mikudagur 7. juni 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
T
að grør um okkara siglandi
gastronomiska fót. Matstovan
umborð á Norrönu, Simmer
Dim, hevur fingið nýggjan
chef kok, nevniliga 37 ára
gamla Janus Einar Sørensen. Janus hevur
arbeitt á so frægum støðum sum Hotel
Føroyum, Koks, Noma, Studio og Almanak
og ein av hansara mentorum og kveikjarum
er Torsten Vildgaard, sum stovnaði
heimskenda Foodlab hjá Noma.
Tað sæst at Janus hevur fingið nógvan
íblástur frá hesum matstovum. Hansara
5 rætta matskrá umborð á Simmer Dim
er løtt, elegant, vælsmakkandi, øðrvísi
og er eisini nógv fyri eyguni við vøkrum
borðiskum og blómupynti. Fleiri av
rættunum nærkast KOKS støði !
Tað kvøldið vit royndu matskránna var mill
um annað eitt sera spennandi soð av røstum
fiski við dildolju og við »nudlum« av selleri
og søtum urtakervili, sera »japanskt«!
Janus ætlar yvirhøvur at nýta føroyskar
rávørur, plantur og grønmeti, sum fylgja
árstíðini. Yvirtænari er ungi dugnaligi Rani
Lamhauge Beder.
Svein í Heiðunum, sum hevur ábyrdina av
Simmer Dim, eigur rós uppiborið fyri so
radikalt at hava broytt og hækkað støðið á
Simmer Dim, so matstovan í dag telist
millum tær frægu, vit hava á
landi.
Ambitiónsstøðið hjá
Janusi, Sveini og Rana
er sera høgt, so uttan
iva fer Simmer Dim at
mennast enn meira, til
gagns fyri Smyril Line,
føroyskari gastronomi
og føroyskum mat- og
grønmetisframleiðarum.
Simmerdim er ein sera
góð uppliving – bæði hjá
føroyingar og útlendingar.
Johan Mortensen
UMMÆLI
Umborð á Norrönu:
Janus ætlar yvirhøvur at nýta
føroyskar rávørur, plantur
og grønmeti, sum fylgja
árstíðini. Yvirtænari er
ungi dugnaligi Rani
Lamhauge
Beder
Simmer Dim – aftur eitt
gastronomiskt nýbrot