Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 18 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO 11. februar Ein dagur, sum var merktur av sorg, vónloysi og óvissu hjá ind­ iska Praveen Satthi. Tí tað var dag­urin, tá ið hann varð sendur av land­inum orsaka av, at hann ikki fekk endurnýggja sítt uppihalds og arbeiðsloyvi. Helst minnast tey flestu rumbli, sum stóðst av avgerðini hjá donsku myndugleikunum, tí tað elvdi til, at bæði Poul Mich­el­ sen, landsstýrismaður í utt­an­rík­ ismálum og aðrir politikarar fóru upp í málið. Fleiri sakførarar arb­ eiddu við málinum og teir mongu yoga kundarnir hjá Praveen Satthi mót­mæltu niðurstøðuni bæði í til­ tak­ið og á sosialu miðlunum. Men danski myndugleikin var eir­inda­leysur, og avgerðin stóð við. Í dag – fýra mánaðir seinni – er Praveen Satthi staddur í Slovenia. Sein­astu mánaðirnar hevur hann bú­leikast í landinum, har unnusta hans­ara býr. Her er hann eisini farin í holtur við at undirvísa nær og fjar í yoga, og at veita viðgerðir til tey, sum hava tørv á tí. Úr Slovenia sigur Praveen Satthi, at hann har í Slovenia roy­n­ir at hjálpa fólki, sum hava heilsu­trup­ulleikar og at geva teim­um yoga amboð til at betra um støðuna. Men hann saknar Føroyar og arb­eiði hjá honum her. – Eg vil fegin heimaftur til Føro­ ya. Eg havi enn arbeiði at gera har og eg kenni tað sum, at um eg ikki sleppi aftur, so er alt arbeiði, sum tey mongu góðu fólkini í Føroyum hava gjørt fyri meg, farið til spillis, sig­ur Praveen Satthi. Hansara stóra passión í lívinum er at geva víðari sín kunnleika um yoga – sum sambært honum sjálv­ um er nógv annað enn bert ein venj­ingarformur. – Eg vil læra mínar næmingar alt tað eg dugi, so tey kunnu menna seg víðari, sigur Praveen Satthi. Í løtuni er støðan tann, at hans­ ara framtíð liggur í hond­un­um á mynd­ugleikunum í Føroyum, sum nú hava málið til støðutakan. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO K reativar sálir finna altíð eina loysn. Tað letur tað í øllum førum til, tí hó­ ast myndugleikarnir nokt­aðu Praveen Satthi at arbeiða víð­ari í Føroyum, so hevur kortini eydn­ast at geva yoganæmingunum eitt nøktandi tilboð á Skype – tó tað er fyribils. – Tað riggar nøkunlunda. Men tað er trupult at geva fólki tað bestu venjingina, tá ið eg ikki eri har fysiskt, sigur Praveen Satthi. Serstakliga eru tað byrj­an­ar­ liðini, sum ikki fáa nøktandi tilboð. – Eg fái illa undirvíst byrjarum nóg væl, tí tað er kanska mest tey, sum hava tørv á, at eg eri har, sigur Pra­veen Satthi. Tó so riggar tað – um ikki ann­ að fyribils. Tað er í øllum før­um ein háttur hjá indiska yoga­lær­ ar­an­um, at halda sam­band­ið og yogavenjingina við­líka, meðan bíðað verður eftir mynd­ug­leik­un­ um. – Eg vóni enn, at eg sleppi heim til Føroya. Eg havi enn arbeiði at gera við mínum yoganæmingum, sigur Praveen Satthi, yogalærarin, sum fyrr í ár varð sendur úr Føroyum. Hóast alt bendi á, at Yoga&Vælvera fór av knóranum, tá ið Praveen Satthi fór av landinum, so hev­ur kortini eydnast at finna eina heldur kreativa loysn. Tí í dag undir­vísir Praveen Satthi før­oysku yoganæmingunum um­veg­is Skype. Yogalærarin er í Slovenia TEY HORVNU BRØVINI Tað sentrala í hesum málinum eru tvey brøv frá donskum myndugleikum. Fyrsta brævið er dagfest 8. desember 2015, har Yoga&Vælvera og Praveen Satthi fáa tríggjar vikur at viðmerkja støðuna, nú Útlendingastovan hevur frámælt at longja loyvið orsaka av ónøktandi fíggjarligum viðurskiftum. Hetta brævið finnir tó ikki sín veg til Mariann Klein Ivansdóttir og Praveen Satthi fyrr enn í februar 2016. Hitt seinna brævið er tað, sum inniheldur endaliga dómin. Sambært innlitinum, sum føroysku partarnir í málinum hava fingið stendur, at endaligi dómur frá donsku myndugleikunum er fallin tann 11. februar 2016. Men hetta skrivið er ongantíð komið til Mariann Klein Ivansdóttir ella Praveen Satthi, og hóast sakførarin hevur sent umbøn um at fáa hetta sentrala dokumentið, so er tað kortini framvegis ikki komið, sambært Eyðfinni Jacobsen, sakførara. SAMRØÐA – EG HAVI ENN ARBEIÐ UNDIRVÍSIR Í DAG UMV