hósdagur 8. juni 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
17
Fakta
Felagið Columbia kom í 1948 á marknaðin við vinylplátuni,
sum gjørdist standard formatið í tónleikavinnuni.
Mest vanliga vinylplátan er LP-plátan, sum er tann størsta
plátan. Smærri singleplátur hava eisini verið vanligar.
Seint í 1970’unum bjóðaði kassettubandið plátuni
av, og tá talgiltu fløgurnar komu í 1980’unum,
minkaði plátusølan burtur í næstan einki.
Síðani 2007 hevur sølan av vinylplátum
verið vaksandi, og í fjør var sølan
tann størsta seinastu 25 árini.
Roknað verður við, at umleið 40 milliónir
nýggjar plátur fara at verða seldar í ár
umframt stóra handilin við brúktum
plátum á privata marknaðinum.
MELUR AFTUR
sterkt alterna
tiv til talgiltu gongdina.
– Digitalu miðlarnir eru fan
tastiskir til at útbreiða tónleik,
m e n
v i n y l
plátan er
nakað annað.
Við
LP-plátum
kunnu fólk hava eina
fysiska samling, sum eisini
blívur ein persónlig markering
og sigur nakað um samleikan hjá
fólki, sigur Olivur Eystberg.
– Seinastu árini hava vit sæð
nógv meira til LP-plátuna, tí ofta
verður ein LP víst fram, tá ið
kendir tónleikarar
vitja væl umtóktu
talkshowini. Hetta
hevur skapt áhuga
og tilvitan millum tey
ungu fyri LP plátuni,
sigur hann.
Niels Uni Dam, sum sjálvur
keypir og spælir LP-plátur,
viðurkennir, at fyri hansara part
snýr tað seg í stóran mun um
nostalgi.
– Fyri meg snýr tað seg 75% um
nostalgi, 20% um húsan og 5% um
ljóð. Eg havi altíð átt LP-plátur
og byrjaði ikki at keypa fløgur
fyrr enn í 1991. Men eg helt eisini
fram at keypa LP-plátur gjøgnum
1990’ini, tá ið eg búði í Danmark, og
serliga var tað tónleikur frá tíðini,
áðrenn fløgan kom, sum eg vildi
eiga í gamla formatinum, greiðir
hann frá.
– Eg havi so eisini átt plátu
spælara og brúkt hann meira
og minni gjøgnum árini, men eg
skal viðganga, at mítt forhold til
pláturnar er broytt nógv seinnu
árini, nú LP-mentanin veruliga er
styrknað, og eg keypi tí nógv fleiri
LP-plátur nú enn fyrr. Eg keypi
bæði nýggjar plátur, serliga tá ið eg
eri uttanlands, og eisini brúktar, tá
ið høvi býðst, sigur Niels Uni Dam.
Bæði nýggjar útgávur og klass
iskar útgávur selja væl, nú vinyl
pláturnar aftur fara um handils
diskarnar.
– Vit selja eitt bland av nýggjum
útgávum og klassiskum útgávum
frá seint í 1960’unum og 1970’unum.
Av gomlum plátunum selja bólkar
sum the Beatles, Pink Floyd og
aðrir væl, sigur Olivur Eysterberg,
Tutl-sølumaður.
Og soleiðis hendi tað, at plát
urnar, sum mong hildu verða
deyðar og grivnar, fingu nýtt lív, tá
ið rákið annars var beint burtur frá
støvutu vinylplátunum.
5 til savnið
Fróði Løkságarð
viðmælir 5 LP-plátur
Beatles – Abbey Road
Hóast tað er
Sgt Pepper,
sum júst
hevur rundað
tey fimmti
og verður
roknað sum
ein hin besta
plátan í søguni, so er tað Abbey
Road, sum er mín persónligi
favorittur. Hvør síðan á LP’ini
hongur væl saman tónleikaliga.
Víðakenda kápumyndin
telur heldur ikki niður.
Pink Floyd – Dark Side Of The
Moon
Givin út í
1973, men
framvegis
eins væl
dámd í
2017.
Yvir 900
vikur á amerikanska Billboard
200 listanum. Ein markasteinur
í tónleikaligu menningini hjá
nógvum ungum fólkum. Húsin
hjá Storm Thorgerson er eitt
listarverk í sjálvum sær.
Miles Davis – Kind Of Blue
Fyrsta jazz
útgávan,
eg ognaði
mær. Givin
út á Blue
Note í 1959
og roknað
sum ein av
bestu jazzplátunum í søguni,
kanka eisini tí at onnur enn
jazztónleikarar fáa nakað burtur
úr at lurta eftir henni. Eitt
avgjørt “must” í savninum.
Bob Dylan – Blood On The Tracks
Nobel virðis
lønti yrkjarin
Bob Dylan,
verður í dag
roknaður
sum ein
av størstu
sangskrivaranunum í okkara tíð.
Blood On The Tracks frá 1975,
verður eisini mett at vera ein
av stóru skilnaðarplátunum í
rokksøguni. Tangled Up In Blue,
Meet Me In The Morning, If You
See Her Say Goodbye og ikki
minst Shelter From The Storm
eru klassikararnir – Blátt er gott.
Straight Ahead – Veðraplátan
Sjálvnevnda
útgávan
hjá Straight
Ahead frá
1978, nevnd
Veðraplátan,
er ein útgáva
sum við
tíðini hevur fingið serstatus í
føroyskum tónleiki. Tónleikaliga
er talan um nýbrot innan
føroyskan rútmiskan tónleik.
Ein útgáva, sum kagar út í
tónleikaligu samtíðina. Fáu
prentaðu eintøkini gera eisini
útgávuna enn meira áhugaverda.