Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 23 krimigátur til børn, ið eg havi fortalt í skúlanum, og tá vit høvdu Studio Pegasus var krimigátur eitt afturvendandi tema. So tað er ein sjangra, ið eg havi fingist eitt sindur við áðrenn, greiðir Steintór Rasmussen frá, og heldur fram. – Eg havi altíð sjálvur verið hugtikin av krimisøgum, og havi lisið nógv av tí. So um eg skuldi skriva eina bók, so skuldi tað vera ein krimiskaldsøga, og nú eru tær tvær. Eyðkent føroyskt Eitt sum skilur krimiskaldsøgurnar hjá Steintóri Rasmussen frá flestu øðrum líknandi verkum er, at Steintór Rasmussen ikki hev­ur valt at arbeiða við einum høvuðs­ persóni, men lýsir søguna gjøgnum fleiri frásøgufólk. – Eg havi ansað væl eftir, at eg ikki havi plagierað nakran annan. Tað er mítt hugskot at skriva bøkurnar út frá einum bindiklubba, tí tað er nakað eyðkent føroyskt. Van­liga eru høvuðspersónar í krimiskaldsøgum yvir 50 ár, frá­ skildir, einsamallir og drekka eitt sindur ov nógv, men eg valdi heldur at ar­ beiða við fleiri høv­uðs­per­ sónum, sigur Steintór Ras­mussen. Hóast rithøvundurin ikki ynskir at plagierar onnur verk, so merkir tað ikki, at hann als ongan íblástur hevur fingið frá øðrum. – Flestu hugskotini fái eg av at liva og vera erligur, men nøkur hugskot koma eisini frá at lesa aðrar bøkur og lata seg kveikja av øðrum persónum og umhvørvum. Um man einki læs, so hevði tað nokk verið trupult at fari í holt við eina slíka krimirøð, sigur Steintór Ras­ mussen. Kemur ein aftrat Tey sum dáma bøkurnar kunnu fegnast um, at Deyðin fer í bindi­ klubb og Hevndin frá havsins dýpi eru ætlaðar sum tær báðar fyrstu bøkurnar í einum tríbókaverki. Rithøvundurin er tó varin við at siga, nær síðsta bókin í røðini um bindiklubban verður til keyps. – Tað er ikki óhugsandi, at triðja bókin verður liðug síðst í árinum, men tað er torført at meta um nú, sigur rithøvundurin, ið leggur dent á, at bókin kann verða útgivin nær sum helst á árinum. – Tað er nokk so spennandi at geva eina bók út um summarið. Flestu bøkur, serliga skaldsøgur, koma út á jólum, tí tá vænta rithøvundur og forløg, at man kann selja tær. Men eg eri av tí fatan, at føroyingar eiga at lesa bøkur alt árið. Tað er ikki rætt, um vit bara lesa bøkur millum jól og nýggjár, vit mugu eisini lesa bøkur millum nýggjár og jól. Tað er eisini eitt sindur fyri at purra føroyingar út og siga, at um vit ynskja at vera eitt mentan og lesandi fólk, so lesa vit bøkur alt árið. Summarið er ein fín tíð, og tá er upplagt at útgeva eina summarkrimi. HALLUR@SOSIALURIN.FO Útgavur og verkætlanir 1984 Ungdómur - bóklingur 1984 Saman við tær - pláta og band 1986 Frændur 2 - pláta og band 1987 Vísuvinir - band 1988 80'ini - fløga 1989 Millum Frændur - fløga 1990 Tey dansa eins og skuggar 1992 Mítt land - fløga 1995 Svart Gull - savn 1998 – 2008 Studio Pegasus 1998 Kærleikans Vallaraheim - fløga 1999 Kular Røtur - fløga og filmur 2000 Kular Røtur: Túsund Smíl - fløga 2000 Trølla Pætur og Kular Røtur - fløga 2000 Sangur til frælsi – Afzelius - fløga 2000 Hon er omma mín - filmur 2001 Mín gløggi vinur - krimigátur 2002 Brandur Enni - fløga 2003 Føroyingar liva ikki av fiski eina - yrkingar 2003 Frændur: Eg vil liva - fløgusavn 2004 – 2017 Summarfestivalur 2005 Kular Røtur gull - sangbók / fløgur 2006 Svartideyði - krimisøga 2007 TALENT - borðspæl 2008 Svarti kassin - uppgávur / gátur 2008 – 2016 Søgur til Mín jólabók 2009 Vakrir dreymar - video 2009 Frændur V - fløga 2010 Frískar kular røtur - fløga 2011 Her er gott at dansa - dansifløga 2011 Valla foldum á - fløga 2012 Tað eru jól - video 2012 Kular Røtur: Vov Vov - fløga 2012 Skatturin hjá Ommu - filmur 2013 Dýr er barnaverð - filmur 2014 Kærleikin er størsta boðið - video 2015 Roknisangur - video 2015 Lívið er mítt listaverk - sjálvævisøga 2016 Deyðin fer í bindiklubb - krimiskaldsøga 2017 Hevndin úr havsins dýpi – krimiskaldsøga – Flestu hugskotini fái eg av at liva og vera erligur, men nøkur hugskot koma eisini frá at lesa aðrar bøkur og lata seg kveikja av øðrum persónum og umhvørvum Vanliga eru høvuðspersónar í krimiskaldsøgum yvir 50 ár, fráskildir, einsamallir og drekka eitt sindur ov nógv, men eg valdi heldur at arbeiða við fleiri høvuðspersónum