mikudagur 7. juni 2017síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 5. JUNI 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
BYGGJA BRÝR mi
á barna- og familj
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 10. juni verður hugnaligur barna-
og familjudagur hildin í Skopun, har nógv er á
skránni – alt frá ymiskum kappingum og goml
um spølum til hugnakvøld við sangi og grillaðum
mati á økinum hjá Skopunar Kamping.
Ein slíkur barna-og familjudagur varð eisini
hildin í Skopun tíðliga í fjør summar. Dagurin
eydnaðist sera væl, og eini 250 fólk – børn, for
eldur, ommur og abbar – luttóku í ymisku til
tøkunum.
Tað er Rejoice Together, sum skipar fyri, og
hetta er ein grunnur, sum stuðlar vælgerandi
endamálum, har børn og ung eru í miðdeplinum.
Jóna Nicolajsen er ein teirra, sum stendur
aftan fyri Rejoice Together, og hon sigur, at
avlopið av tiltakinum í Skopun hesaferð fer til
viðgerðarheimið á Eiði fyri ung við rúsevnistrup
ulleikum.
– Vit selja eisini lutaseðlar kring landið til
sama endamál, og vit vóna, at vit kunnu veita
teimum fólkum, sum koma á viðgerðarheimið,
ein góðan stuðul.
Hon sigur, at stuðulin verður ikki veittur til
sjálvan bygningin á Eiði, men er ætlaður teimum
ungdómum, sum koma at steðga á her.
– Vit kundu hugsað okkum at hjálpt hesum
fólkum út til ymisk tiltøk og til annað, sum tey
hava brúk fyri undir viðgerðini. Alt kostar, og tí er
tað okkara ynski, at vit kunnu stuðla ungu fólk
unum fíggjarliga til ymiskt, sum teimum tørvar,
sigur Jóna Nicolajsen.
Ein heilur dagur
Barna-og familjutiltøkini í Skopun byrja leygar
dagin 10. juni klokkan 11, og hildið verður fram
í fyrsta lagi til klokkan 19.
Tá teir nógvu aktivitetirnir á økinum eru lidn
ir, verður klokkan 19 skipað fyri hugnakvøldi á
kampingøkinum í Skopun, og her verður hugni
við grilling og sangi, har harmonika ætlandi
spælir undir.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna eis
ini, at fólk, bæði nær og fjar, fara at leita sær til
Skopunar henda dagin.
Jóna Nicolajsen vísir á, at kostnaðurin fyri at
gongumerki verður 100 krónur fyri øll, sum eru
trý ár og eldri. Tó verður tað soleiðis, at foreldur
við børnum ongantíð koma at rinda meira enn
500 krónur.
– Alt, sum verður á barna-og familjudegnum,
er við í prísinum, undantikið ATV-koyring, rossini
og Rib 62, sum fer at sigla við fólki. Haraftrat
noyðast fólk at gjalda fyri tað, tey keypa og eta.
Í Skopun verður høvi at royna seg sum skóti,
her verður høvi at royna seg í darti, bogaskjóting
og við bóltspølum.
Her verða eisini fleiri ymiskar kappingar,
trillubørukapping, brotssparkskapping og tog
togan, og ætlanin við togtoganini er eitt nú at
finna út av, hvørjir pápar eru sterkastir.
Gomul barnaspøl
Jóna Nicolajsen sigur, at frásøgn verður um
gomul barnaspøl á Skerinum við ellisheimið, og
her verða spølini eisini roynd, har foreldur, omm
ur og abbar kunnu leggja børnunum lag á.
– Í dag fara fólk á ellisheim at liva víðari,
og tað er umráðandi, at tey eldru, sum eiga so
nógv at geva frá sær, kunnu hava eitt gevandi
samband við síni børn og ommu-og abbabørn.
Barna-og familjutiltakið er í fyrsta lagi eitt til
tak, sum hevur til endamáls at byggja brýr mill
um børn, foreldur, ommur og abbar. Hetta er ein
felags dagur, har telefon, ipadur og telda verða
løgd burtur, og menniskjanslig virði verða sett í
fremstu røð.
Hon vísir á, at ofta verður sagt við børnini “...
far út og spæl...”, men veruleikin er, at tað eru
nógv børn, sum ikki vita, hvat tey skulu spæla,
tá tey koma út um. Nógv børn eru von við at vera
undirhildin og hava trupult við at finna upp á,
hvat tey skulu spæla.
– Nú skal eg ikki gera meg klóka upp á barna
sálarfrøði, men mær tykir, at børnini ofta eru
so upptikin av øllum møguligum øðrum enn
vanligum barnaspølum, og hetta kann eftir mín
um tykki blokera fyri hugflognum at vera kreativ
og finna uppá.
Jóna Nicolajsen sigur seg onga løtu ivast í, at
barnagarðar gera eitt stórt og dygdargott arb
eiði, sum mennir kreativu evnini hjá børnunum.
– Hinvegin er tað eingin loyna, at nógv børn
ivaleyst sita ov leingi við opnum skíggja heima
við hús, og neyvan eru fleiri meiningar um, at
skíggin ikki er besta barnagentan, sum hon tek
ur til.
Hon vísir á, at ikki minst barnagarðar vita,
at børnini elska at sleppa út at spæla – og út í
náttúruna at rannsaka.
– Vit vilja við hesum tiltaki stimbra og menna
hugin hjá børnum at spæla, sigur Jóna Nicolaj
sen.
Børnini í fokus
Alt barna-og familjutiltakið í Skopun hevur børn
ini í miðdeplinum, og soleiðis verður eisini mat
sølan barnavinarlig, bæði sølan gjøgnum dagin
og sølan, sum verður á grilløkinum um kvøldið.
Tó verður tað eisini soleiðis, at fólk, sum verða
– Hetta er í fyrsta lagi eitt tiltak, sum hevur til endamáls at byggja brýr millum børn, foreldur,
ommur og abbar. Hetta er ein felags dagur, har telefon, ipadur og telda verða løgd burtur, og
menniskjanslig virði verða sett í fremstu røð, sigur Jóna Nicolajsen, sum er ein av stigtakarunum
Í Skopun sleppa børn eisini
at ganga á stúltum, sum varð
nógv brúkt fyri árum síðan
Nógvar medaljur eru at vinna, og her
verða medaljur handaðar í Skopun