Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 16 LÍVSSTÍLUR Sølan av vinylplátum var í fjør tann størsta í 25 ár. Nostalgi millum tey tilkomnu, nýrák milum tey yngru og serlig ljóðgóðska draga fólk aftur til plátuspælaran, sum í fleiri áratíggju tænti fólki sum fremsti tónleikaavspælarin, áðrenn fløgan spilti spælið LP-PLÁTAN M EYÐUN KLAKSTEIN T að vóru dagar, tá ið fólk, sum vildu hoyra tónleik, varliga tóku svørtu vinylplátuna úr húsanum, løgdu hana á mælandi plátuspælaran og førdu nálina niður á plátuna. Soleiðis var mest vanligi mátin at spæla tónleik frá fimti árunum og fleiri áratíggju fram – til fløgan seinast í 1980’unum kom buldrandi inn á marknaðin og so líðandi køvdi søluna av vinyl­plátum. Eftir fløguna komu stroymingstænastur, sum síðani hava mest sum lagt fløguna í grøvina. Síðani 2007 hevur rákið verið, at sølan av vinylplátum hevur ver­ið vaksandi kring heimin. Alt fleiri fólk – serliga tilkomin, men eisini yngri fólk – eru farin aftur til plátuspælaran og serligu sjarm­una, sum tað er at lurta eftir plátum. Summi halda eisini, at ljóðið á LP-plátum er heitari og betri enn talgiltu miðlarnir. Uppgerð hjá felagsskapinum IFPI vísir, at síðani 2007 er alheims sølan av vinylplátum støðugt vaks­ in, og í fjør var sølan tann hægsta seinastu 25 árini. Blaðið Forbes skrivar, at tónleikavinnan metir, at í ár fara at verða seldar 40 milliónir nýggjar LP-plátir kring heimin, og at umsetningurin fer at liggja um 7 milliardir krónur. Hetta eru nýggir vinyltónar, sum hava givið gomlu LP-plátunum nýtt lív og virði – bæði kensluliga og peningaliga. Eisini í Føroyum merkist vaks­ andi áhugin fyri søluni av vinyl­ plátum. Plátuhandilin Tutl í Havn hevur seinnu árini selt LP-plátur, og sølan hevur í nýggjari tíð ikki verið størri, enn hon er nú. Samanborið við í fjør, er sølan av vinyl­plátum fleir­fald­að. – Áhugin fyri plát­um er stórur, og tað eru bæði tilkomin fólk og yngri fólk, sum keypa sær plát­ur. Tey til­komnu finna sær iva­leyst plát­ur­nar fram­aftur og keypa aft­ ur­at, meðan tey ungu nú í størri mun byrja at lurta eft­ir plátum, sigur Oliv­ur Eyst­berg, sum starvast hjá Tutl. Á netinum finna fólk við áhuga fyri plát­um saman á Facebook- bólkinum Vinyl.fo, og har sæst, at stórur áhugi er fyri at handla við vinyl­ plátum. Er talan um ser­ligar før­oysk­ar út­gávur, sum kunnu verða truplar at fáa hendur á, kunnu plát­ urnar seljast fyri fleiri hundrað krón­ur. Innbjóðandi format Fleiri orsøkir eru til, at vinylplátan hevur fingið comeback og rullar ímóti einari bjartari framtíð. Formatið, ljóðgóðskan, listar­ligu hús­ar­ nir og annað eru viðvirkandi til, at alt fleiri fólk fara aftur til vinylplátuna. – LP-plátan er eitt lekkurt format. Húsarnir eru stórir, og onkursvegna eru teir eisini ofta eitt listaverk. Fløgan, sum avloysti LP'ina, er eitt munandi minni sjarmerandi format. Lívið er ov stutt til brotnar plastikkhúsar. Man kann siga, at fløgan gjørdist óneyðug, tá digitaliseringin tók dik á seg, og tónleikurin gjørdist tøkur online, men júst hetta rákið hevur slóðað fyri, at LP-plátan, sum er eitt heilt a n n a ð f o r m a t , kundi fáa come­back, sigur Niels Uni Dam, tón­ leika­ummælari. – LP-plátan hevur altíð verið har, og tað hevur verið vanligt, at serliga alternativir bólkar hava útgivið tónleik á LP. So hóast rákið nú hevur tikið dik á seg, tekur tað støði í einari verandi mentan, heldur Niels Uni Dam. Plátusølu­maðurin hjá Tutl er samdur í, at LP-plátan er blivin eitt 5 føroyskar Eyðun Klakstein viðmælir fimm føroyskar LP-plátur Kári P – Vælferðarvísur Eitt av stóru verk­un­um í føroyskari tón­leika­ søgu. Kári p í legend­ ariskum formi sum yrkjari og tulkari av sterkum sangum. Klassikararnir standa í kø á plátuni. Frændur II Eitt slag av kaltkrígs­ útgávu, men eisini ein pláta við sangum um kærleika, heimlandið og lívið. Helst mest sjarmerandi Frændur- útgávan, sum gav okkum sangir sum Føroyar og Eros. Terji & Føstufressar Anker Eli Petersen fann røttu orðini, Terji Rasmussen legði tónar afturat, og bólkurin gjørdi tað til stórfingnan tónleik. Ein varði á føroysku tónleikaleiðini. Faroe Boys Undan­ gongu­ menn í føroyskum poppi. Grundar­ lagið vóru live- framførslurnar fyri fullsettum dansihølum, men teir løgdu eisini tónleik eftir seg á plátuútgávum. MC Restorff – Ymiskt á leiðini Gospel­ tónleikur verður valla betri, enn tá MC Restorff stílar fyri, og helst var hetta sterkasta millum tær frálíku útgávurnar hjá MC. Eitt gospelstórverk!