn.
Presturin, Roald Drønen,
hevði eina móttøkurøðu, har
hann m.a. nevndi norsku vík
ingarnar, sum komu til Før
oyar, og legði skemtandi aft
urat, at í hesum døgum hava
teir ment seg til 50.000 eft
irkomarar, við tað, at fólka
talið í Føroyum, júst í hesum
døgum, er farið upp um tey
50.000 fyri fyrstu ferð í tús
und ár.
Urangsvåg
Í Urangsvåg var veðrið av
tí allar vakrasta, tá Juvél II
kom inn ímóti bryggjuni,
sjálvan arbeiðaradagin 1. mai,
har nógv fólk var komið at
taka ímóti. Havnamaðurin,
Jørgin Gunnarson, sum hev
ur búð og arbeitt á oynni í
mong ár, hevði skipað fyri,
at manskórið “Havdur” sang
undir móttøkuni.
Borgarstjórin
á
oynni,
Odd Harald Hovland, var
boðin at taka ímóti, og tað
gjørdi hann sera heiðurliga.
Hann hevði eina frálíka mót
tøkurøðu, har hann kom inn
á, at í dag eiga vit at byggja
brýr heldur enn at byggja
múrar, og hann gleddist yvir,
at henda vitjanin var við til
at byggja brúgv millum Før
oyar og Bømlo.
Eftir borgmeistaran hevði
Svenning av Lofti eina takk
arrøðu, har hann handaði
borgmeistaranum eina av
teim nýggjastu loftmynda
bókunum av Føroyum. Eftir
almennu móttøkurnar vórðu
fólk boðin umborð, har kokk
arnir, Rúni Johansen úr
Streymnesi og Hjalmar Fred
eriksen úr Klaksvík borð
reiddu við drekka og alskins
køkum.
Mosterhamn
Fríggjamorgunin 5. mai varð
farið úr Urangsvåg við leið
móti býnum Mosterhamn,
sum liggur á eystursíðuni á
Bømlo. Mosterhamn er sein
asta havnin hjá Juvél II. Har
var ikki almenn móttøka,
men toymið fekk eisini har
eina kærleiksfulla móttøku
Juvél II komin heim av missiónsferð
Toymið á Bømlo 2017:
Fremst frá vinstru: Ruth
Gaardlykke, Gullak Gullaksen,
skipari, Jógvan Páll Sevdal,
maskinmaður, Poul Jóhan
Djurhuus, Svenning og Birgit
av Lofti, Mariann Restorff,
Hjalmar Frederiksen, kokkur,
Arne Johansen, Marjun
Blábjørg, Rúni Rógvason
Rasmussen og Finnbjørn
Hansen, maskinmaður.
Aftast frá vinstru: Páll á Lakjuni,
Hegin Sevdal, stýrimaður, MC
Restorff, tónleikari, Rúni Jo
hansen, kokkur, Svein í Prest
garði, tónleikari, og Sámal
Rasmussen, maskinmaður
Borgarstjórin heldur røðu
Rúni Rasmussen, Sámal Rasmussen og Marjun Blábjørg – ein talandi symbolsk mynd
Manskórið kom eisini inn á dekkið at syngja
Juvél II liggur við bryggju í Mosterhamn
Eitt av mongu møtunum, sum vórðu hildin