Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 22 SAMRØÐA Brot úr bókini: ÚR HJALLINUM SÁ hann út í hav. Skipini stevndu avstað við vónríkum unglingum. Hann hevði roynt hetta lívið. Men eisini skip stranda á heimligari grund. Hendan seinasta veturin hevði hann kent seg sum eina rotabukku, sum avreiddi eina veiðu, ið hvørki nyttaði at salta ella turka. Men havið kennir sína vitjanartíð og veit, nær hevndarinnar tími er komin. Ein viknandi sólarglæma smoygdi seg varliga inn millum rimarnar, sum ætlaði hon at senda ta allarseinastu kvøðuna. Brádliga var hon har og amaðist uppi í honum. Ein stór skinfluga. Hann sló út við arminum eftir henni, men kom so at hugsa um nakað. Hon mundi ætla at gera sær reiður. Men lykkjurnar og kjøtið vóru stadnað, og flugan fann ongastaðni at leggja sítt víggj. Mundi hon kenna á sær, at tíðin var komin. At okkurt fór brátt at verða. Hvør av øðrum liva má. Tað var gamalt. Heilt frá upphavi av. Menniskju, dýr og smákykt. Hann læt enn einaferð reipið glíða millum grefligu hendurnar. Skoðaði vælgjørda knútin, meðan hann aftur hugsaði um pápan. Tann stríðandi sjómannin, sum mangan brattan var farin. Og um skroypiliga lívið, ið mangan hevði hingið í einum klønum tráði. Skjótt fór deyðin hjá einum landkrabba at darla niður úr loftinum í einum tjúkkum enda. Ronja og Jórun tóku kaffi útum og settu seg á beinkin sunnan fyri húsini. Áin rann við sama lag, og stararnir pjátraðu í trænum og við laðaða grótgarðin. Summarið var nú komið til Føroya. Men í teirra verð var hvørki sama gleðin ella megin í sólini hendan morgunin. Teirra egna sterka sól var farin aftur um tung, ófrættakend skýggj. Hon var horvin og fór kanska ongantíð at skína aftur. Eina løtu afturat kundu tær liva í vónini. Men nær fór sannleikin at koma fram í ljósið? Klokkan var farin av ellivu. Tað fyrsta slagið kundi komið frá einum svíðandi koyrli. Hendan morgunin var tað pínufult at hoyra kirkjuklokkuna. Men himmalin skuldi eisini hoyrast og Várharra ákallast í gleði og sorg. Lívið var ein stokkut stund. Bert ein viðbrekin klænur tráður í tí stóra spunanum. S 1 h STEINTÓR RASMUSSEN – Eg eri av tí fatan, at føroyingar eiga at lesa bøkur alt árið. Tað er ikki rætt, um vit bara lesa bøkur millum jól og nýggjár, vit mugu eisini lesa bøkur millum nýggjár og jól. Tað er eisini eitt sindur fyri at purra føroyingar út og siga, at um vit ynskja at vera eitt menta og lesandi fólk, so lesa vit bøkur alt árið. Tað sigur Steintór Rasmussen, ið er aktuellur við síni aðru krimiskaldsøgu VIT MUGU LESA BØKUR ALT ÁRIÐ HALLUR AV RANA H álvt ár eftir, at Stein­ tór Rasmussen lat úr hondum sína fyrstu krimi­skaldsøgu við heit­inum Deyðin kemur í bindi­ klubb, er arbeiðssami klaks­vík­ing­ urin klárur við næstu krimi­skald­ søguni Hevndin úr havsins dýpi. Eins og í fyrru bókini, so gloppar Steintór Rasmussen dyrnar fyri lesaran at sleppa innum í Føroya mest vanlukkurakta bindiklubba, tann hjá teimum seks vinkonunum Bjørg, Ronja, Jórun, Anita, Lina og Maria. Í fyrru bókini var útgangsstøði eitt jólahald hjá bindiklubbanum, meðan seinna bókin gongur fyri seg í einum av norðastu bygd­ un­um í landinum, Gjógvará, har bindiklubbavinkonurnar hava sett hvørjari aðrari stevnu til ein vikuskiftistúr hálvt ár eftir hendingina í fyrru bókini. Hugnaligi summarhústúrurin hjá teimum seks vinkonunum fær tó ein bráðan enda, tá Bjørg hvørv­ ur sama kvøld sum eini summar­ hús í bygdini standa í ljós­um loga og líkið av gamla skúla skúla­lærar­ anum verður funnið í hjall­inum. Samtíðarsøga Hevndin úr havsins dýpi er tó so nógv meira enn bara ein krimi­ skaldsøga aftrat í longu røð­ uni av norðurlendskum krimi­ skaldsøgum. Við at skifta millum fleiri ymisk frásøgufólk og flyta millum nútíð og fortíð, megnar Steintór Rasmussen at lýsa føroyska samfelagið, samtíðina og samfelagsrelevant evnir á ein lættan og skilligan hátt. Bókin rør m.a. við kjakið um heilsu­verkið og yvirlæknar, happ­ ing, tilflytarar frá Miðeystri, fostur­tøku, slatur, skiftandi familju­mynstur og ung, ið hava tørv á hjálp, men onkursvegna detta niðurímillum í føroyska samfelagnum. Alt evnir, ið mang­ an eru at hoyra um í al­menna kjakinum, og verða tey í bókini viðgjørd við tí lætta ger­andis­ mál­inum, ið eyðkennir nógvan av skald­skapinum hjá Steintóri Ras­ mussen. Sjálvur metir hann eisini, at rithøvundar hava eina skyldu at skriva á einum slíkum máli, ið ger, at føroyingar tíma at lesa bøkur. – Onkursvegna er tað eisini rit­høvundarnir, ið avgera hvussu væl føroyingar tíma at lesa bøkur. Tað at skriva á løttum og fangandi málið kann vera við til at gera, at føroyingar fara at lesa meira á egnum máli, eisini um summarið, sigur rithøvundurin. Ikki ókent Hóast flestu føroyingar best munnu kenna skaldskapin hjá Steintór Rasmussen aftur frá Frændum og Kular Røtur, so er tað ikki ein heilt ókend verð, ið Steintór Rasmussen hevur førkað seg út í, nú hann hevur latið úr hondum aðru krimiskaldsøguna innan eitt ár. – Eg havi skrivað fleiri styttri krimisøgur, spøkilsissøgur og