Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 3 INNBJÓÐING Í samband við, at nýggja VIÐGERÐARHEIMIÐ FRÆLSI hjá Frelsunarherinum byrjar sítt virksemi á Eiði, bjóða vit til móttøku 14. juni 2017 kl. 15.00 - 18.00 Byrjað verður í ítróttahøllini kl. 15.00 við røðum og tónleiki, síðani er stovnurin opin fyri almenninginum. Friðartún 1 FO-620 Runavík Roðin søkir eftir einum framsøknum leiðara, sum frá 15. juli 2017 - ella eftir nærri avtalu - kann taka við starvinum sum leiðari eftir Tord Niclasen, sum fer frá fyri aldur hin 01. august 2017. Starvið snýr seg um at stjórna Økistænastuni, sum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommuna gingu saman um, tá ið hetta varð flutt frá landsgeiranum til kommunurnar at reka. Skrivstovan hjá leiðaranum er staðsett á Røktar-og ellisheiminum í Runavík. Hesin skal taka sær av leiðsluarbeið- num við ábyrgd av teimum fakligu, fyri- sitingarligu og starvsfólkaligu viðurskift- unum á økinum, sum fevnir um fyribyrg- ing, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála, Heimið á Mýrunum og Røktar-og ellisheimið í Runavík. Meginmálið hjá Roðanum – økistænast- uni – er at tryggja, at okkara borgarar sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir, tí verður eitt av aðalmál- unum hjá nýggja leiðaranum framhaldandi at seta menning og endurmenning í fremstu røð. Týdningarmikið er, at virkað verður inn í framtíðina soleiðis, at tær mest optimalu javnvágirnar verða funnar, har sum mest fæst fyri tær játtanir, sum Roðin fær árliga frá teimum trimum kommununum, ið eiga samstarvið. Í løtuni hevur Roðin ein kostnað á áleið 70 milliónir krónur um árið. Meginuppgávurnar í starvinum eru • at menna og skipa eina samansjóðaða tænastu, sum á besta hátt stuðlar borgarunum • at tryggja fakliga støðið, førleika- menning og trivnaðin hjá starvsfólkunum • at tryggja neyva fíggjarstýring soleiðis, at árliga játtanin verður hildin • at tryggja at lógir, kunngerðir og ásetingar verða hildnar til frama fyri borgaran • at samskifta við avvarðandi stovnar, áhugafeløg v.m. • at vera andlit Roðans í almenna rúminum • at virka sum fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum. Roðin kann bjóða umsøkjaranum eitt sera spennandi og fjølbroytt starv í góðum umhvørvi. Avgerðarrætturin er stórur, og góður møguleiki er fyri faklig- ari og persónligari menning, og so nýggj sum økistænastan er í kommunala geiranum, er møguleiki fyri at mynda og at ávirka gongdina frameftir ta røttu leiðina. Roðin væntar, at umsøkjarin hevur • viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir • leiðsluroyndir úr hinum almenna, kommunala ella privata geiranum • sera góð evni til fíggjarstýring • torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksib- ul og opin fyri nýggjum avbjóðingum • gott hegni at samskifta/samstarva. Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará ella til teldupost- adressurnar: runavik@runavik.fo og tobbi@runavik.fo. Freist Umsóknin skal vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hin 20. juni 2017. Meiri fæst at vita um starvið við at ringja til Tord Niclasen, verandi leiðara, á tlf. 290200 - ella til Tórbjørn Jacobsen, stýrisformann, á tlf. 237015. Roðin tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyð- ugt at lýsa starvið leyst av nýggjum. ______________________________________ Eldraøkið varð flutt frá landsgeiranum til kommunala geiran at reka frá 1. januar 2015. Kommunurnar í syðra partinum av Eysturoy tóku seg saman í eitt samtak, og skipaðu í samvinnu økistænastu, sum seinri fekk heitið ROÐIN. Sjóvar; Nes- & Runavíkar kommuna við góðum 6 túsund borgarum varða av Roðanum. 23 bygdir eru í økinum og samstarvið Roðin eigur bygningarnar í Runavík, á Toftum, Strondum og á Skála. Uml 200 fólk eru knýtt at økistænastuni og svarar hetta til áleið 140 ársverk. Leiðarin vísir til Stýrið, sum er mannað við teimum trimum borgarstjórunum og øðrum bý- & bygdaráðslimum í teimum trimum kommununum. Økistænastan fevnir sum sagt um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og røktarheim. SØKIR LEIÐARA K R E A ÆTTARSTEVNA 15. juli 2017 Ættarstevnudagur fyri Zacharias Michelsen av Kirkju, føddur í 1814 og Sunnuvu Elisabeth Mikkelsdatter úr Innistovu í Hattarvík, fødd í 1826, verður hildin í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 15. juli 2017 FYRIBILS OG YVIRSKIPAÐ SKRÁ: kl. 09.30 Dyrnar verða latnar upp kl. 09.30-10.00 Kórvenjing kl. 10.00-11.00 Skráseting, útflýggjan av navnamerkjum kl. 11.00 Morgunmatur kl. 12.00 Boðið verður vælkomin. Stuttar framløgur um ættargreinirnar eftir Zacharias Michelsen og Sunnevu Elisabeth Mikkelsdatter Óli Marner Christiansen er borðstjóri kl. 14.00 Drekka og køkur kl. 15.00 Tættir úr ættarsøguni – Jógvan Páll Poulsen sigur frá kl. 16.00 Ættin sæð í tí føroyska samfelagnum mitt í 1800-talinum. Anna Katrin Matras sigur frá kl. 16.30 Ættarsangkór syngur kl. 17.00 Matur, kalt borð við ymiskum føroyskum viðskera vm. Tá ið steðgir eru í skránni, verður sungið úr sanghefti, sum verður gjørt til dagin. Ymisk ættarfólk spæla undir. Framhaldandi hugni verður um kvøldið. LUTTØKUGJALD Umfatar ymiskt fyrireikingartilfar, mat og drykkjuvørur (te, kaffi, juice) er: kr. 300,00 fyri vaksin, kr. 150,00 fyri børn yngri enn 12 ár, børn yngri enn 7 ár sleppa ókeypis. Aðrar drykkjuvørur kunnu keypast. TILMELDING Seinasta freist at tekna seg er 15. juni 2017. GJALDING Luttøkugjald skal gjaldast á konto okkara í Norðoya Sparikassa 9865-0003095325. Legg til merkis: í samband við gjalding skal upplýsast nágreiniliga, hvørjar luttakarar goldið verður fyri. Tilmelding og nærri kunning er á heimasíðuni http://zm2017.weebly.com/tilmelding.html. Hjá teimum, sum ikki røkka internetið, ber eisini til at tekna seg við at ringja til Ka- trina Rubeksen á telefon nr. 513320 Fyrireikingarbólkurin