Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65 í sam­komunum á staðnum. Tey trý atløguplássini, sum skipið brúkti, eru priv­ at­ogn, og á øllum trimum støð­u­num fekk skipið stóra vælv­ild og varð frítikið fyri havna- og vatngjald. Hetta tí, at fólk seta virði í eina mar­i­ tima tænastu sum hesa. Skipið lá 3 – 4 dagar í hvørj­ari havn. Um dagin varð far­ið í húsini við kristiligum lesn­aði, og um kvøldi vitj­aði toymið samkomur í nær­øk­i­ num, har møtir vórðu hild­in hvørt kvøld. Útimøtir, eins væl og ungdóms- og barna­ møt­ir, vóru eisini á skránni. Eis­ini vitjaði toymið á ellis- og røkt­ar­heimum, har møtir vórðu hildin. Umframt at hava møt­ir í landi so hevði toym­ið eisini møtir umborð fyri bæði børnum, ungum og vaks­num. Ruth Gaardlykke hevði á­byrgd­ina av ungdóms- og barna­møtum undir vitj­an­ ini, væl stuðla av ungu fólk­u­ num í toyminum, Rúni Rógv­ ason Rasmussen, Runa­vík, Sámal Rasmussen, Klaks­vík og Marjun Blábjørg, Srend­ ur, sum megnaðu sera væl at taka sær av ungum og børn­ um. Svein og MC Kendu føroysku tón­leik­ ar­ar­nir, Svein í Prestgarði og MC Restorff, vóru við í toym­inum. Talaða orðið og tón­leikurin var ein berandi eind á allari ferðini. Tað var heilt eyðsæð, tá Svein slerdi á guitarstreingirnar og MC lat fingrarnar fara yvir klav­er­ tan­gent­ar­nar, og mikro­fon­ ir­nar bóru sangrøddirnar hjá báð­u­m út í salin, at á­hoyr­ar­ ar­nir gjørdust bergtiknir av góða sanginum og teirra frá­ líka spæli. Eftir hvørt møti varð fólkið boðið umborð til drekka, køkur og bollar, sum varð givið umborð í stórum nøgd­um, áðrenn farið var úr Før­oyum. Hvønn morgun eftir morg­un­mat varð ávíkavist and­akt og bíbliutími hildin um­borð, og síðani varð tosað um skránna fyri dagin. Teir 12 dagarnar, ið toymið ev­an­ ge­l­i­seraði á oynni, var rættu­ ligt summarveður, har veðrið og oyggin vísti seg frá síni blíð­astu og vakrastu síðu. Ferðin liðug Sunnukvøldið 07. mei kl.17:00 var seinasta møtið á ferðini. Hetta var í sam­komuni Bet­ ania í Mosterhamn við full­ sett­um sali. Nógv fólk kom um­borð hetta seinasta kvøld­ ið at siga farvæl. Klokkan gott 10 mána­ morg­unin 8. mai fór Juvél II av Most­er vestur um hav við leið móti Føroyum, og mik­ u­morg­un­in 10. mei kl.09:00 sigldi Juvél II inn á Klaksvík eft­ir eina væl eydnaða 12-daga-missiónsferð í Norra. Áðrenn siglt varð inn á Klaksvík ynskti skiparin, at øll manningin savnaðist á brúnni til eina takkarløtu fyri sign­ing og varðveitslu Guds und­ir allari ferðini – og nógv er at takka fyri! Juvél II væl egnaður Juvél II er ómetaliga væl egnaður til tílíkar ev­an­gel­i­ ser­ings­ferð­ir. At koma í eina havn við einum skipi og hava skip­ið sum høvuðsbasa, er nak­að heilt unikt; tað er einki, sum líkist tí. Øll vita um vitj­anina, og skipið kann brúk­ast sum savningarstað til møtir, sangløtir, hugna­ løtur og enntá sum ein flót­ andi bókakafé. Lokala press­ an er altið áhugað í tí­lík­um vitja num, og tíðliga á túr­i­ num kom umboð fyri oyggja­ blaðið BØMLO NYT um­borð at hava interview og taka myndir. Tveir dagar seinni var ein heil síða við teksti og myndum um skipið og vitj­ an­ina. Vitjanin var annars væl lýst í blaðnum, sum kem­u­r í hvørt hús á oynni, og eisini vóru innbjóðingar born­ar í húsini av lokalum ung­dómi. Lýsing av toyminum Gullak Gullaksen, Leirvík, var skip­ari, Hegin Sevdal, Leir­vík, stýri­maður. Jógv­ an Páll Sevdal, Leirvík var mask­in­stjóri, saman við mask­in­monn­u­num Finn­ bjørn Han­sen, Leirvík og Sám­al Ras­mussen, Klaks­vík. Kokkar vóru Rúni Jo­han­ sen, Streymnes og Hjalm­ ar Frederiksen, Klaks­vík. Dekkarar vóru Arni Jo­ hansen, Hirtshals og Poul Jóhan Djurhuus, Glyvr­ar. Mariann Restorff, rein­gerð­ ing Svenning av Lofti, toym­ leið­ari. Birgit av Lofti var eis­ini við í toyminum. Svein í Prest­garði, Hvalba, MC Rest­orff, Tórshavn og Páll á Lakj­uni vóru tónleikarar á ferð­ini, væl stuðlaðir av Rúna Rógva­son Rasmussen, Runa­vík og Rúna Johansen, Streym­nesi. Ruth Gaardlykke, Argir, barna- og ungdómsarbeiðið, væl stuðlað av Marjun Blá­ bjørg, Strendur, Rúna Rógv­ a­son Rasmussen, Runavík og Sám­al Rasmussen, Klaksvík. Høvuðs­kon­taktliðið á staðnum vóru Sólva og Poul Ras­mussen, sum búgva á Bømlo. Sólva er úr Fuglafirði og Poul er úr Søldarfirði. Góða Maria, bindiklubba- svimji- og vinkona Seinasta ár um hesa tíð gingu vit og gleddu okkum at fara í føðingardag hjá tær, tit bæði – Georg og tú – høvdu sent út innbjóðingar til í juni mánað at halda 75-ára føð­ingardagar. Men, men, so bleiv ikki, tú bleiv sjúk, Maria, og andaðist longu í feb­ruar í ár. Tað hev­ ur verið ein ótrúligur miss­ ur at missa teg; títt glaða og fram­fýsna lyndi fylti nógv í okk­ara lívi. Nakrar av okkum komu at kenn­ast, tá vit ar­beiddu saman í gamla Sjó­vinnu­ bank­a­num niðri við Eyst­ aru Vág. Vit vóru tá seks ung­ar kvinn­ur í bankanum og nøk­u­lunda javngamlar, so tað var lætt at koma hvørj­um øðr­um við, og blivu vit sera væl allar. Ein fríggjadag í sept­em­ b­er 1964 bjóðaði tú, gesta­ blíð sum altíð, okkum heim til tín og Finn­, sum hevði bygt tykk­um nýggj hús í Tór­fins­gøtu, til ein kaffi­ munn. Hetta kvøldið var sera hugnaligt, har vit all­ar sótu við stokkum, sum man gjørdi, tá man fór at vitja fólk tá í tíðini. Meðan vit sita og práta og hugna okk­ um, held­ur onkur fyri, at hetta hevði ver­ið stuttligt at hild­ið fram við sum bindi­klubb, og tað tóku vit all­ar undir við, so okkara bindi­klubbur varð skot­in í gongd hjá tær, og hava vit hild­ið á fram eina ferð um vik­una hvønn vet­ur líka síð­ani nú í næstan 53 ár. Bindi­klubb­urin hevur havt stór­an týdning fyri okk­ um all­ar, man forsømdi ikki utt­an víð­ari. Vit hava ofta skemt­að við, at um alt, sum vit hava lagt úr hond­ um hesi árini, varð lagt sam­an, hevði tað fylt eina heila fram­sýn­ing­ar­høll. Vit minn­ast, tá ið tú og vit løgdu all­ar stjørnu­troyggj­ ur­nar, vit høvdu bundið, út eft­ir stovu­gólv­in­um hjá tær – fult gólv. Eina aðru ferð – tað var í 1978 – vórðu vit boðin til Kví­vík­ar, har tit høvdu keypt eini gomul hús at nýta til summarhús, saman við monn­um og børnum, og mundi hetta nokk vera byrj­ an­in til teir túrar, sum vit seinni fingu í lag saman við okk­ara monnum eitt viku­ skifti um summarið. Vit hava ferð­ast runt alt land­ ið úr suðri í norð, úr eystri í vest. Al­tíð gekk tú fyrst, løtt á fót­um sum tú vart. Hetta hava verið ógloym­ andi dagar, har vit hava gingið upp á nógv fjøll, not­ ið út­sýn­ið og sæð nógvar sjáld­sam­ar plant­ur, og so hugnað okkum við góðari mál­tíð um kvøldið. Góða Maria, tað hevur ikki bara verið dansur á rós­ um hjá tær og gentu­num, tit mistu mann og pápa longu í 2002 til herviliga sjúku. Tað var ein harður smeitur fyri tykk­um. Men aktiv og jalig, sum tú vart av lyndi, fótaði tú tær aftur. Ofta var tú Maria stig­ tak­ari, tá nakað skuldi henda, og eitt av hesum hug­skot­um var, at tá tað leið út á vár­ið, og ljóst varð um kvøld­arnar, skuldu vit fara út at ganga í staðin fyri at sita inni og binda, og hava hesir túrar ver­ið bæði góð­ir og ríkandi fyri okk­um. Vit hava gingið runt í Havn­ ini og t.d. hugt at vøkr­ um urta­gørðum og fing­ið nýggj hug­skot, og hava vit flutt okkum longur út um Havn­ina, hava vit havt ein drekka­munn við og sett okk­um niður at njóta vak­ ur­leik­an í okkara nátt­uru. Uttanlands hava vit eisini ver­ið – í Keyp­manna­ havn, Ab­er­deen, London, Reykj­avík og Stock­holm. All­ir hesir túr­ar hava verið sera góðir við nógv­um upp­ liv­ing­um, og ikki minst hava vit havt tað ógvu­liga stutt­ligt. Tað var stutt­ligt, tá lát­ur­in rungaði av onkrum, sum vit høvdu upp­livað um dagin. Tín smitt­andi látur Mar­ia, fara vit at sakna. Vit kendust ikki bert frá bindi­klubbanum, eitt annað var at dansa gamlar dansir hjá Dansi­frøi og at dansa utt­an­lands, tað var stuttligt. Tá tú og vit aðrar blivu pensi­on­istar, komu onn­ ur góð og hugnalig til­tøk til okk­um, eitt var at vera morg­unfrúa í svimj­i­hyli­ num í Havn. Ja, har var mang­an stutt­ligt, og teir dag­ar vit ikki svumu, fóru vit at ganga á Tórsbreyt í øll­um veðri, sum oftast var tað turt, men dýggj­vátar blivu vit onk­un­tíð, men al­ tíð gott lag og glað­ar. Tú vart ímyndin av lívi, al­tíð á ferð og í gongd. Vit vilja minnast teg sum tann glaða, altíð smílandi og posi­tiva vinkona, sum vit allar vóru bæði hugtiknar av og góð­ar við. Góðu Barbara, Súsanna og Bjørg við familjum tykk­ ara og Georg, vit syrgja við tykk­um og ynskja fyri tykk­ um, at Harrin má styrkja og lætta um hjá tykkum í sakn­i­n­um av Mariu. Bindiklubburin Eileen, Anna, Hanna, Judith, Jóhanna og Karin Minningarorð um Mariu Krossteig Olsen f. 3. juli 1941 d. 16. februar 2017 nøvn