hósdagur 8. juni 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
26
ÍTRÓTTUR
Jónas Tór Næs:
FÓTBÓLTUR Hann er ikki altíð sjónligasti maðurin á vøllinum, men avrikið
liggur ongantíð eftir. Hann telur ikki landsdystir, men hevur verið við í 50 av
teimum seinastu 57 landsdystum hjá Føroyum. Hann hevur ongantíð givið
avboð, men tvær ferðir hevur verið nær við. Høgri bakkurin á landsliðnum
er aftur farin av landinum at spæla fótbólt, fyri at bjóða sær sjálvum av
TRÓNDUR ARGE – HOTEL FØROYAR
H
ann er løgfrøðingur og
familjumaður, men tað
hevur ikki steðga hon
um í at kom í “klubb 50”,
sum bara 13 landsliðspælarar hava
klárað. Hann mundi ikki verið við í
minniliga sigrinum í Grikkalandi, tí
sonurin ætlaði sær út um somu tíð
– men helst visti sonurin okkurt.
Konan var sett at eiga um somu
tíð, sum vit skuldu avstað. Tíbetur
gjørdi hann skjótt av og kom út
seks dagar áðrenn tíð, so eg kundi
vera við. Okkurt hevur hann vitað,
sigur Jónas Tór Næs brosandi.
Hann situr í troyggju, sum er blá
og føroysk frámerki eru á. Hann er
róligur og smílandi, men tað koma
ikki tær stóru yvirskriftirnar frá
løgfrøðinginum. Soleiðis kenna
vit hann eisini á vøllinum. Hann
arbeiðir hart, men ger ikki nógv
burturúr sær sjálvum. Hann hevur
spælt 49 landsdystir og hevur illa
nokk verið í nánd av at skjóta mál.
Heldur er søgan um 30 ára
gamla Jónas Tór Næs, søgan um
ein arbeiðshest, sum tú altíð kanst
rokna við. Hann er í løtuni í farloyvi
frá starvinum sum løgfrøðingur í
Heilsu- og innlendismálaráðnum,
hevur tikið útbúgvingina á
Københavns Univeristet og er
familjumaður við tveimum børn
um – men hevur altíð tíð til lands
liðið – eisini tá nú seks ára gamla
dótturin bleiv fødd, stutt undan
venjingarlandsdystinum móti
Luksemborg.
Telur ikki landsdystir
Tað er gjarna ein stór løta, tá tú
spælir landsdyst nummar hálvt
hundrað, men heilt soleiðis er tað
ikki hjá Jónasi Tór Næs. Hann tyk
ist verða ein sikkurt startari, men
soleiðis hugsar Jónas Tór Næs
heldur ikki.
– Eg havi ikki hugsað um tað,
men um eg sleppi á vøllin, so verð
ur tað stuttligt. Tað var ikki fyrr
enn tit miðlarnir byrja at eg fari
at hugsa um tað. Tá byrjar tú at
hugsa aftur í tíðina. Tað er stuttligt
at minnast aftur á upplivingar á
landsliðnum. Bæði góðar sum ring
ar, sigur Jónas Tór Næs. Lars Olsen
hevur síðani váttað, at høgri bakk
urin byrjar inni í kvøld.
Hann hevur ikki tal á sínum
landsdystum, tí hann telur slett
ikki landsdystirnar hann spælir.
– Eg eri glaður og stoltur av at
umboða Føroyar. Eg hugsi ikki um
talið, men eri stoltur av tí. Eg havi
ongantíð havt nakað mál um at
klára eitt ávíst tal av dystum, sigur
løgfrøðingurin.
Tað sigur ikki so lítið, at hann
hevur verið við í 50 av teimum sein
astu 57 landsdystunum. Av teimum
eru allir vegna skaða ella leikbann.
Fyrsta úttøkan
órógvaði próvtøkuna
Jónas Tór Næs spælir í 2008 sín
fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Tað
er ein venjingardystur móti Est
landi.
– Tá ringdi ongin og segði at tú
ert úttikin. Eg var akkurát byrj
aður upp á eina 24-tímar próvtøku
í stýrisskipanarrætti, tá svágurin,
Jákup Sørensen, ringdi og for
taldi mær tað. Tað órógvaði fyrstu
tímarnar, men eg fekk góðar aftur
meldingar fyri próvtøkuna, sigur
Jónas Tór Næs.
Hann spælir allan dystin, sum
Estland vinnur 4-3. Tað er eisini
í Estlandi, at Jónas Tór Næs fær
sítt størsta vónbrot sum lands
liðsspælari. Tað er í 2010 til EM
undankappingina og Jóan Símun
Edmundsson hevur lagt Føroyar á
odda, men í yvirtíðini skorar Est
land tvær ferðir. Føroyska liðið
hevur sum so tamarhald á dystin
um, men alt dettur á gólvið.
– Tað var ein dystur við lærdu
nógv av. Vit høvdu næstan vunnið
dystin, men endaðu við at tapa.
Vónbrotið setti seg, og síðani haldi
eg at tað gav okkum eina stryki, tá
vit høvdu eitt úrslit, at nú skuldu
vit ikki missa tað, fortelur Jónas
Tór Næs.
Hann leggur afturat um vón
brotini á landsliðnum, at stórtapini
eisini kennast hørð.
Besta minnið er Pireus
Tá høgri bakkurin hugsar aftur á
landsliðstíðina, so er eitt minni,
sum stendur sterkari enn allar tær
góðu løturnar.
– Tað er uttan iva í Pireus, tá vit
vunnu á Grikkalandi. Tað kann ikki
lýsast hvussu lekkurt tað var, sigur
Jónas Tór Næs og minnist aftur á
dystin og ferðina.
– Ongin hevði væntað nakað
áðrenn dystin, tí kappingin í
Føroyar var liðug og vit høvdu
vant á Tórsvølli fyri at halda
okkum í gongd. Vit høvdu havt
góðar dystir frammanundan,
men úrslitið manglaði. Tá vit
førdu, so minnist eg at kenslan í
Estlandi kom í meg og eg hugsaði,
at nú skal tað ikki endurtaka seg,
greiðir Jónas Tór Næs frá og leggur
afturat:
– Ein vanligur spurningur er fái
frá íslendingum er, um tað ikki eru
vit, sum eiga æruna av at Leicester
vann Premier League. Hann vísur
til, at Claudio Ranieri bleiv koyrdur
sum landsliðsvenjari hjá Grikka
landi, fyri síðani at vinna Premier
League við Leicester.
Ivast í besta dystinum
Jónas Tór Næs brúkar ikki nógv tíð
upp á at hugsa um spældar dystir,
men tá hann skal svara upp á besta
dystin hann hevur spælt, so renna
tríggir dystir fram í huganum.
– Eg minnist at eg hugsaði oft
ani í byrjanini, at nú var hetta mín
besti dystur, men við tíðini havi
eg ikki hugsað upp á sama máta.
Tað er eisini ringt at siga hvat er
mín besti dystur, men kanska tann
móti Svøríki á Tórsvølli. Teir vinna
2-1, men skora ikki fyrr enn eg má
út at seymast, fortelur høgri bakk
urin.
Hann nevnir eisini 2-0 sigurin
á Lettlandi fyri kortum, umframt
1-0 tapið fyri Fraklandi í 2009. Tá
hevði Jónas Tór Næs úr at gera á
høgra bakkinum.
– Teir byrjaðu við Patrice Evra á
vinstra bakki og Florent Malouda á
vinstra vongi. Seinasta hálva tíma
kom
s
o
F ra n c k
Ribery
á
vøllin fyri hann.
Eg gav honum eina
ordans takling, sum kostaði gult
kort, men eftirfylgjandi dribblaði
hann inn í vøllin, fortelur Jónas
Tór Næs.
Føroyski landsliðsbakkurin fór
eisini avstað við troyggjuni hjá
Franck Ribery eftir dystin. Ein av
teimum fáu troyggjunum hann
hevur biðið um, men besti spælari
hann hevur spælt ímóti er ein íri.
– Eg havi spælt móti fleiri stór
um nøvnum, men besti spælari
eg havi spælt yvirfyri er Aiden
McGeady úr Írlandi. Eg kundi
hugsað mær at sagt nøkur stór
nøvn, men hann var ótrúligur,
sigur Jónas Tór Næs.
Til Íslands at liva
fótbóltsdreymin
Jónas Tór Næs spælir í dag við
Íslendska ÍBV, eftir at hann í fjør
bleiv valdur til ársins spælara í B36.
Hann hevði eisini sáttmála við fe
lagið fyri komandi kappingarár,
men 30 ára gamli bakkurin valdi
LØGFRØÐINGU
Í KLUBB 50