hósdagur 8. juni 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
nógv millum at búgva hjá familju í
Føroyum og manninum í Onglandi,
greiðir Ann Gartside.
Soleiðis bar til, at bæði Ann Gart
side og næstelsta systurin Jona
Gartside, eru føddar í Føroyum,
og vóru tær nógv í Føroyum tey
fyrstu barnaárini.
Familjan er týdningarmikil
Við árunum fór Gunnvør Gartside
at trívast betri í sínum nýggja
heimlandi, og túrarnir til Føroyar
gjørdust færri í tali. Men sam
bandið við familjuna bleiv hildið
við líka, og hon lærdi børn síni, at
familja er nakað av tí týdningar
miklasta í lívinum.
– Hon legði dent á, at vit skuldi
vera stolt av okkara føroyska upp
runa. Eg haldi sjálv, at eg ikki dugi
serliga væl at tosa føroyskt, men
bæði Ann og Jona tosa flótandi
føroyskt. Vit eru errin av okkara
víkingablóði, sigur Janet Gartside.
Hóast tað eru 45 ár síðan, at
Janet Gartside seinast var í Føroy
um, so hevur systurin Ann Gartside
verið á vitjan síðan.
– Í 2001 var seinastu ferð eg
vitjaði her, men mær dámar so væl
at vitja familjuna her i Føroyum.
Um tú hevur føroyskt blóð og er
her nakrar dagar, so hevur man als
ongan hug at fara heim aftur, sigur
Ann Gartside.
Dagarnar vera eisini serliga
brúktir til at vitja familjuna og
uppliva føroyskt gestablídni.
– Vit hava eina stóra familju
her í Føroyum. Mamma var ein av
átta systkjum, so vit síggja ymiskar
familjulimir hvønn dag, meðan vit
eru her. Og allastaðni verða vit
møtt við tí sama gestablídninum
og eini yvirflóð av mati, sigur Janet
Gartside
Samfelagið nógv broytt
Føroyar eru tó nógv broyttar
síðan Janet Gartside seinast var
á vitjan í 1972. Umleið 39.000 fólk
búleikaðust í landinum tá, Atli P.
Dam var farin undir sítt fyrsta
skeið sum løgmaður, ein nýggj
fyritøka við navninum Palli hjá
Mariannu varð stovnað í Klaksvík
hetta árið, landið var skipað í 50
ymiskar kommunur, Klaksvík
fekk hetta árið býarheiti, meðan
Hvalbiartunnilin, tunlarnir Norður
um Fjall og Sandvíkartunnilin vóru
einastu tunlar í landinum.
– Seinast eg var her, so tók tað
okkum ein hálvan dag at ferðast til
Eiðis at vitja familjuna har, tí vit
máttu vit báti. Nú eru brýr, tunlar,
undirsjóvartunlar og nýmótans
vegir allastaðni, so tað sum fyrr tók
ein hálvan dag, tekur nú einans ein
tíma. Tað er fantastiskt, tí nú ber
til at vitja alla familjuna meðan vit
eru her, sigur Janet Gartside.
Serliga er hon tó bilsin yvir
hvussu stór Havnin er blivin hesi
árini.
– Høvuðsstaðurin hevur upp
livað ein ógvusligan vøkstur, og er
nógv størri í vavi enn eg minnist.
Tað einasta eg kenni aftur eru
húsini hjá abba mínum har vit
plagdu at vitja. Fyrr stóðu tey fyri
seg sjálvi, men síðan hevur familjan
bygt kring tey, so øll búgva í sama
øki, sigur Janet Gartside.
Sunnudagin fara systrarnar og
fylgi av landinum aftur, og spurd,
um tær koma aftur, tá Janet
Gartside fyllir 65 ár, er Janet Gart
side skjót at svara.
– Tað liggur ikki í kortunum
sum nú er, men tað kann væl vera.
Vit dáma hvørt fall væl at vitja her
í Føroyum, sigur Janet Gartside.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Um tú hevur
føroyskt blóð
og er her
nakrar dagar,
so hevur man
als ongan hug
at fara heim
aftur«
ometrar
óli
– Hetta var ein serligur morgun fyri meg.
65 ára føðingardagurin hjá mær var í
mai, men gávurnar blíva við at koma. Nú
hevur hann vart í ein heilan mánað
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66