Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 24 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR S ólin bakaði niður á Tórs­ vøll, tá føroyskur spæl­ ar­arnir fyrrapartin í gjár høvdu sín seinastu venj­ ing, undan HM 2018 und­an­kapp­ ing­ar­landsdystinum móti Sveis, sum verð­ur á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Tað er serliga leikbannið hjá Jó­ an Símuni Edmundsson, sum hev­ ur sett gongd á broytingarnar, tí vit hava ongan líknandi spælara í hóp­ inum. Tí vil Lars Olsen hava tveir spæl­arar heilt frammi, so føroyska lið­ið kann hótta meiri, tá vit hava bólt­in. Ella er vandin, at vit fáa bólt­in aftur í høvdið beinanvegin. Gunnar tryggur í málinum Tað er ongin ivi um, at Gunnar Niel­ sen verður millum stengurnar, tá dyst­urin verður bríkslaður í gongd. Hann hevur verið undir skurð í vet­ ur, tí hann hevur slitið eitt liðband í hondini. Skurðviðgerðin gekk væl og málverjin er nú frískur og klárur at spæla. Hann beklaði til venjing miku­dagin, men sigur sjálvur, at tað ikki er nakar trupulleiki. – Hetta er ein torfør mótstøða og vit skulu spæla væl fyri at hava nakr­an møguleika, sigur Gunnar Niel­sen, sum spælir við íslandska meist­araliðnum, FH. Eyka málverjar eru Símun Rógvi Han­sen og Teitur M. Gestsson. Verjan tann sama Verjan verður helst sum væntað við Jón­as Tór Næs (ÍBV), Atli Gregersen (Vík­ing­ur), Jóhan Troest Davidsen (HB) og Viljormur Davidsen (Velje). Tað er sama verjan sum móti An­dorra. Sonni Ragnar Nattestad (Molde) er framvegis skaddur. – Eg kann siga so mikið sum, at Jónas Tór Næs spælir sín dyst numm­ar 50, sigur Lars Olsen, lands­liðsvenjari. Til allar venjingarnar hava hesir fýra verið í verjuni saman og tí bendir alt á, at hetta verður verj­ an. Av øðrum møguleikum eru Ári Mohr Jónsson (HB) á vinstra bakki, og Hørður Askham (KÍ) og Odmar Færø (B36) í miðverjuni. Fýra mans á miðvøllin Broytingin í uppstillingini byrjar á miðjuni, har tað bara verða tveir mans á miðjuni. Eftir venjingini at døma. so verða tað Hallur Hansson (AC Horsens) og Fróði Benjaminsen (Vík­ingur), meðan Gilli Rólantsson (Brann) og Sølvi Vatnhamar (Vík­ ing­ur) verða á vengrunum. Móti Andorra fyrr í ár spældu Hallur Hansson og Sølvi Vatn­ham­ ar mitt á miðjuni. Tá hevði Fróði Ben­ja­minsen leikbann. – Nú fáa vit at síggja um tað rigg­ar við tveimum mitt á miðjuni. Enn er tað tað eg havi í høvdinum til dystin í morgin. So fáa ivt at síggja. Riggar tað ikki og teir vinna mið­vøllin, so mugu vit skifta, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari. Klæm­int og Finnur framum Páll Til venjingarnar hava Klæm­int A. Olsen (NSÍ) og Finnur Just­in­us­sen (Fremad Amager) verður álops­parið. Páll A. Klettskarð (KÍ) byrjaði inni móti Andorra, men hevur ikki fing­ið afturval. Alment sigur Lars Olsen, at tað bara er gjørt við tí í huga, at før­ oyska liðið skal hótta sveisiska mál­ið, og geva okkara spælið meiri tyngd í framrættaða spælinum. Tað kann tó eisini lesast millum linj­ur­nar, at tala er um tveir hart arb­eiðandi áleyparar, sum fyrst og fremst koma at hava verjukendar upp­gávur. Bæði Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen eru tiltiknir fyri at arbeiða hart, men tað kann eis­ini sigast um Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen (B36), sum koma at sita á bonkinum. Tað hevur eisini verið tosað um, at flyta Gilla Rólantsson fram í álopið, men tað tykist ikki at verða á h e s u m sinni. Sannlíkindini minka við avboðunum Sonni Ragnar Nattestad og Brand­ ur H. Olsen eru ikki við vegna skaða, Jóan Símun Edmundsson hev­ur leikbann, meðan Róaldur Jak­ob­sen (B36), Bárður J. Hansen (NSÍ) og Árni Frederiksberg (NSÍ) hava givið avboð. Til samans kemur tað at merkj­ ast, men føroyskur fótbóltur flyt­ ur seg rættan veg, og teir nýggju í hópinum bjóða seg fram. Nú er at vóna, at ein fullsettur Tórs­vøll­ur eisini kann lyfta føroyska liðið, tí mótstøðuliðið er sterkt. FYRSTA TAKTISKA BROYTINGIN FRÁ LARS OLSEN Føroyar – Sveis: ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Fyri fyrstu ferð í einum undankappingardysti verður vanliga spæliskipanin hjá føroyska landsliðnum broytt. Leikbann og skaðar gera, at Lars Olsen ætlar sær á vøllin við tveimum áleyparum