mikudagur 7. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Fremur náttúruoyðing við
at bróta rættarreglur
Jóhann Mortensen
Preludium:
Sólin
skínur
á
Sund í morgun.
Fjørðurin blikar.
Fjøran sæst sum
ein grábrún rond
ímillum tað døkkgrøna gerðið og
tann blágráa sjógvin. Ein vøkur sjón
hiðani úr Soylugørðum. Seinri í dag
fer henda størsta malargrótsfjøran
á hesum leiðum undir blágrýti. Vit
eru á gáttuni til størstu náttúru
oyðingina í Suðurstreymi í hesi
øldini. Sundsá er lítil í morgun. Men
hon hoyrist. Tann støðugt larmandi
aksturin hevur ikki tikið seg upp
enn. Klokkan er bara seks.
Sorgarleikur:
Náttúruoyðingin kann av álvara
fremjast í verki í dag. Ein orsøk
er, at býráðið í Havn hevur ikki
hildið
samanleggingarsáttmála
millum
Tórshavnar
kommunu
og Kaldbaks kommunu frá 1974.
Kommunan hevur heldur ikki
hildið
landsstýriskunngerðina
um henda sáttmála frá 1976. Og
hesa framferð letur kommunala
eftirlitið fara aftur við borðinum.
Rættarsamfelag? Eg spyrji.
Í sáttmála og kunngerð stendur:
“Kaldbaksnevndin vegleiðir, um
røður og ger tilmæli til býráðið í
málum, ið hava við spurningar í
Kaldbak at gera”
Men í feska náttúruoyðingar
málinum á Sundi fekk kaldbaks
nevndin ikki høvi at umrøða ætl
anina at broyta byggisamtyktina
fyri Sund. Tað er henda byggi
samtyktin, sum heimilar náttúru
oyðingini. Kommunan legði ikki
málið fyri nevndina, og nevndin
fekk ikki fundarboð fyrrenn tann
19. januar í ár. Tað var dagin fyri, at
freistin í hoyringstíðarskeiðnum
var farin.
Um
kaldbaknevndin
hevði
fingið
ætlanina
um
broyta
byggisamtyktina
at
“umrøða”,
áðrenn býráðið viðgjørdi málið
í november í fjør, hevði nevndin
gjørt eitt “tilmæli”, sum ikki tók
undir við uppskotinum at broyta
byggisamtyktina.
Tað
kann
hugsast, at tá so býráðið enda
liga skuldi viðgera málið tann 30.
november, vigaði “tilmæið” hjá
nevndini so mikið tungt, at býráðið
hevði umugsað at broytt byggisam
tyktina. Og kanska tikið upp sam
ráðingar við kaldbaksfólk.
Men hvørki kaldbaksnevnd ella
fólkið í Kaldbak vistu nakað um
hesa duldu ætlanina, fyrrenn hon
verður løgd fram alment fram og
hoyringstíðarskeiðið er. Alt hetta
frættu vit – ið búgva við henda frá
náttúruni vakra Kaldbaksfjørð –
sum slatur. Sum leysasøgur. Og tað
hendir í einum rættarsamfelagi.
Í eini kunningartíð, tey nevna. Í
einum samfelag, sum skal hava
gjøgnumskygni. Í einum fram
komnari kommunu!!!
Býráðið kundi bøtt um skaðan, tá
nærum øll kaldbaks bygd skrivaðu
undir hoyringsskrivið, sum mót
mælti byggisamtyktini. Býráðið
kundi sýnt ein fólkaræðiligan
hugburð. Nærum hvørt mansbarn
í bygdini segði kortannei til at
oyðiliggja 500 metrar av fjøruni
á Sundi. Vit søgdu kortanei til
eitt vinnuøki. Vit valdu varðveita
náttúruna. Vit tóku ikki undir við
tí sera ússaligu grundgevingini
hjá yvirfriðingarnevndini um, at
“náttúran á Sundi er longu farin”.
Men býráðið helt fram við
síni duldarfullu herferð ímóti
170 kaldbaksfólkum Tann 2. mars
samtykti ein meiriluti í býráðnum
– Annika, Bergunn, Bogi, Gunvør,
Jákup, Marin Katrina og Turið – at
broyta byggisamtyktina fyri alt
økið á Sundi. Líka frá núverandi
skemmandi, dálkandi og ótrivaliga
vinnuøki eystur til eystasta enda
á gomlu gerðunum. Tað merkir,
at býráðið skjúgvaði ynskini hjá
kaldbaksfólki til viks. Ein minniluti
– Annfinn, Bjørghild, Halla, Heðin,
Helena og Tróndur – atkvøddi
blankt.
Taka vit saman um, so fylgdi
Tórshavnar
kommuna
hvørki
samanleggingarsáttmálanum
ella landsstýriskunngerðini um
henda
sáttmála.
Hóast
hetta
brot,
staðfesti
aðalráðið,
sum
varðar av hesum máli – Heilsu-
og Innlendismálið – avgerðina
hjá býránum frá 2. mars tann 23.
mars. Tað merkir, at Heilsu- og
Innlendismálaráðið legði sektin
á
brotið
hjá
kommununi
og
mótmælið hjá kaldbaksfólki.
Nú varð gøtan ruddað fyri
náttúruoyðingini á Sundi. Nú
kundi byrokratiið og teknokratiið
í kommununi skála við lógva
brestum. Byrokratiið hevði lopið
upp
um
samanleggingaravtalu
og kunngerð um kaldbaksnevnd.
Harafturat var tað eydnast at
vinda kvinnu-junta´ini um sín
lítla fingur. At enda var tað eydnast
byrokratinum í høvuðsstaðnum at
fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið
at staðfesta náttúruoyðingina. Og
ikki at taka brot á avtalu, kunngerð
og mótmælið hjá kaldbaksfólki í tí
álvara. Tað átti
a
t
verið ein sjálvfylgja í einum í einum
rættarsamfelag. Men rættarviður
skifti eru eisini dumpað í hesum
sorgarleiki.
Nú
kundi
so
avtalan
um
náttúruoyðingina fáast undir land.
Dagin eftir tjóðardagin – flagg
dagin – settu so borgarstjórin,
saman við fyrisitingarstjóranum
og havnameistaranum – høvuðs
talsmanninum
fyri
at
oyða
náttúru og fyri einum vinnuøki,
sum kommunan ikki veit, hvat
skal brúkast til – nøvnini undir
sáttmálan at taka ímóti blágrýtin
um úr tunnlinum. Hetta var sama
dag, sum forkvinnan í náttúru- og
umhvørvisnevndini um morgunin
hevði boðað frá, at Sund og Sundsá
skuldi eirast og at grótið skuldi
fyllast í aðrar náttúrusyndir. Men
hennara ætlan varð skjúgva til viks
í góðum fólkaræðiligum anda.
Postludium:
Ígjárkvøldið græt Sundsá. Kjaft
urin á gulu gravimaskinuni rakk
oman
í
malargrótsgjøruna
á
Sundi. Ta størstu í Suðurstreymi.
Í dag fara lastbilar at grýta grót
yvir malargrótið. Grót, sum onn
ur friðhalga. Grýta blágrýti út á
sandbotnin. Sandbotn, sum onnur
lond friðað.
Nú verður náttúruoyðingin hjá
Anniku, Bergunn, Boga, Gunvør,
Jákupi, Marini Katrinu og Turið
framd í verki. 500 metrar av
fjøru skulu undir blágrýti. Nú
verður oyðsla við sjóvarstrond.
Sjóvarstrond, sum ein kend kvinna
ikki hevði ráð at oyðsla við hálvum
triða ári síðani. Men vald skjúgvar
hugsjónir, fólkaræði og rættindi
hjá eini bygd til viks. Tit hava
reist tykkum ein skammiligan
minnisvaraða. Men eg havi brotið
lunnindarættin hjá bóndunum við
fjørðin. Eg tók malargrót – tríggjar
steinar – ta vøkru kvøldarstundina
í gjárkvøldi. Ein til forkvinnuna í
náttúru- og umhvørvisnevndini.
Sum mini um náttúruoyðingina.
Ein til forkvinnuna í byggi- og
býarskipanarnevndini. Sum minni
um náttúruoyðingina. Og ein til
mín sjálvs. Sum minni um eitt stríð
fyri at verja ein part av okkara
náttúru og ímóti yvirvøldini í
Tórshavnar Kommunu. Vónandi
ikki til fánýtis.
Grát mítt elskaða land!
Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak
skemdardagin 7. juni 2017
Um oyðingina á Sundi og í Sundsá 7