hósdagur 8. juni 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
15
MILLUM
GL
Sosialurin hevur seinastu
dagarnar verið í sambandi við allar
sjúkrahússtjórarnar síðani fyrst
í nítiárunum. Ætlanin var at fáa
onkran teirra at greiða frá, hvørjar
avbjóðingarnar eru í starvinum
sum stjóri, men av ymsum ávum
hava teir allir borið seg undan.
at Landssjúkrahúsinum. Talan er ikki
bara um læknar, sjúkrasystrar og
aðrar heilsufakbólkar, men eisini um
kokkar, reingerðarfólk, timburmenn,
maskinmeistarar og onnur. Onkur teirra
gera meiri um seg enn onnur, men tað
vísir seg at vera ein afturvendandi
avbjóðing hjá sjúkrahússtjórunum at
stýra øllum fakbólkunum. Ikki er gjørligt
at gera øllum til lags og stjórin hevur at
enda evstu ábyrgd. Men slíkt innanhýsis
stríð er uttan iva tærandi fyri stjóran.
Nógv smá kongaríki
Onkuntíð verður sagt, at á arbeiðs
plássinum hava ymisk starvsfólk síni
kongaríki. Mangt bendir á, at soleiðis er
eisini á Landssjúkrahúsinum, har yvir
læknar í heilum fara út í fjølmiðlarnar
við síni ónøgd um arbeiðsviðurskiftini.
Seinastu árini hevur onkur teirra meiri
enn einaferð sagt seg úr starvi, fyri síðani
at taka uppsøgnina aftur, tá krøv hansara
eru eftirlíkað.
Her kennir sjúkrahússtjórin uttan iva
trýst frá fleiri síðum – yvirlæknunum,
sum vilja trýsta sín vilja ígjøgnum,
landsstýrinum, sum vilj hava stjóran at
halda seg til játtanina, og sjúklingunum,
sum óttast at missa tænasturnar hjá
yvirlæknanum.
Torført er at fáa yvirlæknar til Føroya,
umsóknirnar eru fáar, tá størv verða lýst
leys, og tí fáa teir yvirlæknarnir, sum eru
í starvi, lutfalsliga stórt vald. Skjótt er at
hugsa, at tað er bíligari at eftirlíka teirra
krøvum enn at missa teir av landinum.
Okkara felags trygd
Sjúkrahúsið er okkara felags trygd fyri
heilsutænastur. Vit ynskja øll eitt sterkt
sjúkrahús, sum er ført fyri at nøkta
okkara tørv, tá vit gerast sjúk og hava
hjálp fyri neyðini. Fremsta avbjóðingin
er framvegis fíggjarliga játtanin og hinar
avbjóðingarnar spretta í stóran mun út
úr hesi støðuni.
Og tá siga vit sum Eyðun Joensen
gjørdi fyri 20 árum síðani.
– Føroyska samfelagið má og skal gera
upp við seg sjálvt, hvat tað á heilsu- og
almannaøkinum hevur ráð til og ikki,
hvussu og hvat møguliga skal takast fram
um annað, uttan neyðvendigvís at draga
orðaskiftið niður á eitt støði, har tunlar/
vegir ella ítróttahallir verða settar skarpt
upp ímóti heilsu- og almannaøkinum,
skúlanum, barna- og ellisforsorgini o.s.f.r.
Í fjør fekk Sirið Stenberg hand
að
menningarætlanina
um
føroyska sjúkrahúsverkið og fyrr
í ár var aðalorðaskiftið um evnið.
Nú er týdningarmikið, at nýggju
sjúkrahússtjórarnir, tað vil siga tann
á Landssjúkrahúsinum og tann, sum
skal sita sum ovasti stjóri fyri tey
trý sjúkrahúsini, fáa greitt at vita,
hvat landsstýrið sær fyri sær fyri
sjúkrahúsverkið, at teir fáa (og ikki
minst taka sær) tíð til at gera neyðugu
tillagingarnar og sjálvandi at teir fáa eina
nøktandi játtan at arbeiða við, soleiðis
at føroyska sjúkrahúsverkið, Lands
sjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús og
Klaksvíkar sjúkrahús eisini í framtíðini
kunnu veita føroyingum neyðugu
heilsutænasturnar.
Samanberingin við Urias er kanska
nakað grov. Dávid kongur tveitti Urias
fram á hermóti við tí fyri eyga, at hann
skuldi lata lív. Tað er kortini ikki lagnan
hjá sjúkrahússtjórunum. Heldur eru
teir sum fuglurin Føniks, sum reisir seg
úr øskuni aftur. Allir eru teir farnir frá
sjúkrahúsinum í leiðarastørv bæði í
Føroyum og uttanlands.