Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 13 Sigurð Vang (2011 – 2015) Eftir at Jóanis Erik Køtlum hevði verið virkandi stjóri í nakrar mánaðir bleiv Sigurð Vang settur í starv sum sjúkrahússtjóri. Hevur eftir øllum at døma ikki havt somu ógvusligu fíggjar­ligu avbjóðingar sum undan­gongu­menninir, men var í stríð við fleiri yvirlæknar tey árini, hann var sjúkrahússtjóri. Hann er í dag mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu Johnny í Grótinum (2015 – 2017) Johnny í Grótinum kom úr einum starvi í BankNordik í sjúkrahúsið. Hevur megnað at skapt frið á yvirlæknaøkinum, men tað kann tykjast, sum um hann hevur opna eskjuna hjá Pandoru av nýggjum, tá hann avgjørdi at broyta ar­beiðsviðurskiftini á føðideildini. Hevur umframt sjúkra­hús­ stjórastarvið eisini verið formaður í fiskivinnu­nýskipanar­bólkinum hjá Høgna Hoydal. Tekur í næstum við starvinum sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Klaksvíkar Sjúkrahús Heri Ellingsgaard (síðani 1984) Heri Ellingsgaard kom í 1984 heim úr Danmark, har hann hevði tikið útbúgving og arbeitt, at verða umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Síðani hevur hann havt leiðsluna av sjúkrahúsinum í Norðoyggjum. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eina blandaða seingjadeild við 24 plássum, sum hevur umleið 1.400 innleggingar um árið. Umleið 150 fólk starvast á Klaksvíkar Sjúkrahús, og tað svarar til umleið 110 ársverk. Rakstrarjáttanin í ár er 68,7 milliónir krónur. Suðuroyar Sjúkrahús Ronnie Midjord (síðani 1986) Ronnie Midjord hevur starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi síðani 1973, fyrst sum lærlingur, so skrivstovumaður og síðani 1986 á ovastu rók, fyrst við heitinum umsjónarmaður og so sum stjóri. Suðuroyar Sjúkrahús er eitt blandað medisinskt/ kirurgiskt sjúkrahús við 26 seingjarplássum. 110 fólk starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Rakstrarjáttanin er í dag 61,1 milliónir krónur. ÚSSTJÓRAR