Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 9. juni 2017 – Man skal ikke kaste med sten når man bor i glas­hus... Soleiðis plaga danir at siga, og hetta orðatak man Høgni Hoydal, fiski­mál­a­ ráðharri, fleiri ferðir hava sannað, tá hann hev­ur fingið síni egnu argument slongd í høvdið – eftir at hann hevur gjørt júst so­leiðis, um hann hevur funnist at sínum und­an­monn­um fyri at gera. Eitt dømi var, tá andstøðan helt tað vera rímu­ligt at fáa málið um hjúnabandslógina til fólka­atkvøðu, hóast tað var ein minniluti í Løg­ting­inum, sum vildi tað. Argumentini hjá and­støðuni vóru, at júst Høgni Hoydal hevði præd­ikað neyvt tað sama, tá hann sat í and­støðu, at 14 tingfólk skuldu kunna krevja fólka­atkvøðu um eitt mál, ynsktu tey tað. Um dagar hevur mál um veiðiloyvi hjá línu­bátum í bólki 3, sum eru flutt til upp­ sjóv­ar­skip, verið til umrøðu. Hetta er sama »skandala«, sum Høgni Hoydal fyri val­ið helt vera so álvarsama, at lands­stýr­is­mað­ ur­in tá átti at lagt frá sær – ja enntá eisini løg­mað­ur, tí hann hevði verið við í leikinum. Nú er tað nokk eingin, sum heldur, at pol­tikkur er so konsekventur – ella rætt­vís­ ur, at ting skifta fortekn, fyri tað um and­ støða blívur til samgongu – og øvugt. Tað sum passaði, tá Høgni Hoydal var and­støðu­leiðari, tað passar bara ikki í dag. Og tað sum passaði, tá Jacob Vestergaard var lands­stýr­ismaður, tað passar heldur ikki í dag. Hetta er politikkur, tá hann er bestur. Tað snýr seg um at fáa tingini at passa best til ta støðu, sum tú sum politikari er í júst nú. Tað sum vit kunnu kalla »spæl fyri gallarínum«. Tað er einki at siga til, at Høgni Hoydal verður lagdur undir trýst, tá hann sjálvur legði Jacob Vestergaard undir trýst – fyri júst tað sama. Men Høgni Hoydal veit væl, at hann verður ikki frákoyrdur fyri hetta. So kunnu vit spyrja, hví leggur hann ikki bara frá sær sjálvur? Og hann kann svara, at Vestergaard legði heldur ikki frá sær, so hví skal hann? Og Jacob Vestergaard veit akkurát líka væl sum Høgni Hoydal, at hann verður ikki frá­koyrdur. Og innast inni heldur Jacob Vestergaard ikki, at Høgni Hoydal skal leggja frá sær – júst sum hann sjálvur ikki legði frá sær fyri tveimum árum síðani. Ja politikkur er løgin. Ein lands­stýris­ mað­ur, sum sigur ósatt, sleppur ikki væl frá tí. Men er tað í lagi, at hava ein lands­stýr­is­ mann sum gloymir? Malan Johansen er sett sum stjóri í end­ur­stovn­ aða Landsbanka Føroya. Mal­an Johansen er 50 ár. Hon er útbúgvin Cand merc, MSc í Management og hevur har­ um­framt diplom í journalistikki. Fimm fólk søktu starvið. Setanarnevndin metti, at Mal­an Johansen hevði bestu formligu leiðslu­før­leik­ar­nar og leiðsluevnini, ið skulu til at røkja starv­ið sum stjóri í landsbankanum. Malan Johansen hevur bæði drúgvar og breið­ar royndir innan fíggjarøkið og leiðslu­ roynd­ir frá privatum virki og almennari fyri­siti­ng. Hon hevur verið við í tilgongdini við lands­bankanum frá byrjan umframt at hava roynd­ir frá øðrum pørtum av fíggjarfyrisiting lands­ins. Seinasta hálva árið hevur Malan Johansen verið virkandi stjóri í nýstovnaða Landsbanka Føroya. Tilsamans eru fimm starvsfólk í Lands­banka Føroya. Landsstýrismaðurin farin at gloyma Malan er nýggi stjórin Landsbankin Les eisini blaðið á telefonini Best var ikki næstbest... Høgni Djurhuus baksíðan Sámal Patursson 100 ár sunnudagin Siðsøga síða 28-29 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Ronaldo tjenar mest í ítróttar­heimi­ num, og Ser­ena Williams er einasta kvinna á topp-100 listanum hjá Forbes Og tað gongur væl hjá Christiano Ronaldo í løtuni. Í kappingini farnu fingu hann og liðfelagar hansara í Real Madrid eitt spanskt meistaraskap og ein Champions League- tittul í skjáttuna. Men eisini fíggjarliga smílir heimurin til portu­gisaran, sum liggur ovast á listanum hjá am­erikanska vinnublaðnum Forbes við ítróttarfólkum í heiminum við hægstu inn­ tøku­num. Ørandi 614 milli­ón­ir krónur sigst Ron­ aldo tjena um ár­ið á fyrstaplássi, tá bæði løn, bon­us og spons­orinntøkur eru í­rokn­aðar. Forbes skrivar, at Ronaldo fekk 370 mill­iónir krónur í løn frá Real Madrid. Á­leyp­arin hevur har­ umfram fingið um 200 mill­i­ónir krónur frá sponsorum. Kurv­a­bólts­leik­ ar­in LeBorn James ligg­ur á øðr­um plássi við 569 milliónum krónum í inn­tøku. Lionel Messi hjá FC Barcelona er num­mar trý við umleið 528 milliónum krón­um. 100 ítróttarfólk eru á listanum, sum í orðs­ins rætta týdningi er ein mannfólkalisti. Av teimum 100 er bara ein kvinna, Serena Williams, sum pressar seg inn sum nummar 51 við eini ársinntøku upp á 178 milliónir krón­ur. Á topp 10 listanum eru fýra kurva­bólts­ spæl­ar­ar, tveir fótbóltsspælarar, eina Formel 1 koyr­ar, ein sum spælir amerikanska fótbólt og ein golfspælari. /ritzau/ Heimsins best lønti spælir við føroyingar Heimsins ríkasta ítróttarstjørna í hornatøkum við Hall Hansson á Tórsvølli í oktober í fjør