Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 20 – Eg bleiv í fyrstani eitt sindur illa við, tí eg hevði undra meg eitt sindur yvir, hví hann hevði verið so stillur síðan vit vóru í Eiffeltorninum. Men tað vísti seg, at vera ein sera góð orsøk til tað. Hann hevði roynt at manna seg upp, men eg hevði fullkomiliga oyðilagt “The Moment” í Eiffeltorninum, har hann upprunaliga ætlaði sær á knæ. Anna Sewohl greiðir frá romantiska brúdleypinum í Danmark FRÁ BRUDLEYP.FO Á IN.FO Hann fríggjaði í París ANNA SEWOHL V it vóru í París, eg hevði fingið ferðina í føðingardagsgávu frá René tveir mánaðir frammanundan. Eg var blivin arga nokk so nógv á arbeiðs­ plássinum við, at nú fór René nokk á knæ, men tað lá slett ikki í kortunum, so eg flenti bara og helt, at tey fóru heilt skeiv. Á okkara ársdegi 11-11-2013 gekk leiðin í Eiffeltornið, og vit høvdu pakkað picnickurv við breyð, keks, ostum, sjampanju, vín og fruktum, sum vit ótu fyrrapartin í einari park í París. Eiffeltornið var ikki akkurát tað, vit væntaðu. Har var rokaligt, smekkfult av asiatiskum turist­um við myndatólum og ikki so romantisk sum vit høvdu vænt­ að. Tá vit komu niður til mat­stov­ una, sum liggur mitt í Eiffel­ torninum, sigi eg við René, sitat: “Eg eri blivin arga nógv við, at tú ætlaði tær á knæ á toppinum á Eiffeltorninum, har var gott nokk ikki romantisk, ha? Eg bleiv næstan nervøs”. René royndi at lokka meg inn á matstovuna, men eg helt áframm og segði, sitat: “Vit kunnu akkurát tað sama eta okkurt hugnaligt stað ístaðin fyri at detta í hesa turistfelluna”. Og so funnu vit eina hugnaliga café. Seinnapartin fóru vit aftur á hotellið, aftaná at hava gingið París upp og niður, og fingu okkum ein lúr. René vakti meg og skeyt upp, at nú skuldu vit út at ganga ein kvøldtúr í París. Vit gingu framvið Musée Du Louvre og síðani oman til Pont Des Art Cadenas d’amour (kærleiksbrúgvin). Nakrar dagar frammanundan høvdu vit sett eitt lás við okkara nøvnum á fast á brúnna, og tveitt lykilin til lásið í Seinen fyri ævigan kærleika, (ja eg eri ein ’sucker’ fyri klichéer). Har sótu vit og fingu eitt glas av vín, og tá ein gøtuseljari við einum tyssi av rósum kom framvið, keypti René allar rósurnar, seljarin hevði eftir og fór á knæ. Eg bleiv í fyrstani eitt sindur illa við, tí eg hevði undra meg eitt sindur yvir, hví hann hevði verið so stillur síðan vit vóru í Eiffeltorninum. Men tað vísti seg, at vera ein sera góð orsøk til tað. Hann hevði roynt at manna seg upp, men eg hevði fullkomiliga oyðilagt “The Moment” í Eiffeltorninum, har hann upprunaliga ætlaði sær á knæ. Men “anyways”, tað var so perfekt, sum tað endaði, og nú hava vit hvørtfall altíð eina festliga søgu at fortelja, frá tá vit blivu forlovaði, og vit hava flent oftað eftir søguni. Eg haldi faktisk, at mín fyrsti setningur var “Oh my God umskylda”. Eg var so glað og rørd, og eg byrjaði at gráta, flenna og alt í senn og segði sjálvandi JA! “Eiffeltornið var ikki akkurát tað, vit væntaðu. Har var rokaligt, smekkfult av asiatiskum turistum við myndatólum og ikki so romantisk sum vit høvdu væntað” Brúðarkjólin: Mín brúðarkjóli var frá Nicolai’s Brudekjoler. Mítt slør var frá Ebay, tí tað skuldi kortini skræðast sundur eftir brúðarvalsin. Klæðini hjá brúðgóminum: Klædningurin hjá René var frá skraddara – seymaður og keyptur frá MOND OF COPENHAGEN. Brúðarferðin: Vit fóru 3 vikur “roadtrip” til USA. Vit vitjaðu statirnir California, Arizona og Nevada. Myndafólk: Ein kenningur hjá René tók myndirnar til okkara brúdleyp. Danielsito.dk – Photos by Daniel Slater. Hár, makeup, negl o.t.: Mín fantasiska dugnaliga vinkona Ann Leivsgard Henriksen frá HAAR gjørdi mítt hár og makeup. Simona Ellingsgaard frá HAAND neglebar gjørdi mínar negl. Lash Lounge Copenhagen gjørdi mínar vippur, og spray tan gjørdi eg hjá Anju Salomonsen frá Salon Salomonsen. Maturin til brúdleypið: Schous ein slaktari í Marielyst Brúðarkøkan: Ein fyrrverandi starvsfelagi hjá okkum gjørdi køkuna. Tað besta við degnum: Stemningurin var heilt fantastiskur og vit høvdu ilt í kjálkunum dagin eftir, tí vit høvdu smílst og flent so nógv. Talurnar vóru eisini heilt fantastiskar. Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: Minst til at njóta dagin. IKKI stressa! Tað týdningar­miklasta fyri okkum var at njóta dagin og hugna okkum saman við okkara gestum. Um okkurt ikki gekk eftir ætlan, tóku vit tað vi einum smíli og funnu eina aðra loysn. Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt: Um vit skuldu havt gjørt nakað øðrvísi, skuldi tað nokk verið at havt onkran at filma allan dagin. Og so gloymdu vit at fáa tikið myndir saman við okkara foreldrum. Hví júst hetta slag av brúdleyp?: Tad var sera týdningarmikið fyri okkum, at brúdleypið var soleiðis, vit bæði ynsktu tað. Tað var hátíðarligt og kortini ikki. Vit vildu gjarna hava møguleika fyri at kunnu “mingla” við okkara gestum og so hava eitt stórt ball saman við okkara nærmastu. Nøvn: Anna & René Sewohl Brúdleypsdagur: 06-08-2016 Størv og stutt lýsing um brúðarparið: Anna er uppvaksin í Tórshavn og Hoyvík, og flutti til Keypmannahavnar at læra til fangavør í 2008. Har møtti hon René, sum er uppvaksin á Lolland og Falster. Tey hava bæði verið fangavørar á Vestre Fængsel í 7 og 10 ár, og hava bæði valgt at fara nýggjar leiðir. Anna er nú tannrøktaralesandi á Københavns Universitet og René er undir útbúgving sum lokomotivførari hjá DSB og saman búgva tey í løtuni á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. Vígslan: Klosterkirken í Nykøbing Falster Veitslan: Tey høvdu leigað “Den Gamle Gaard” í Stubberup, Nysted í Danmark. Tey høvdu umleið 50 íbúðir tilknýttar, so allir gestirnir høvdu møguleika at yvirnátta. Veitslan var fyri innbodnum og móttøkan var fyri øllum sum høvdu hug at koma. Gestir til veitsluna: 63 gestir Fíggjarætlan: Uml. 100.000 kr. Myndir: Kenningur hjá René Romantisk Onnu og R