Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 14 TEMA Landssjúkrahúsið SUM LÚS M TVÆR NEG Danjal av Rana H ví er útskiftingin so stór á Landssjúkra­hús­inum? Síðani bygnaðar­broytingarnar sein­ ast í nítiárunum, tá Lands­ sjúkrahúsið fekk eina stjórnardeild, hevur ongin stjóri sitið fimm-ára skeiðið út. Høgni Joensen var inspektørur í átta ár í nítiárunum, men síðani hann hevur eingin sitið í longri enn fýra ár. Til samanberingar sita stjórarnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi nú í sínum sessum á áttinda ári. Høvuðsavbjóðingarnar hjá stjórunum á sjúkrahúsinum tykjast vera tríbýttir og hóast teir eru stjórar, tykjast teir ofta vera sum lús millum tvær negl. Teir standa mitt ímillum landsstýrið á einari síðu og sjúklingarnar á hinari. Teir skulu viga atlitini hjá ymisku fakbólkunum á sjúkrahúsinum móti hvørjum øðrum og skipa arbeiðið á sjúkrahúsinum, og teir skulu halda játtanina, hóast fakbólkar og yvirlæknar aftur og aftur vísa á, at játtanin til júst teirra øki er ov lítil. Ongantíð nokk av pengum Tað eru ongantíð nokk av pengum til landssjúkrahúsið, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur við Sosialin í dag og vísir til, at á tí økinum er einki broytt seinastu mongu árini. Longu í 1998 skrivaði hann eitt lesarabræv, har hann peikaði á nakrar afturvendandi trupulleikar hjá sjúkrahúsinum. Hetta árið hótti sjúkrahús­leiðslan aftur við hópuppsøgnum, og Eyðun Joen­sen segði, at hetta var sum í 90-ára føð­ingar­ degnum, sum verður vístur í sjónvarpinum á nýggjárinum: Same procedure as every year. Sama mannagongd sum hvørt ár. Játtanin er ongantíð nóg høg og tí eru allir sjúkrahússtjórar undir trýsti at spara pening. – Tað kann vera, tí at Lands­sjúkra­ húsinum er álagt ella sjálvt hevur átikið sær alsamt fleiri uppgávur og tænastur, uttan at neyðugar játtanir samstundis hava fylgt við, skrivar Eyðun Joensen tá og spurningurin er, um støðan er broytt. Sjúkrahúsviðgerðir verða dýrari og dýrari, lønarlagið veks­ur í hvørjum, tól mennast og dýrk­ast og ikki minst verður prísurin á heilivági hægri og hægri. Fólk liva longri og við høgum aldri koma fleiri sjúkur. Ilt er hjá sjúkrahússtjóranum at skula nokta sjúkum viðgerð og tí er tor­ ført hjá honum at tálma hendan meiri ella minni nátúrliga útreiðsluvøksturin. Komandi árini fer miðalaldurin á føro­ yingum eisini at veksa, vit gerast lut­ falsliga nógv fleiri eldri fólk og hetta fer at leggja eyka byrðar á sjúkrahúsverkið. Kortini fylgir játtanin frá løgtinginum sjáldan við. Allan Skaalum føldi sviðan av hesum, tá hann í 2010 varð uppsagdur, tí at útreiðslurnar til heilivág vóru vaksnar langt út um játtanina. Trupulleikin hjá Allani Skaalum var tó, at júst hetta fekk hann gjørt lítið við – læknarnir hava allan rætt at skriva heilivág til sjúklingin. Stríð millum fakbólkar Júst í løtuni er nógv stríð á føði­deildini á Landssjúkrahúsinum, eftir at Johnny í Grótinum hevur tikið avgerð um at um­ skipað arbeiðið har. At tað fór at elva til stríð vistu øll, sum hava fylgt við í sam­ felagskjakinum seinastu árini. Hetta hendi eisini seinast arbeiðið á føðideildini varð umskipað. Tá var Poul Geert Hansen sjúkra­hús­stjóri. Tað stríðið arvaði Allan Skaalum eisini, tá hann tók við sum stjóri. Aftur her man sjúkrahússtjórin ofta kenna seg sum lús millum tvær negl. Sum víst aðrastaðni í blaðnum eru 40 fakbólkar og 850 starvsfólk knýtt Starvið sum stjóri á Landssjúkahúsinum verður ofta nevnt ein Urias-postur. Rættari er kanska at samanbera farnu stjórarnar við fuglin Føniks