Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 21 ka brúdleypið hjá René Sewohl Vit vóru sera einig í, hvussu okkara brúdleyp skuldi vera. Tað, sum var týdnigarmikið fyri okkum, var, at gestirnir høvdu møguleika at yvirnátta, tí uml. helvtin av okkara gestum komu úr Føroyum. René hevði hansara nærmastu vinmenn yvirnáttandi, og eg hevði eina góða vinkonu yvirnáttandi hjá mær. Dagurin byrjaði við at vit gjørdu okkum klár. Fyri mítt viðkomandi var tað brúðarkjóli, make-up og hár, og René klædning. Og so hevði René ornað fyri mínari bukett, so hana skuldi hann eisini hava stýr uppá. Ein mynd av abba mínum, sum doyði av krabbamein stutt aftaná vit blivu forlovaði, var bundin um mína brúðarbukett, so hann eisini var við mær allan dagin. Vígslan var í Klosterkirken í Nykøbing Falster á middegi. Ein sera vøkur vígsla, og eg hevði fingið Biritu Poulsen at syngja Amazing Grace í kirkjuni til René frá mær. Eftir vígsluna fóru vit at taka myndir á Fuglesang gods. Ímeðan fingu gestirnir tvíflís og drykkivørur á veitslustaðnum. Móttøkan var hildin uttandura kl. 14 og var fyri øllum, sum høvdu hug. Vit høvdu brúdleypskøku og franskt importera Rosé til móttøkuna. Veðrið var av tí allar besta. Tað regnaði, tá vit fóru frá kirkjuni og til myndatøkustaðið, men vit vóru væl fyrreikaði við regnskjólið. Og vit fingu nakrar sera góðar myndir í regninum eisini. Vit høvdu góða tíð til móttøkuna at práta við okkara gestir, og vit valdu eisini at pakka gávur upp til móttøkuna, tí summir av gestunum vóru bert til móttøkuna. Veitslan byrjaði kl. 18, har vit fingu 3-rættir-menu, og høvdu vit vín og leskidrykkir afturvið. Aftaná høvdu vit bommbuffet. Fleiri av okkara gestum hildu talu og vístu filmar og myndir. Sjálvi hildu vit eisini talu fyri hvørjum øðrum. Vit høvdu livandi tónleik til dansin og barrtænarar, ið serveraðu drykkir inntil tann ljósa morgun. René og eg fóru at sova um 6 tíðina og vóru á fótum aftur kl. 9, av tí, at vit høvdu fyrireika “brunch” fyri gestunum kl. 9:30. Dagurin var alt tað, vit ynsktu okkum. Vit eru enn sera takksom fyri, at vit fingu ein so fantastiskan dag við okkara gestum. Bert 3 dagar eftir brúd­ leypið fóru vit á brúðarferð. Brúðardagurin