Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 5. JUNI 2017 21 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ við til hugnakvøldið á kampingøkinum, kunnu keypa sær ein góðan buff um kvøldið. – Á Pollinum í Skopun verður eisini ein bjarg­ ing­arbátur blástur upp. Her fara fólk at vísa, hvussu bjargingarbátur, sum liggur við botninum upp, verður vendur í sjónum. Meðan tiltakið er, verð­ur á máli, sum børn skilja, greitt frá, hvussu ber­ast skal at við bjargingarbátinum, um ringast vil til á sjónum. So, eisini hetta tiltakið verður til­lag­að børnum, sigur Jóna Nicolajsen. Øll, sum keypa atgongumerki til tiltakið í Skopun, fáa medalju, tí tey, sum skipa fyri, halda, at øll eru vinnarar. Soleiðis verða med­ alj­ur til bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Medaljur verða eisini til ymisku kappingarnar, og í fjør fór onkur avstað við ikki færri enn sjey med­aljum. Barna-og familjudagurin í Skopun hevur fimm høvuðsstuðlar, sum eru Føroya Grótvirki, Fonn­Flog, Valdemar Lützen, Bilrøkt, Effo og Skop­un­ar kommuna. – Vit eru sera fegin og takksom fyri at kunna bjóða til hetta tiltak í Skopun, sigur Jóna Nico­ laj­sen. llum ættarliðini utiltaki í Skopun Í fjør varð eisini skipað fyri barna-og familjudegi í Skopun, og tá luttóku eini 250 fólk, børn, foreldur, ommur og abbar – Øll, sum keypa atgongumerki, fáa medalju, og medaljur verða eisini handaðar fyri ymiskar kappingar, sigur Jóna Nicolajsen Her verður spælt og runnið við kampingøkið í Skopun, og bæði børn og vaksin hugna sær saman