Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 25 Sveis er oddalið í bólkinum hjá Føroyum, og hevur higartil vunnið allar teir fimm dystirnar sum liðið hevur spælt í undankappingini. Millum annað eisini móti evropameistarunum úr Portugal. SVEIS HEVUR IKKI TAPT Í MEIRA ENN EITT ÁR ANDRÉ OLSEN Mótstøðuliðið hjá Før­oy­um fríggja­kvøld­ ið, Sveis, hevur seinasta ár­ið havt eina góða gongd. Higartil hevur liðið vunnið all­ar dystirnar í undankappingini, og leitast skal meira enn eitt ár aft­ur, fyri at finna seinasta ósig­ur­in. Tal­an var tá um tepran ósigur á heima­vølli móti Belgia. Sum heild eyðkennir tað liðið hjá Sveis, at eingin verulig stjørna er á lið­num, og at flest allir leikararnir eru í besta fótbóltsaldri. Tó at eing­in verulig stjørna er, spæla allir leik­a­r­arnir hjá Sveis við rímiliga stór­um evropeiskum liðum, og er tal­an um sera væl samanspælt lið. Vit fara her at geva nakrar upp­lýs­ing­ar um liðið hjá Sveis. Halt eyga við: Granit Xhaka (Arsenal) – Mið­vall­ar­in, ið dagliga spælir fyri Arsenal, er størsta navnið á liðnum hjá Sveis. Stórt­sæð alt spælið á sveisiska lið­num gongur gjøgnum hann, og er hann sera stinnur á bóltinum. Hann er vinstrabeintur og skjýtur væl útifrá. Tí koma langtskotini hjá hon­um at vera ein hóttan, umframt hans­ara langu síðuskift. Veikleikar hjá Sveis: Framrættaða spælið – Hóast Sveis hev­ur vunnið allar dystirnar í und­an­kappingini higartil, hevur tal­an ikki verið um flottan og flót­andi fót­bólt í øllum dystunum. Lið­ið hev­ ur bert skotið 10 mál í fimm teim­um fyrstu dystunum, sam­an­bor­ið við Portugal, sum hevur skot­ið 19. Orsøkin til hetta er, at pro­fil­ ar­nir í offensiva partinum ikki eru so stórir, men at tað heldur er heild­in sum ber tað hjá Sveis. Liðið er munandi betur í verjupartinum enn í álopspartinum, og tí eigur før­oyska liðið at hava møguleikar fyri at standa ímóti stóran part av dyst­inum. Gongd hjá Sveis: Sveis hevur ikki tapt ein dyst í meira enn eitt ár, og tá skal havast í huga, at Sveis luttók til EM-endaspælið í Frak­landi fyri minni enn einum ári síð­ani. Har tapti Sveis ongan dyst í van­ligari leiktíð. Í bólkaspælinum vunnu teir móti Albania, meðan teir spældu javnt ímóti Rumenia og Frak­landi. Í áttandapartsfinaluni spældi Sveis móti Póllandi í einum dysti sum endaði 1-1. Sveis tapti tá brotssparkskapping. Síðani tá hev­ur Sveis sum kunnugt vunnið all­ar dystirnar í undankappingini – mill­um annað eisini móti Portugal. Sein­asti ósigurin hjá Sveis kom tann 28. Mai í fjør, tá Sveis tapti 2-1 á heimavølli móti Belgia. Spælistílur hjá Sveis: 4-2-3-1. Sveis spælir rímiliga traditio­nelt í mun til flestu evrope­isku landslið. Liðið spælir við fýra í verjuni. Við tveimum djúp­ um miðvallarum, ið eru nógv á bóltinum. Síðani hevur liðið tveir kantar, ið liggja breitt og bjóða nógv av. Afturat tí hevur lið­ið flestu dystirnar ein hangandi áleyp­ara, ið er nógv við til at mynda spæl­ið á miðvøllinum, umframt ein áleypara, ið liggur einsamallur uppi. Eitt boð uppá liðið hjá Sveis kundi verið hetta: Yann Sommer (Monchengladbach) – Stephan Lichsteiner (Juventus), Nico Elvedi (Monchengladbach), Johan Djorou (Hamburg), Francois Moubandje (Tolouse) – Valon Behrami (Watford), Granit Xhaka (Arsenal) – Xherdan Shaqiri (Stoke), Blerim Dzemaili (Montreal), Admir Mehmedi (Leverkusen) – Eren Derdiyok (Galatasaray) Málverjar: Roman Burki, Borussia Dortmund (Týskland) Marwin Hitz, FC Augsburg (Týskland) Yann Sommer, VfL Borussia Monchengladbach (Týskland)   Verjuleikarar: Manuel Akanji, FC Basel (Sveis) Johan Djourou, Hamburger SV (Týskland) Nico Elvidi, VfL Borussia Monchengladback (Týskland) Timm Klose, Norwich City (Ongland) Michael Lang, FC Basel (Sveis) Stephan Lichtensteiner, Juventus (Italia) Jacques-Francois Moubandje, FC Toulouse (Frakland) Silvan Widmer, Udinese (Italia)   Miðvallarar: Valon Behrami, Watford FC (Ongland) Blerim Dzemaili, Montreal Impact (USA) Edimilson Fernandes, West Ham United (Ongland) Gelson Fernandes, Stade Rennais FC (Frakland) Fabian Frei, FSV Mainz (Týskland) Remo Freuler, Atalanta (Italia) Admir Mehmedi, Bayer 04 Leverkusen (Týskland) Xherdan Shaqiri, Stoke City FC (Ongland) Granir Xhaka, Arsenal FC (Ongland) Steven Zuber, TSG 1899 Hoffenheim (Týskland)   Framherjar: Eren Derdiyok, Galatasaray SK (Turkaland) Haris Seferovic, Eintracht Frankfurt (Týskland) Venjarin: Venjarin hjá Sveis eitur Vladimir Petkovic og kemur úr Serbia. Vladimir Petkovic hevur staðið á odda fyri sveisiska liðnum síðani 2014. Undan tí vandi hann italska Serie A felagið, Lazio, har hann millum annað var við til at vinna italsku steypakappingina. Sum venjari hevur tað hilnast væl hjá Vladimir Petkovic sum sveisiskur landsliðsvenjari. Hann hevur eitt win-ratio uppá 58,63% í teimum 29 dystunum sum hann hevur staðið á odda fyri liðnum. 17 eru vunnir, 5 eru endaðir við javnleiki, meðan 7 eru taptir. Hópurin: Málverjar Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE) Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík Verjuspælarar Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE) Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN) Atli Gregersen, Víkingur Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn Hørður Askham, KÍ Klaksvík Odmar Færø, B36 Tórshavn Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn Miðvallarar Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE) Hallur Hansson, AC Horsens (DEN) Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR) Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN) Fróði Benjaminsen, Víkingur Sølvi Vatnhamar, Víkingur Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn Karl Løkin, NSÍ Runavík Framherjar Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN) Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík Patrik Johannesen, B36 Tórshavn