Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 5 Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærara í fast starv, 30 tímar um vikuna, at byrja 15. august 2017 HEILSUSKÚLI FØROYA Skúladepilin í Suðuroy 950 Porkeri Telefon (+298) 614210 heilsuskulin@skulin.fo www.heilsuskulin.fo Tú skalt hava heilsuútbúgving á bachelorstøði, ið er viðkomandi fyri heilsuútbúgvingarnar. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna við fastari arbeiðstíð á skúlanum. Fyrimunir eru, um tú hevur undirvíst áður. Tað er eitt krav, fyri at verða sett/ur í starv, at tú hevur arbeitt í minsta lagi eitt ár, innan títt fakliga øki, eftir lokna útbúgving. Námsfrøðilig eftirútbúgving skal takast innan eitt avtalað áramál, um tú ikki hevur hesa framman­ undan. Starvið umfatar undirvísing av heilsuhjálpara­ næmingum og heilsurøktaranæmingum, fyri­ reiking og tilrættisleggjan í samband við undir­ vísing, harumframt næmingasamrøður og starvs venjingarvitjanir, tá næmingar eru í starvsvenjing. Somuleiðis umfatar starvið samábyrgd av at menna útbúgvingarnar, at luttaka á toymisfundum, at vegleiða í samband við verkætlanarskriving, at hava próvtøkur og annars at taka medábyrgd av øllum virksemi á skúlanum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans, á tlf. 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo. Umsóknarfreistin er 22. juni 2017. Umsóknir, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast til: HEILSUSKÚLI FØROYA Stílað: Jórun Petersen, leiðara Grønudalur 2, Hov, 950 Porkeri Landsapotekarin S t a r a v e g u r 1 5 | P o s t b o k s 3 0 8 7 | F O - 1 1 0 T ó r s h a v n M Ó T T Ø K A Í sambandi við at Hjalti Gunnarstein hevur tikið við sum landsapotekari, verður skipað fyri móttøku í hølinum hjá landsapotekaranum, Staravegur 15, hósdagin 15. juni frá kl. 15.00 til 19.00 Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn