Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 8 Siga ikki satt fyri kaldbaksfólki Jóhann Mortensen Tá á-huga­bólk­ur­ in í Kaldbak sat á fundi á mána­ kvøldi tann 30. mai kom ein frá­ boðan frá næst­ for­kvinnuni í Tórs­havnar býráði við hesi byrjan: “Hetta skriv er sent kald­baks­ nevndini í kvøld: Sáttmálin um at taka ímóti gróti frá undir­ sjóvar­tunnlinum og leggja tað til vinnuøkið á Sundi varð undir­ ritaður í fjør av fyrrverandi bý­ ráðnum í TK.” Niðast stendur: “Býráðsmeiri­ lutin í Tórshavnar kommunu” Millum tey skjøl, fólk í á-huga­ bólkinum í Kaldbak høvdu biðið um innlit í, var eingin sáttmáli frá undanfarna býráði um at taka ímóti gróti at leggja á tað ætlaða vinnuøki á Sundi. Afturímóti hava fólk í á-huga­ bólkinum fingið ein sáttmála, sum er undirskrivaður so seint sum tann 26. apríl í 2017 um at taka ímóti gróti úr Eysturoyartunnlinum. Verandi borgarstjóri, Annika Olsen, kommunustjórin, Bjørgfríð Ludvig, og havnameistarin, Jónsvein Lamhauge, hava undirritað hann. Við ørðum orðum samsvara hesi oman fyri nevndu skjøl ikki. Hvør, ið hevur skrivað fráboðanina til kaldbaksnevndina, er ikki upplýst. Ein skrivari í kommunalu fyrisitingini? Ella ein politikkari? Eg eri sannførdur um, at send­ arin, Gunvør Balle, ikki tilvitað sigur ósatt fyri kaldbaksfólki. Ruggar ikki rætt Men hetta skriv við ósannindum sigur okkum nakað um, at tað er nógv, sum ikki ruggar rætt í hesum máli, og at virðingin fyri borgarunum í Kaldbak ikki er stór. Tíverri. Tí átti býráðið nú at tikið í egnan barm og steðga hesum “keðiliga máli”, sum býráðslimir ferð eftir ferð siga. Eitt er málið um byggisamtykt, vinnuøki og náttúruoyðing. Men tað grundleggjandi er, at rættar­støðan hjá Kaldbak við saman­leggingarsáttmála og landsstýriskunngerð er brotin aftur og aftur og aftur í hesum máli. Tí føla nógv í Kaldbak, at Tórs­havnar býráð eyðmýkir Kald­ bak, og tað góðtaka vit ikki meira. Bara tað, at býráðið skjúgvar mótmælið hjá allari bygdini til viks, sigur nakað um hugburðin á Vaglinum mótvegins eini heilari bygd. “Slingur í valsinum” Málið um vinnuøkið og náttúru­ oyð­ingina er ikki bara eitt problem hjá Kaldbaksfólki. Málið er eisini eitt problem í býráðnum. Nevnast kann, at sama morgun, sum sáttmálin varð undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið um grótið og vinnuøkið, boðaði forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn frá, at rør og grót, sum varð lagt í ósan í Sundsá flaggdagin, skuldi takast uppaftur. Bæði grót, skervur og rør varð partvíst tikið uppaftur. Dagin eftir boðar formaðurin í vinnunevndini, Bogi Andreasen, frá, at koyrivegur kortini skuldi gerast tvørtur um Sundsá til tað ætlaða vinnuøkið – náttúru­ oyðingin skuldi fremjast í verki. Ein býráðslimur sigur eitt og ein annar sigur eitt annað. Her ruggar heldur ikki rætt. Sum fimm fótboltsvallir Fólk spyrja okkum í Kaldbak, hví kann kommunan ikki gera eitt vinnuøki á Sundi? Sund er farið kortini, staðfesta tey so. Til tað er at siga, at Sund er farið, men náttúran úr Sundsá og eystureftir “er ikki farin”, sum yvirfriðingarnevndin heldur. Øll fjøran framvið Kaldbaksfirði – av Sundi, inni í botnin, og út til Kaldbaks – er farin undir vegin. Vegurin var ein treyt fyri, at bygdin kundi fáa vegasamband, hóra undan og vaksa. Tað er góðtikið, men tá byggi­ samtyktin skuldi broytast, søgdu nærum øll í Kaldbak nei til vinnuøki. Nú er nógmikið. Restin av náttúruni við fjørðin skal varð­ veitast. Tí varð eisini heitt á yvir­ friðingarnevndina um at taka málið uppaftur. So skal leggjast afturat, at talan er ikki um hissini vinnuøkið. Tað skal ganga 450 metrar eystureftir og fer við allari strandarnáttúruni. Tað merkir, at vinnuøkið í longd er sum fýra-fimm fótboltsvallir. Harafturat skal vinnuøkið, tey kalla, leggjast 100 metrar út á sjógv. Ella heilar 50.000 fermetrar í vavi! Hví gera tað so keðiligt, tá tit kunnu gera tað so gott? Álvaratos tit, sum vit hava valt at skipa fyri í okkara høvuðsstaði. Kaldbak íroknað. Tit kunnu gera tað sera gott við tí nógva og góða tilfeingið, tit hava, ja, sum eingin annar. Hví gera tit tað so trupult fyri tykkum, og uppaftur keðiligari fyri okkum, sum búgva við tann – frá náttúrunar hond – so vakra fjørð? Eg haldi meg síggja á tykkum, at hetta er “eitt keðiligt mál”. Hví so ikki steðga á, viðganga og siga við tykkum sjálvi: “Vit hava mistikið okkum. Vit eiga at lurta eftir fólk­ inum við fjørðin. Vit mugu virða rættarstøðuna hjá kald­baksfólkum og lata málið ganga umaftur”. Tað er ikki eitt politiskt tap at hálsa um, tá nakað talar fyri tí. Tvørturímóti vísir tað ein jaligan menniskjan eginleika. Gevið gætur: náttúru­oyði­legg­ ingarvarðin er ikki laðaður enn. Eg veit, at at innast inni vilja tit sleppa undan at laða hann. Tað verður ein óemtaliga keðiligur minnisvarði. Mistøkini á Sundi og í Kollafirði umaftur. “Sovið uppá tað”, sum tey siga. Og “vaknið øll úr svøvni glað” og virðið rættarstøðuna hjá kaldbaksfólki! Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak tann 8. mai 2017 Náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá 8 Brot úr slatri Heri Mohr Í 2015 setti ein landsstýris­mað­ ur haka í ein moldbøkk úti í Sandagerði sunn­ an fyri Lands­ sjúkrahúsið sum fyrsta stig til eina stórútbygging av Lands­sjúkrahúsinum. Talan var um eina dulda kostnaðarmikla sjúkra­húsbygging á so høgum stigi, at okkara sjúkrahús í Havn og Klaksvík og Tvøroyri til sammetingar eru fyri feltlasarett at rokna. Tí her er talan um eitt rættiligt universitetshospital – fyri at brúka terminologiina hjá H. C. Andersen – serliga ætlað sjúklingum við truplum sjúkum og slíkum, ið krevur serviðgerð saman við serlæknum og sergransking. Eitt slíkt hospital er ikki ætl­að Marsannu og Palliba – tey hava trý vælvirkandi sjúkrahús við dugnaligum læknum og sjúkra­ systrum. Universitethospital Føroya skal virka í neyvum samstarvi við líknandi sjúkrahús í Íslandi og Norra. Aldargamla samskiftið við Ríkishospitalið og onnur sjúkrahús í Danmark heldur uppat, og sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn verður stongt. Ørkin í Reykjavík skal útbyggjast og dagførast. Hetta er sjálvandi slatur og sleyg, og Marsanna og Palliba hava tessvegna einki at ræðast, hvaðna minni Føroya Løgting. Almannaverkið, sum í mong ár hevur hildið til í ein­um av há­ húsunum hjá sjúkra­hús­verkinum á Frælsin­um, hevur gjørt ein – fyri almenningin higartil duldan – langtíðarleigusáttmála, við ein málingahandil í Havn, sum í bráðskundi hevur bygt eitt risa­ stórt hús í eysturbýnum – við sama skundi sum tað bretska hervaldið bygdi tær mongu íbúðirnar á summri 1940 – eins stórt sum grannahúsið, har Almannastovan hevur hildið til í mong ár. Tá ið almannaverkið er flutt úr háhúsinum úti á Frælsi og í tað nýggja stórhúsið hjá málinga­ handlinum, er ætlanin at flyta nakað nógv av Setrinum inn í háhúsið. Sum mong vita, er Fróð­skaparsetur Føroya ein labyrintur ymsastaðni í býnum og í Tórshavnar havn, sum er fløkja­ sligt hjá vanligum fólki í okkara lítla býi at fáa skil á. Húsaogninar hjá Lærara­skúl­ anum og Venjingarskúlanum, sum í sínari tíð vórðu bygdar og fíggjaðar av ríkiskassanum og Tórshavnar kommunu, skulu snákast, og tann stóri grøni vøllurin, sum kommunan ætlandi eigur, fer óivað at hvørva, tí hann skal brúkast til universitetskampus. Perspektivini, so duld tey eru, ræða - hvør kann trívast í slíkari fløkju – og slatri? ”Men sig, hvat ger Tingið. Nú statt ei og bín! Jú, teir selja grín!” KJAK