hósdagur 8. juni 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
PERSÓNSSØGA
– Tá eg so hugdi inn hagar, sá eg systur mína og dóttur mína,
ið báðar búgva í Avstralia. Eg trúði ikki mínum egnu eygum,
so eg hugdi einaferð aftrat, og brast síðan útúr at flenna, tí eg
visti ikki hvat annað eg skuldi gera. Eg hevði als ongan varhuga
av, at tær høvdu lagt nakað slíkt til rættis, og bleiv fullkomiliga
tikin á bóli. Tað sigur hálvføroyska Ann Gartside, sum í 65
ára føðingardegi fekk eina ferð til Føroyar í gávu. Lítið visti
hon, at familjan eisini var komin alla vegin úr Avstralia
HALLUR AV RANA
T
að var ein minningar
ríkur flogferð hjá ferða
fólkunum, ið ferðaðust
við Atlantic Airways úr
Edinborg í Skotland til Føroyar
sunnukvøldið. Á sosialum miðlum
hava fleiri sjónbond víst hvussu
ferðafólkini hendan túrin blivu
undirhildin við ikki minni enn
trimum ymiskum framførslum frá
felags ferðandi á túrinum heim til
Føroyar.
Lagið tyktist at vera framúr gott
hjá ferðafólkunum, ið flestu nokk
munnu hava glett seg at koma heim
aftur til klettarnar eftir ein steðg
á bretsku oyggjunum í nakrar
dagar, vikur ella mánaðir. Men hjá
einum av ferðafólkunum var talan
um fyrstu vitjanina til Føroyar og
føroysku familjuna í 45 ár.
Janet Gartside, ið hevur bretsk
an pápa og føroysku mammu, men
er sjálv búsitandi í Perth í Avstralia,
var nevniliga á veg til Føroyar við
systurdóttrini, har hon hevði lagt
til rættis eina heilt serliga gávu til
systrina Ann Gartside, ið tríggjar
dagar frammanundan var komin
til Føroyar saman við eini vinkonu.
– Fyri einum mánaði síðan fylti
Ann 65 ár, og fekk hon tá eina ferð
til Føroyar í gávu frá eini vinkonu.
Ann býr í Fraklandi, meðan restin
av familjuni, eg, systur okkara
Jona og dóttur Ann, búgva øll í
Avstralia, greiðir Janet Gartside
frá, og heldur á.
– Tá ið vit hoyrdu um gávuna,
byrjaðu eg og dóttur hennara Lisa
at tosa saman, um vit ikki sjálvar
skuldi farið til Føroyar uttan at
Ann visti av tí. Tað hildu vit báðar
vera eitt stuttligt hugskot, so vit
bíløgdu ferðaseðlar til Føroyar,
so vit kundu ferðast frá hinum
endanum av jørðini at taka Ann
á bóli.
14.790 kilometrar
Soleiðis kom tað í lag, at Janet
Gartside og systurdóttirin ferð
aðust tær 14.790 kilometrarnar,
ið tað er í beinari linju frá Perth í
Avstralia til Føroyar. Fyri at tryggja
sær, at systurin ikki fekk nakran
illgruna, setti Janet Gartside seg í
samband við familjuna í Føroyum.
– Tíbetur, so er tað vorði lættari
at halda samband við føroyska
familjuna eftir, at øll hava fingið
sær Facebook. Teimum dámdu
væl hugskotið, so tey hjálptu við
at halda loynimálið fyri Ann, sigur
Janet Gartside.
Seint sunnukvøldið komu so
Janet Gartside og systurdóttirin
við flogfarinum frá Edinborg.
Klokkan var tó blivin so mikið
nógv tá, at tey valdu at sova hjá
føroysku familjuni og heldur taka
systrina á bóli næsta morgun.
Hevði ongan varhuga
Tríggjar dagar frammanundan
var Ann Gartside komin til Før
oyar saman við vinkonuni, og
hevði hon brúkt dagarnar at vitja
familju í Havnini, Vágum og Eiði.
Mánamorgunin var hon tíðliga á
føtum, og var farin ein túr út, tá
systurin og dóttirin sníktu seg inn
í húsið, og settu seg í stovuna at
bíða til hon kom heimaftur.
– Eg kom inn hendan morgunin
og helt meg hoyra okkurt í stovuni.
Tá eg so hugdi inn hagar, sá eg syst
ur mína og dóttur mína, ið báðar
búgva í Avstralia. Eg trúði ikki
mínum egnu eygum, so eg hugdi
einaferð aftrat, og brast síðan út
úr at flenna, tí eg visti ikki hvat
annað eg skuldi gera. Eg hevði als
ongan varhuga av, at tær høvdu
lagt nakað slíkt til rættis, og bleiv
fullkomiliga tikin á bóli, sigur Ann
Gartside.
Sjálv býr Ann Gartside, sum
tann einasta í familjuni, enn í
Evropa, so tað ganga vanliga trý ár
ímillum, at systrarnar hittast. Tískil
var tað av sonnum ein gleðistund,
tá hon hendan morgunin sá síni
nærmastu aftur.
– Hetta var ein serligur morgun
fyri meg. 65 ára føðingardagurin
hjá mær var í mai, men gávurnar
blíva við at koma. Nú hevur hann
vart í ein heilan mánað, sigur ein
fegin Ann Gartside.
Mamman giftist hermanni
Hóast Gartside familjan í dag er
spjadd um allan heim, so líkist
familjusøgan henni hjá nógvum
øðrum føroyskum familjum und
ir 2. veraldarbardaga. Gunnvør
Norðfoss varð borin inn í heim í
ein systkinaflokk av átta børnum,
og livdi eina trygga tilveru í lítla
samfelagnum í Norðuratlants
havinum.
Tá ið hon var tannáringur, brast
kríggj á í heiminum, og enntá lítlu
Føroyar fingu ein leiklut, tá bretskir
hermenn hertóku oyggjarnar.
Millum teir hermenninar var pápi
Ann og Janet Gartside.
– Mamma hevur mangan greitt
frá, hvussu tær føroysku genturnar
dámdu væl hesar fremmandu
hermenninar. Pápi var ein teirra,
og hann fekk skjótt eitt gott eyga
á mammu, og bað hana um at
giftast við sær. Hon segði ja, tey
giftust og fluttu tá kríggið var av til
lítla fiskivinnubýin Fleetwood, ið
liggur á vesturstrondini í Norður
onglandi, greiða báðar systrarnar
frá.
Longdist heim
Men sum so nógvir føroyingar í
útlegd hava sannað gjøgnum ár
og dag, so kann longsulin heim
skjótt gerast stórur, tá man
býr sum fremmandur í øðrum
landi. Gunnvør Gartside dugdi
ikki málið serliga væl og hevði
tí trupult við at finna sær vinir í
nýggja heimstaðnum. Fyri eina
unga kvinnu, ið var von við at hava
nógva familju og vinir kring seg,
kendist tilveran í Norðuronglandi
tískil sera einslig fyrstu árini.
– Pápi sá hetta og skilti hennara
støðu, so hann gav henni loyvi at
ferðast so nógv til Føroyar, ið hon
nú einaferð ynskti. So tey fyrstu
tíggju árini skifti mamma øgiliga
Ferðaðust 14.790 kilo
fyri at taka Ann á b
Seinast eg var
her, so tók tað
okkum ein
hálvan dag
at ferðast til
Eiðis at vitja
familjuna har,
tí vit máttu
vit báti. Nú
eru brýr,
tunlar, undir
sjóvartunlar og
nýmótans vegir
allastaðni, so
tað sum fyrr
tók ein hálvan
dag, tekur
nú einans ein
tíma«
SOSIALURIN 66
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017