mikudagur 7. juni 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
torshavn.fo
Broytt byggisamtykt
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 27. apríl 2017 samtykti uppskot um nýggja serstaka byggisam-
tykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn.
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri
matr. nr. 1116a, undir Gráasteini
Uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a,
undir Gráasteini, soleiðis sum er víst sambært viðheftu skjølum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri
matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn, liggur frammi í Snarskivuni
á Vaglinum, frá 26. mai 2017 til og við 7. juli. 2017, frá mánadegi til
hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. juli
2017.
Friðartún 1 FO-620 Runavík
Roðin søkir eftir einum framsøknum
leiðara, sum frá 15. juli 2017 - ella eftir
nærri avtalu - kann taka við starvinum
sum leiðari eftir Tord Niclasen, sum fer
frá fyri aldur hin 01. august 2017. Starvið
snýr seg um at stjórna Økistænastuni,
sum Sjóvar, Nes- og Runavíkar
kommuna gingu saman um, tá ið hetta
varð flutt frá landsgeiranum til
kommunurnar at reka.
Skrivstovan hjá leiðaranum er staðsett
á Røktar-og ellisheiminum í Runavík.
Hesin skal taka sær av leiðsluarbeið-
num við ábyrgd av teimum fakligu, fyri-
sitingarligu og starvsfólkaligu viðurskift-
unum á økinum, sum fevnir um fyribyrg-
ing, fysio- og ergoterapi, heimahjálp,
heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin
á Toftum, Sjóvarlon á Strondum,
Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála,
Heimið á Mýrunum og Røktar-og
ellisheimið í Runavík.
Meginmálið hjá Roðanum – økistænast-
uni – er at tryggja, at okkara borgarar
sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir,
tí verður eitt av aðalmál- unum hjá
nýggja leiðaranum framhaldandi at seta
menning og endurmenning í fremstu
røð.
Týdningarmikið er, at virkað verður inn í
framtíðina soleiðis, at tær mest
optimalu javnvágirnar verða funnar, har
sum mest fæst fyri tær játtanir, sum
Roðin fær árliga frá teimum trimum
kommununum, ið eiga samstarvið. Í
løtuni hevur Roðin ein kostnað á áleið
70 milliónir krónur um árið.
Meginuppgávurnar í starvinum eru
• at menna og skipa eina samansjóðaða
tænastu, sum á besta hátt stuðlar
borgarunum
• at tryggja fakliga støðið, førleika-
menning og trivnaðin hjá
starvsfólkunum
• at tryggja neyva fíggjarstýring
soleiðis, at árliga játtanin verður hildin
• at tryggja at lógir, kunngerðir og
ásetingar verða hildnar til frama fyri
borgaran
• at samskifta við avvarðandi stovnar,
áhugafeløg v.m.
• at vera andlit Roðans í almenna
rúminum
• at virka sum fakligur ráðgevi og
skrivari hjá stýrinum.
Roðin kann bjóða umsøkjaranum eitt
sera spennandi og fjølbroytt starv í
góðum umhvørvi. Avgerðarrætturin er
stórur, og góður møguleiki er fyri faklig-
ari og persónligari menning, og so nýggj
sum økistænastan er í kommunala
geiranum, er møguleiki fyri at mynda og
at ávirka gongdina frameftir ta røttu
leiðina.
Roðin væntar, at umsøkjarin hevur
• viðkomandi útbúgving(ar) og
arbeiðsroyndir
• leiðsluroyndir úr hinum almenna,
kommunala ella privata geiranum
• sera góð evni til fíggjarstýring
• torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksib-
ul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
• gott hegni at samskifta/samstarva.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært
avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26,
FO-600 Saltangará ella til teldupost-
adressurnar: runavik@runavik.fo og
tobbi@runavik.fo.
Freist
Umsóknin skal vera Runavíkar
kommunu í hendi í seinasta lagi hin 20.
juni 2017. Meiri fæst at vita um starvið
við at ringja til Tord Niclasen, verandi
leiðara, á tlf. 290200 - ella til Tórbjørn
Jacobsen, stýrisformann, á tlf. 237015.
Roðin tilskilar sær rættin til ikki at seta
nakran av umsøkjarunum og um neyð-
ugt at lýsa starvið leyst av nýggjum.
______________________________________
Eldraøkið varð flutt frá landsgeiranum til
kommunala geiran at reka frá 1. januar
2015. Kommunurnar í syðra partinum av
Eysturoy tóku seg saman í eitt samtak,
og skipaðu í samvinnu økistænastu, sum
seinri fekk heitið ROÐIN. Sjóvar; Nes- &
Runavíkar kommuna við góðum 6
túsund borgarum varða av Roðanum.
23 bygdir eru í økinum og samstarvið
Roðin eigur bygningarnar í Runavík, á
Toftum, Strondum og á Skála. Uml 200
fólk eru knýtt at økistænastuni og
svarar hetta til áleið 140 ársverk. Leiðarin
vísir til Stýrið, sum er mannað við
teimum trimum borgarstjórunum og
øðrum bý- & bygdaráðslimum í teimum
trimum kommununum. Økistænastan
fevnir sum sagt um fyribyrging, fysio- og
ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt,
sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og
røktarheim.
SØKIR LEIÐARA
K R E A
Amboð
STILLADS TIL LEIGU
LØTT ALUMINIUM STILLADS
BÍLIGA TIL LEIGU.ÚTKOYRING
UM ALT LANDIÐ
GUTTORM MORTENSEN
TLF 251160
Arbeiði
Grava og planera
Grava og planera. Er nakad sum
skal gravast.
Ring 224910
Timbur og Snikkaraarbeiði.
Alt timbur og snikkaraarbeiði
verður gjørt. Eri at hitta aftaná
kl. 18.00.
Hans Bech Húsasmiður.
hansbech@kallnet.fo
Telefon: 212561.
Býli í Føroyum
Trongisvágur
Um hóskandi boð fæst verdur
844 m2 grundstykki í Trongisvági
(Norðan fyri vøllin) selt.
0045 - 24875002
Dýr
Ynskist
er nakar sum eigur undulátar at
selja mær bílig? eg mangla nøkur
ringja til mín
27-1723
Innbúgv
Sofa og sofaborð til sølu
Ein tveymans sofa við nakkapútu
og skamli 2800 kr. og grønt runt
sofaborð 1000 kr. 1 ára gamalt.
508549
Ymiskt
Sælger søges
Samarbejde med dynamisk
sælger søges, med mulighed for
overtagelse af agentur ved et
generationsskifte.
+45 21660961
Giftast
Tann 8. juli giftast Edith Hansen
og Heri Johnsson. Vígslan verður
í Christianskirkjuni kl 13 00.
Veistlan verður á Hotel norð fyri
innbodnum kl 18 00
505492
LÝSINGARTORGIÐ