Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 10 SÓLVIT E. NOLSØ L æknatrot hóttir Lands­ sjúkra­húsið. Læknar rópa neyð­ar­ róp á Lands­sjúkra­hús­ inum. Álvarslig støða á okkara Lands­ sjúkra­húsi. Hetta er bert tríggar yvirskriftir, ið blaðfólk hava nýtt seinastu árini, tá skrivað hevur verið um Lands­sjúkrahúsið. Tað kann sjálv­ andi merkja, at ov nógvar nei­ lig­ar søgur verða skrivaðar um okk­ara Landssjúkrahús og at tað keði­liga verður framhevja meir enn nakað annað, men tað slepst ikki undan, at tað eru nógvar av­ bjóðingar á einum slíkum starvs­ pláss­ið og tað, at verða stjóri á lands­sjúkrahúsinum er ikki nakar lætt­ur postur. Tað kunnu tey flestu ásanna. Tað vísir seg eisini, at stjórarnir sita heldur ikki tíðina út, ið teir verða settir. Síðan ár 2000 hevur miðaltíðin, ið ein stjóri hev­ ur sitið á Landssjúkrahúsinum, ver­ið umleið trý ár. Nógvir fakbólkar at taka sær av Tað má verða torført at taka sær av øll­um áhugamálum hjá so nógvum fak­bólkum og kunna gera øll nøgd. Sum víst aðrastaðni á síðuni, so eru tað 40 starvsbólkar at taka sær av. Ein ómøglig uppgáva vildi onkur sagt. Tað hevur eisini víst seg í fleiri um­før­um, at til dømis fakbólkar á lands­sjúkrahúsinum hava víst sína ónøgd við mannagongdir á arbeiðsplássinum, serliga í sam­ band við leiðslu á stovninum, ella hava fakbólkar víst á tor­før­ ar arbeiðsumstøður. Fleiri ferð­ ir hava vit hoyrt frá eitt nú ser­ lækn­um, sum ynskja sær betri arb­eiðsumstøður ella eina hægri fíggj­ar­liga raðfesting til teirra øki. Fíggj­ar­málaráðið gjørdi eisini av fyrr í ár, at serlæknar skuldu fáa ser­sømd­ir fyri at gera tað lættari hjá okkum at fáa teir annahvørt at verða verandi ella at fáa fleiri ser­ lækn­ar hendaveg. Herfyri var ljós varpa á stríðið, sum var á føðideildini á sjúkrahúsinum, har ljóð­møð­ur vístu á sera torførar arb­eiðs­um­ støð­ur. Tær sendu eina kæru til Heilsu­málaráðið, har tær vístu á sína ónøgd. Tá søgdu tær millum ann­að í kæruni tá sundurbýtingin av ábyrgd á føðideilini var framd var tað ein vantandi vilji frá stjórnini at kunna og hoyra ljóðsmøðurnar, mein­ingsleysar grundgevingar, vant­andi vilja til samstarv millum fak­bólkar og persónligan ágang frá sjúkrahússtjóranum á ávísar ljós­ møð­ur. Sjúkrahússtjórin vildi ikki gera viðmerkingar til málið tá. Sum víst aðrastaðni á síðuni, so er tað eisini fíggjarliga ein avbjóðing at fáa alt á sjúkrahúsinum at ganga upp og tað var eisini nakað, sum All­an Skaalum, sjúkrahússtjóri frá 2006-2010, fekk at ásanna, tá hann bleiv koyrdur úr starvi sum stjóri, vegna tað, at Heilsumálaráðið ikki hevði álit á, at stjórin megnaði at stýra útreiðslunum á ein nøkt­ andi hátt. Stjórin sjálvur var ikki samdur í niðurstøðuni hjá lands­ stýr­is­manninum, men valdi at taka av eini fráfaringaravtalu. Vilja hava størri ávirkan á leiðsluna Týsdagin sendu nøkur fak- og áhuga­bólkar á landssjúkrahúsinum eina yvirlýsing út, har tey vístu á, at lands­sjúkrahúsið var í dag stýrt av ein­um minniluta av fakbólkum, sum sita við avgerandi valdinum. Fak­bólk­arnir mæla til, at fyri at fjøl­broytni í tí heilsufakliga virk­ sem­in­um skal endurspeglast í leiðsl­uni, men at núverandi strukt­ ur­ur er uppsettur av alt ov fáum fakbólkum. Tey siga millum annað eis­ini: Okkum tørvar eitt uttan­ hýs­is­ráð fyri heilsustarvsfólk, sum t.d. er knýtt at Heilsu- og inn­lend­ismálaráðnum, sum tryggj­ar, at mest átrokandi ósemj­urnar millum fakbólkar inn­an heilsuverkið fáa eitt fak­liga dygdargott, uttanhýsis forum kring neyðuga próvførslu og samráðing, áðrenn fakligar av­ gerðir verða tiknar ella fakligar semjur verða gjørdar. At stýra sjúkrahúsinum vísir seg at verða ein stór avbjóðing. At fáa alt at ganga upp í eina hægri eind við starvsfólki og pengum vísir seg ofta at gerast trupult. STÓR AVBJÓÐ AT STÝRA SJÚKRAHÚSIN Landssjúkrahúsið