hósdagur 8. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
4
Mánadagin kl 19.00 verður almennur
borgarafundur í skúlanum í Kaldbak um
arbeiðið hjá Tórshavnar kommunu at
leggja grót frá undirsjóvartunlinum á
vinnuøki á Sundi.
Á fundinum verður kunning um
samskiftið við Tórshavnar býráð, støðan
í kommununi, og orðaskifti um málið.
Eisini verður uppskot lagt fram um
at kæra Tórshavnar kommunu fyri
Heilsu- og Innlendismálaráðið.
- Orsøk til málið er, at
samanleggingarsáttmálin og
landsstýriskunngerðin um
kaldbaksnevndina verða brotin ferð
eftir ferð, verður sagt í dagskránni fyri
fundin.
Á dagsskránni er
eisini uppskot til
yvirlýsing, og
uppskot um at
velja nevnd at
fyrireika eitt
áhugafelag
fyri bygdina
Kaldbak,
Kaldbaksbotn
og Sund.
Nýtt rák hevur við sær, at tað er
blivið alt meiri vanligt, at tónleikarar
geva tónleik út á vinylplátum. Eisini
í Føroyum sæst hetta rák aftur, her
tónleikarar sum Eivør, Marius, Hans
Andrias, Konni Kass og fleiri hava givið
vinylplátur út seinnu árini.
- Nógvir føroyskir tónleikarar velja
nú at geva tónleikin hjá sær út á plátum,
og vit selja alt fleiri føroyskar LP-
plátur til fólk uttanlands, sigur Olivur
Eystberg, sum starvast hjá Tutl.
Plátan hjá Konni Kass hevði til dømis
veruligan undanvind í jólasøluni og
seldi næstan 300 eintøk í útlandinum.
Eisini í Føroyum er sølan av LP-
plátum støðugt vaksandi. Meira kann
lesast um hetta á síðu 16-17 í dagsins
blaði.
Konni Kass hevur selt nógvar
LP-plátur uttanlands
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tað blivu einaferð seld føroysk
egg. Hønirnar vóru úr Danmark,
og fóðurið var úr Danmark, men
eggini vóru føroysk.
Einaferð segði ein maður, at man
skuldi hava góða heilsu fyri at
verða sjukur í Føroyum.
[-rn] varnar kv3e
verja, vernd
Fiskivinnueftirlitið
Vørn hevur verið í
miðdeplinum fyri
heitasta politiska
málinum hesa vik
una. Flyting av
veiðiloyvi millum
skipabólkar hevur
givið Fiskimála
ráðnum trupulleikar, og eisini landsstýrismaðurin Høgni
Hoydal er komin í andglettin. Ein teldupostur frá Vørn
til landsstýrismannin og aðalstjóran í Fiskimálaráðnum
er blivin sentralur í umstrídda málinum, sum kann fáa
onkrar umsitingarligar ella politiskar avleiðingar.
Helvtin av teimum
5000 fólkunum, sum
eru í fátækaváða,
eru pensjónistar
Malan Johansen
er sett sum stjóri í
Landsbankanum
Tríggir mans verða
koyrdir í land av Polar
Nanoq, tí teir verða
kannaðir positivir
fyri at hava
brúkt hassj.
Smáu
fakbólkarnir
á Lands
sjúkra
húsinum vilja
nú eisini sleppa
upp í leiðsluna
Viðgerðarheimið Frælsið
á Eiði verður nú tikið
í nýtslu. Heimið skal
hjálpa ungfólki við
rúsevnistrupulleikum.
Størsti fólkaskúlin í
landinum skal hava
nýggjan stjóra, tí
Hanus Joensen gevst í
starvinum í summar.
»Vørn«
Kaldbaksfólk
umhugsa at kæra
BORGARAFUNDUR
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk í Føroyum eru
í fátækaváða
5000
MANGT OG HVAT
Visti tú?
At í 2015 høvdu 630
føroyingar eina ársløn
omanfyri eina millión
krónur
TÓNLEIKUR
Nógvar føroyskar
plátur til útlandið
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
2-7 m/s
6-10
5-10 m/s
2-7 m/s av landnyðringi og nakað av
sól. Um náttina vekur vindurin upp
í 5-10 m/s, og tað verður skýggjað.
Hitin verður um 10 stig – um náttina
millum 3 og 7 stig.
5-10 m/s av eystri, seinni av suðri
og útsynningi og minkandi niður 2-7
m/s. Skýggjað veður og regn ella
ælaveður. Hitin alt døgnið millum 8
og 12 stig.
6-10 m/s av landnyðringi. Mest
skýggjað veður og um náttina regn
ella ælaveður. Hitin alt døgnið
verður millum 6 og 10 stig.
5-10
2-7 m/s
Alt fleiri føroyskir
tónleikarar geva tónleik
út á vinylplátu