Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 11 Tað starvast umleið 850 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og tey eru býtt í 30 starvsbólkar. Tað eru 29 sergreinir á Landssjúkrahúsinum. Árliga eru tað umleið 8.000 inleggingar og 60.000 ambulantar vitjanir. 524.000 greiningar í kliniskari kemi verða gjørdar um árið eins og tað verða gjørdar 34.000 røntgen kanningar hvørt ár. (Kelda: lsh.fo) Um sjúkrahúsið ING UM Tað hoyrist ofta, at sjúkrahúsverkið er dýrt at reka. Tað er tað eisini. Í eini fíggjarlóg, ið tilsamans telur umleið 4.7 milliardir tilsamans, fara 1.02 milliardir til Heilsuverkið, ella gott og væl ein fjórðingur av allari játtanini. Av teimum fara góðar 727 milliónir til Landssjúkrahúsið. Tað ljóðar nógv, men í veruleikanum er tað soleiðis, at tað er ongantíð nóg mikið av peningi, tí tað er nærum eitt ótømandi krav uppá serlæknar, útgerð, pláss, uttanlandsviðgerðir og so framvegis. Tí skal ein neyv raðfesting av peninginum til, fyri at halda tey flestu nøgd við starvsumstøðurnar, men tað strekkir ikki altíð til. Millum annað tók Hans Pauli Strøm í 2009 avgerð um at siga sessin sum Heilsumálaráðharri frá sær, eftir at hann kom undir trýst fyri eina óheimilaða meirnýtslu á 170 milliónir til almanna- og heilsumál frá 2005-08. Heilsuverkið ein dýrur umgangur Føroyska sjúkrahúsverkið er mannað av fleiri fakbólkum, men í dag situr ein minni­luti við, mest sum, øllum av­gerð­ar­ vald­inum á heilsufakliga virkseminum. Tíðin er komin at hyggja at leiðslu­bygn­ að­in­um í sjúkrahúsverkinum við eini dag­ før­ing fyri eyga. Okkara áhugamál eru: • Heilsufaklig menning til gagns fyri allar føroyingar • Best møgulig útgreining, viðgerð og uppfylging til borgararnar • Betri trivnaður ímillum starvsfólk Fyri at hetta skal kunna vera framt í verki, skal fjølbroytnið í heilsufakligum virk­ semi vera endurspeglað í skipan og leiðslu. Stjórnin er mannað av stjóra við sam­fe­ lagsvísindarligari bakgrund, einum ser­ lækna og einum sjúkrarøktarfrøðingi, og flestu depilsleiðslurnar eru mannaðar við ein­um serlækna í parttíð umframt einum full­tíðarsettum sjúkrarøktarfrøðingi. Hetta er ein alt ov smøl, faklig sam­an­ se­t­ing, sum als ikki umboðar tann breiða fak­liga førleikan, sum er til taks í Føroyska heilsu­verkinum í dag. Depilsleiðslurnar mugu vera fakliga fjøl­broyttar, so tær endurspegla starvs­ fólka­hópin. Hetta er alneyðugt fyri at sjúk­ling­ar, sum koma í samband við sjúkra­húsverkið, fáa eina nóg góða út­ grein­ing, viðgerð og uppfylging. Verandi leiðslu­skipan við smalari heilsufakligari um­boð­an, elvir til eina lægri góðsku enn neyðugt, fakliga ørkymlan og mis­trivna millum starvsfólkini. Við at fak­liga fjølbroytnið eisini er umboðað í leiðslu­ høpi, fáa allir føroyingar gagn av teim­um kjarnuførleikunum, teir ymsu fak­bólk­ar­ nir í sjúkrahúsverkinum hava. Í strategimálunum fyri LS stendur, at: • Tvørsektorsamstarvið og umskiftið skal áhaldandi betrast við atliti til trygd og dygd • Nøgdsemi skal m.a. tryggjast við, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða virdir og gagnnýttir • Starvsfólk eru við, tá nýhugsan og broytingartilgongdir verða gjørdar Gott samskifti skal stuðla undir gott sam­ starv innanhýsis á stovninum og mill­um Landssjúkrahúsið og aðrar sam­starvs­ stovnar Við samstarvsráðum, trygdarbólkum og trygdarnevnd, sum longu eru á LS, áttu nevndu mál at verið tryggjað við, at allir fakbólkar soleiðis vórðu við og vórðu hoyrdir í øllum týðandi avgerðum, men fleiri fakbólkar í sjúkrahúsverkinum upp­liva tíverri ikki at fáa nóg stóran ans í dag­liga arbeiðinum. Okkum tørvar eitt uttanhýsisráð fyri heilsu­starvsfólk, sum t.d. er knýtt at Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum tryggj­ar, at mest átrokandi ósemjurnar mill­um fakbólkar innan heilsuverkið fáa eitt fakliga dygdargott, uttanhýsis forum kring neyðuga próvførslu og samráðing, áðr­enn fakligar avgerðir verða tiknar ella fak­lig­ar semjur verða gjørdar. Vit vilja hava leiðsluna og viðkomandi part­ar at byrja eitt miðvíst arbeiði fyri at bøta um hesi viðurskifti. Ein øðrvísi leiðslu­bygnaður og jaligt samstarv við all­ar fakbólkar á LS eru neyðug, um vit skulu tryggja vitunarbýti og trivna mill­ um starvsfólkini. Harvið tryggja vit, at sum mest fæst burtur úr dygdini í sjúklingagongdini, øllum borgarum í Før­ oy­um at frama. Heilsurøktarafelagið Ljósmøðrafelag Føroya Kost- og føðslufelag Føroya Fysoterapeutfelag Føroya Musikterapeutar Bioanalytikarafelagið Sosialráðgevarafelag Føroya Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar Ergoterapeutfelagið Radiografar í Føroyum YVIRLÝSING