hósdagur 8. juni 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
19
Oktober 2015 – Praveen fekk
arbeiðsloyvi hjá Yoga&Vælveru
Oktober 2016 – Praveen og
Yoga&Vælvera senda um
bøn um at longja arbeiðs og
upphaldsloyvið, eins og treytir
nar eru.
8. des. 2015 - Februar 2016
– Yoga&Vælvera fær eitt
hoyringsskriv sendandi, har
donsku myndugleikarnir
biða um viðmerking, tí
Útlendingastovan hevur boðað
frá, at Praveen Satthi ikki hevur
fingið alla lønina í mánaðum
áðrenn og harvið frámælir
føroyskir stovnurin, at Praveen
Satthi fær arbeiðsloyvi longt.
Frestin at svara er tríggjar vikur.
Men brævið er dagfest 8.
desember og sostatt er freistin
langt síðani farin, hóast hvørki
Praveen Satthi ella Mariann
Klein Ivansdóttir, eigari av
Yoga&Vælvera, siga seg hava
fingið brævið fyrr enn í februar.
Februar 2016 – Mariann
Klein Ivansdóttir, eigari á
Yoga&Vælvera sigur seg fáa at
vita frá avvarðandi føroyskum
myndugleikum, at tað skuldi
ikki verið nakar trupuleiki at
rætta støðuna, um hon útfyllur
tað sum eitur FOArk2 og sendir
rokniskap við sum vísir, at
støðan er komin í rætt lag.
Mars 2016 – FOArk 2 og rokni
skapurin verður avleveraður á
politistøðina sum síðani sendir
tað víðari til danskar myndug
leikar. Orsøkin til tað tók langa
tíð er, at fyri at FOArk2 skal vera
fullført, so skal Als søkja eftir
einum yogalærara við somu
royndum sum Praveen Satthi í
14 dagar, tí soleiðis eru manna
gongdirnar.
Juni 2016 – Praveen fer á løg
reglustøðina og spyr, hvussu
hann fatur á rætta visum til at
fara at ferðast. Har fær hann
at vita, at hann hevur fingið
útferðarboð.
Juni 2016 – Yoga&Vælvera biður
um innlit í málið. Innlitið vísir:
-- at 11. februar er dómur
felur í málinum hjá
donsku myndugleikum, og
niðurstøðan er, at Praveen
Satthi ikki hevur fingið longt
sítt loyvi. Tað dokumentið
hava hvørki Mariann Klein
Ivansdóttir, Praveen Satthi
ella sakførararnir í málinum
sæð enn, hóast umbøn um at
síggja týðandi skjalið er farin
til myndugleikarnar fleiri
ferðir.
-- at 18. apríl eru boð komin úr
Danmark um, at Praveen skal
fara av landinum.
-- Orsøkin er, at FOArk2 er
skeiva skjalið. Tað verður
mett sum ein nýggj umsókn
og sostatt hevur danski
málsviðgerðin avvíst
hoyringssvarið og ikki tikið
upplýsingarnar í tí skjalinum
og hjálagt tí skrivinum til
umrøðu. Tað var heldur
tulkað sum, at einki svar var
komið upp á hoyringsskrivið.
Samstundis var freistin farin,
tí brævið ikki kom avvarðandi
pørtum í hendi fyrr enn í
mars.
August 2016 – Eftir fleiri royndir
at fáa samband við danska
málsviðgerðan eydnaðist tað
sakføraranum hjá Praveen
Satthi og Yoga&Vælvera at
fáa orðið á hendan persónin.
Hesin sendir so útferðarboðini
av nýggjum og gevur harvið
Yoga&Vælvera og Praveen
nýggjan møguleika at kæra
niðurstøðuna – men enn
er verður hoyringssvarið
ikki viðgjørt. Og tey kæra
niðurstøðuna.
21.- 31. desember 2016 – Úr
Danmark koma boð til Føroya
um, at tey viðgerða kæruna.
Tað kann taka upp í 7 mánaðir,
og meðan skal Praveen Satthi
av landinum. Hesu seinastu
boðini elva til enn eina kæru um,
at Praveen Satthi ikki sleppur
at vera í landinum, meðan
upprunaliga kæran verður
viðgjørd.
27. januar 2017 – Einki svar er
komið úr Danmark um seinnu
kæruna, men løgreglan bankar
á dyrnar hjá Praveen Satthi og
boðar frá, at hann hevur eina
viku at fara úr landinum.
2. og 3. januar 2017 – Sakførarin
hjá Praveen Satthi og
Yoga&Vælvera ringir til danska
málaráðið og spyr, hvør støðan
við seinnu kæruni er. Her
verður hann sendur víðari
til Útlendingenævnet, men
hesi hava einki upp á Praveen
Satthi. Síðani ringir hann aftur
til málaráðið og tey senda
hann víðari til sama danska
myndugleika, sum upprunaliga
vísti mannin av landinum. Also
vita danskir myndugleikar ikki,
hvør hevur seinnu kæruna um
hendi.
7. februar 2017 – Sakførarin hjá
Praveen Satthi og Yoga&Vælvera
sendir enn eitt harðmælt skriv
til danskar myndugleikar, um
at taka málið upp av nýggjum
og at lata Praveen Satthi vera í
landinum, meðan málið verður
viðgjørt. Orsøkin er, at eingin
veit hvør kærumyndugleiki er,
og at Yoga&Vælvera ongantíð
hevur fingið síni sjónarmið
hoyrd í upprunaligu viðgerðini.
11. februar 2017 – Praveen Satthi
fer av landinum.
Síðani: Yoga&Vælvera hevur
søkt um arbeiðs- og uppihalds
loyvi hjá Praveen Satthi síðani
hann var sendur av landinum.
Nú liggur málið hjá donsku
myndugleikum, og Útlend
ingastovan hevur fingið málið
til viðmerkingar. Í næstu skal
svar fáast upp á, hvat nú
skal henda Praveen Satthi og
Yoga&Vælvera.
Tíðarlinja í Praveen Satthi málinum:
–EIN VAVGREYTUR
HANDAN ÚTVÍSINGINA
LØNARVIÐURSKIFTINI
Í MÁLINUM
Frá oktober 2015 og 9 mánaðir fram, hevur Praveen Satthi
ikki fingið fulla løn í A-inntøku frá Yoga&Vælvera. Orsøkin
er, at fyritøkan tók tíð at fáa nøktandi kundagrundarlag. Men
tað er ikki óvanligt, sambært løgfrøðingum, sum Sosialurin
hevur tosað við, at myndugleikarnir hyggja eftir útviklingini í
einari fyritøku, áðrenn tey fella so álvarsaman dóm. Tí, tá ið
fyrsta hoyringsskrivið kom úr Danmark – í februar 2016 – var
lønargrundarlagið blivið í lagið og útlitini fyri virksemi vóru
góð, tí kundatalið øktist munandi um hetta mundið. Tó so er
rætt, at Praveen Satthi ikki fekk nøktandi løn fyrstu tíðina.
Spurningarnir, sum fólk vóru ósamd um, áðrenn Praveen
Satthi varð sendur av landinum, eru hesir :
Skal hetta vera so avgerandi, at tað skal kosta Praveen
Satthi sín gerandisdag í Føroyum og kosta Yoga&Vælvera
lívið.
Er tað er rætt, at ein so álvarsamur dómur verður feldur,
uttan at Mariann Klein Ivansdóttir fær hoyringsmøguleika.
Hví tað er so avgerandi, at Praveen Satthi fer av landinum,
meðan kæran verður viðgjørd av donskum myndugleikum.
ÐI AT GERA Í FØROYUM
EGIS SKYPE