Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 9 Starvsfólk til verkætlanar­ arbeiði í Fólka­ heilsuráðnum Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at seta í verk sálarliga heilsukonseptið “ABC for Mental Health” í Føroyum. Í starvinum kemur tú at hava ein lyklaleiklut í at kunna um ABC-konseptið og at menna eina føroyska tilgongd at seta í verk “ABC for Mental Health” í øllum landinum. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. Umframt ABC for Mental Health kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum. Kravt verður: • Kandidatsprógv innan fakøkini sálarfrøði og heil- sufremjan/strategi • Royndir innan verkætlannararbeiði á sálarliga heilsuøkinum • Hollan kunnleika til ABC-konseptið, arbeiðsroyndir við hesum og altjóða samstarvsroyndir í ABC- felgsskapinum • Royndir innan miðlan av heilsuboðskapum • Royndir innan ráðgeving og vegleiðing innan sálar- liga heilsuøkið • Sterkar skrivligar og munnligar førleikar í føroys- kum, norðurlendskum og enskum • Góð evni til greining • Innlit í arbeiði við fólkaheilsu • Royndir innan sjálvboðið arbeiði • Fleksibul • Góð samstarvs- og samskipanarevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt starv, sum tú verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi. Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Starvið er fulla tíð frá 01/08-17 til 31/07-18. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólav Jøkladal á 515155. Umsókn: Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 100 Tórshavn ella til: t-post: fhr@folkaheilsa.fo Umsóknarfreistin er 26. juni 2017 Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo KUNNGERÐ um RUDDING Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rek­ ast á almennum ella privatum økjum, skulu verða beind burtur og latin góðkendum mót takara. Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í nátúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella priv atum uttanduraøki, og í § 10 um burt­ ur kast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni. Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrá set ing ar­ skyld ug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/ lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt innan 22. juni 2017, bein ir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning. Fuglafjørður, tann 06. juni 2017 Fuglafjarðar kommuna Fuglafjarðar Kommuna PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Torfinn Smith, Toftavegur 20, 900 Vágur, føddur tann 27. marts 1946, deyður tann 23. maj 2017 verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 200/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, t 29 j 2017 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Martin Steingrím Joensen, Stoffalág 84, Tórshavn, føddur tann 3. januar 1925, deyður tann 28. apríl 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Henrietta Joensen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 164/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. juni 2017 I búnum eftir Hartmann Joensen, Mækjugøta 10, 0, 100 Tórshavn, føddur tann 13. september 1945, deyður tann 21. desember 2016, sks.nr. 390/2016, verður hildin endaligur skiftifundur á skrivstovuni hjá skifti­ rættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, Fríggjadagin, tann 18. august 2017, kl. 10.00, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skriv­ stovuni hjá skiftirættinum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. juni 2017 Raksturin av matstovuni í Tinganesi verður við hesum boðin út alment. Útbjóðingartilfar, sum lýsir krøv og fyritreytir fæst frá Løgmansskrivstovuni Útbjóðing av matstovuvirksemi Útbjóðing av matstovuvirksemi Raksturin av matstovuni í Tinganesi verður við hesum boðin út alment. Útbjóðingartilfar, sum lýsir krøv og fyritreytir, fæst frá Løgmansskrivstovuni. Fyrispurningar um útbjóðingina skulu stílast til Leiv Langgaard, fulltrúa, tel 30 60 00 / 55 61 26, leivurl@tinganes.fo. Freistin at lata inn tilboð er mikudagin 28. juni kl. 12. Tinganes · Postrúm 64 · 110 Tórshavn tel 30 60 00 · info@tinganes.fo · www.tinganes.fo Arbeiði Timbur og Snikkaraarbeiði. Alt timbur og snikkaraarbeiði verður gjørt. Eri at hitta aft­aná kl. 18.00. Hans Bech Húsa­ smiður. hansbech@kallnet.fo Telefon: 212561 Býli í Føroyum Íbúð ynskist Ungt friðaligt par søkir íbúð at leiga í Tórshavn. Vit fara væl um, gjalda til tíðina og roykja og drekka ikki. Vit hava eingin húsdjór. 271970 Trongisvágur Um hóskandi boð fæst verdur 844 m2 grundstykki í Trongisvági (Norðan fyri vøllin) selt. 0045 - 24875002 Dýr Ynskist er nakar sum eigur undulátar at selja mær bílig? eg mangla nøkur ringja til mín 27-1723 Innbúgv Sofa og sofaborð til sølu Ein tveymans sofa við nakkapútu og skamli 2800 kr. og grønt runt sofaborð 1000 kr. 1 ára gamalt. 508549 LÝSINGARTORGIÐ