Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MENTAMÁLARÁÐIÐ Fulltrúi Avloysarastarv Eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv sum avloysari fyri fulltrúa er leyst at søkja á Mentanardeildini í tíðarskeiðinum 1. august 2017 til 31. juli 2018. Møguliga verður møguleiki fyri at halda fram í starvinum eftir nevnda tíðarskeið. Starvið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.: - At fyrisita, tryggja menning og samstarv og at røkja samskiftið við stovnar og øki undir Mentanardeildini og taka sær av málsviðgerð í hesum sambandi - At arbeiða við verkætlanum og uppgávum - At ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. - At umsita virkisøki, sum verða løgd til fulltrúan - At taka lut í arbeiðsbólkum - At taka sær av málsviðgerð sum heild - At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdirnar eru í samsvari við nútímans krøv. Førleikakrøv Umsøkjari skal: - hava útbúgving frá lærdum háskúla, t.d. innan løgfrøði, fyrisiting, mentan ella aðra viðkomandi hægri útbúgving - kunna arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í arbeiðsbólkum o.l. - verða tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni - hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir Vit bjóða Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegi 72 Porstrúm 3279 110 Tórshavn ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2017. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Martin Næs, deildarstjóra, Poul Geert Hansen, aðalstjóra, ella við at vitja heimasíðu ráðsins www.mmr.fo Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, fjølmiðlum og ítrótti. Mentamálaráðið er skipað í Aðalskrivstovu, Undirvísingardeild, Mentanardeild og Stýrisdeild. Á Mentanardeildini eru 5 størv, og deildin hevur m.a. fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum, upphavsrætti, kirkjuni og trúarmálum, gransking, søvnum, fjølmiðlum og ítrótti. SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Ebenezer Hóskv. kl. 20: Ungdómsmøti. Fríggjam. kl. 10-12: Café. Sunnud. kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Kl. 12: Sunnu­dags­ skúli. Kl. 18: Evangelist møti. www.Ebenezer.fo Meinigheitshúsið í Havn Hósd., kl. 20, Ungdómsmøti, Ari Samson talar Sunnud., kl. 14, Sunnu­ dags­skúli og Juniormøti, kl. 17.30 Bønarløta, kl. 18. Útimissiónsmøti við luttøku av Jóhannesi og Kristianu Finnsson Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnud. kl. 11: Guds­tæn­asta og sunnudagsskúli. Kl. 18: Petur Steingrund tosar um evnið: Vísind og kristindómur. www.koma.fo Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjad. kl. 21 Ungdómsmøti, Jógvan Højgaard talar Sunnud. kl. 17:00 Møti, Hjalgrím Davidsen talar Fuglafjørður 8/6 kl 10: Morgunsangur Missiónshúsinum við Landavegin Sunnukvøldi møti kl. 18 v/Atla Rasmussen Soli Deo Gloria Hósd. er onki ungdómsmøti vegna konsert í Kelduni. Fríggjad. kl. 19 fer ung­dóms­ møti útflugtstúr til Saksunar Sunnud. kl .17 bøn, kl. 18 møti við Poul Thomsen Selatrað Sunnud. kl. 18. Møti. Menn úr Klaksvík syngja og tala. Innsavnan til missiónshúsið Missiónshúsið í Skopun Sunnud. 11. juni: Kl. 17.30 bøn-& lovsangur. Kl. 18 møti Vestmanna Missiónshús: Sunnud. 11. juni, kl. 18, verður møti við Jákup S. Joensen úr Sandavági. Evni: Kvinnu myndir í Bíbliuni og tann profetiski boðskapurin, sum liggur aftan fyri hesar. Øll eru hjartaliga vælkomin! Frelsunarherurin, Tórshavn: Mikudagur 7. juni kl 20.30 Bønarløta. Sunnud. kl 11.00 Halganarmøti v/ Palli Petersen Kl 18.00 Evangeliskt møti v/ Palli Petersen Adventistakirkjan Leygard. Kl. 10 Sabbatsskúli: Elin og Henning Hesselbjerg Kl. 11 Gudstænasta: Henning Hesselbjerg Keldan, Skálafirði Leygard. kl. 21, Awake við Búgva Olsen. Sunnud. kl. 11, Morgunmøti við Búgva Olsen. Sang­framførsla við Kirstin og Bodil. Barnamøti kl. 11 Gudstænastur sunnudagin 11. juni Hoyvík kl. 11, Sverri Steinhólm Havnar kirkja kl. 11 Der­ hard Jógvansson, prestur. Eftir gudstænastuna verður drekkamuður í Kirkjustovu Christianskirkjan kl.11, Jógvan Fríðriksson Elduvík kl 11: v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Sjóvar kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen – altar­ gongd. Kristiliga sang­kórið syngur og eftir guds­tæn­ast­ una er grillmatur til øll. Skálafirði kl. 18: Símun Pers­ son Jacobsen – altargongd. Vesturkirkjan kl. 11: Ann Dahl Hansen. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Argja kirkja kl. 11: Bergur Debes Joensen. Sunnu­dags­ skúli er undir gudstænastuni. Kirkjukaffi er eftir gudstæn. Hests kirkja kl. 11: Heri J. Joensen. Gamla Gøtu kirkja: Ovi Brim. Fríðrikskirkjan: Lestur. Gjógv: kl. 11 messa Emil Olsen. Funningur: kl. 12.30 messa Emil Olsen. Norðskála: kl. 17 barna­guds­ tæn­asta, Emil Olsen. Tvøroyri 11: Jens Mortan Mort­en­sen. Kl. 18 Sangløta. Mansbólkurin í missi­óns­hús­ in­um og harmonikulið við tónleikarum luttaka. Hvalba 12.30: Altargongd. Jens Mortan Mortensen Fámjins kirkja kl. 14 fam­ ilju­gudst. Sunnudagsskúlin í missi­ónshúsinum á Tvøroyri lut­tekur Kirkjan á Kirkju kl. 11 Marjun Lóma­klett Hattarvíkar kirkja kl. 12.15 Marjun Lóma­klett Hvannasunds kirkja kl. 12 fam­ilju­guðstænasta, Jóannes Purkhús. Undir guðstænastuni verða lættari sálmar og sangir sungn­ir. Eisini verður ein søga og okk­urt gott til børnini. Áðrenn guðs­tænastuna eru øll boðin til morgunmat í Kirkjuhúsinum frá kl. 11 Hvalvíkar kirkja kl. 11 Maria Jørðdal Niclasen TILTØK