Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 12 TEMA Landssjúkrahúsið Jóanis Erik Køtlum (2000 – 2002, 2010) Fyrsti sjúkrahússtjórin eftir at skipanin bleiv broytt. Tók við í oktobur 2000 eftir Jákup Mørkøre, sum bleiv sagdur úr starvi. Segði upp á heystið 2001 og fór úr starv­in­um 31. mars 2002. Bleiv settur sum virkandi stjóri heystið 2010 eftir at Allan Skaalum varð sagdur úr starvi. Hevur eisini verið sjúkrahússtjóri í Grønlandi. Er nú verkætlanarleiðari í Talgildu Føroyum. Hevði eina stóra avbjóðing, tá 18 av 23 sjúkrasystrum á B6 søgdu seg úr starvi í 2001 vegna vánaligar arbeiðsumstøður. Poul Geert Hansen (2002 – 2006) – Eg ætli mær at halda longri á enn summir av mínum undanmonnum hava gjørt, segði Poul Geert Han­sen við Sosialin, tá hann tók við sum stjóri í 2002. Tók við eftir at Jóanis Erik Køtlum valdi at fara úr starvinum í ótíð. Møtti nógvari mótstøðu í 2005, tá hann á vári umskipaði ar­beiði á føðideildini. Í oktob­ur fóru starvsfólkini á Lands­sjúkra­húsinum í verkfall og síðani segði Poul Geert Hansen Jóhan Petur Davidsen, yvirlækna, frá sum leið­andi yvirlækna, tí hann hevði framt fleiri skurðviðgerðir undir verkfallinum. Poul Geert Hansen er í dag aðal­stjóri í Mentamálaráðnum Allan Skaalum (2006 – 2010) Arvaði stríðið um føðideildina frá undangongumanninum og fekk ein sannan elddóp, tá allar ljósmøðurnar søgdu seg úr starvi á heystið 2006. Bæði í 2008 og 2010 var neyðugt við stórum sparingum, tí at játtanin til Landssjúkrahúsið var ov lítil. Allan Skaalum hótti við, at Landssjúkrahúsið hvørki hevði ráð til heiligvág ella skurðviðgerðir. Í 2008 endaði tað við stríði millum sjúkrahúsleiðsluna og Jóannes Eidesgaard, løgmann. Tá Jóannes Eidesgaard í 2010 var fíggjarmálaráðharri, mátti Allan Skaalum aftur spara. Í august 2010 segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, Allan Skaalum úr starvi fyri áhaldandi meirnýtslu. Hann er í dag fyrisitingarleiðari í Bústøðum SJÚKRAHÚ