hósdagur 8. juni 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
27
Eg havi spælt móti fleiri
stórum nøvnum, men
besti spælari eg havi
spælt yvirfyri er Aiden
McGeady úr Írlandi
Navn: Jónas Tór Næs
Føddur: 27. desember 1986
Foreldur: Martin Næs og Tóra
Þóroddsdóttir
Giftur: IngU Katrin Winther
Børn: Sigga Smæra Jónasdóttir 6 ár,
Martin Freyr Jónasson 2 ár
Yrki: Løgfrøðingur (Heilsu og
innlendismálaráðnum)
Útbúgving: Cand jur. Københavs
Universitet
Yrkisleið:
Ungdómsár: B36 + 2 mánaðir HB
2002: Hessel gods fodboldkostskole
2002-2006: BK Frem
2006-2007: FC Amager (Nú Fremad
Amager)
2007-2008: Køge BK
2008: NSÍ
2009-2010: BK Frem
2010: B36
2011-2013: Valur (ÍS)
2014: EB/Streymur
2015-2016: B36
2017- ÍBV (ÍS)
Spælarar í “Klubb 50”
1. Fróði Benjaminsen 90 (landsdystir)
2. Óli Johannesen 83
3. Jákup Mikkelsen 73
4. Jens Martin Knudsen 65
5. Julian Johnsson 62
6. Jákup á Borg 61
7. John Petersen 57
8. Allan Mørkøre 54
9. Rógvi Jacobsen 53
10. Súni Olsen 53
11. Øssur Hansen 51
12. Chrsitian L. Holst 50
13. Christian Høgni Jacobsen 50
(Kelda: Faroesoccer.com)
RIN
nú at taka av
møguleikanum.
Hann hevur fyrr
spælt við Vali frá 2011
til 2013, og tað hava verið
fleiri tilboð síðani.
– Eg havi hvørt ár síðani eg gavst
í Vali fingið tilboð úr Íslandi. Tað
hevur ongantíð ligið fyri at taka av,
men tað gjørdi tað hesaferð, sigur
Jónas Tór Næs, sum sendir heima
stýrinum og arbeiðsplássinum ein
takksaman tanka, fyri at tað letur
seg gera.
– Tá tú ert 30 ár eru tað ikki so
nógv ár eftir. Mær dámar væl at
bjóða mær sjálvum av, og tú skal
prógva teg fyri øðrum fólkum í ein
um nýggjum umhvørvi. Eg hevði
ikki kunna farið, um tað ikki var
fyri familju og valvild á arbeiðs
plássinum, sigur landsliðsspælarin,
sum í løtuni er í farloyvi.
Hann hevur gjørt sáttmála við
ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, sum
eisini hevur Kaj Leo í Bartalsstovu
í hópinum.
Kapping um plássið
Tað hevur verið økt kapping um
plássið á høgra bakki á landslið
num seinastu tíðina, men hvørja
ferð vinnur Jónas Tór Næs, tá sam
anumkemur. Hann er so tryggur í
sessinum til dystin móti Sveis, at
Lars Olsen hevur longu váttað, at
løgfrøðingurin spælir sín landsdyst
nummar 50 í kvøld.
Í mun til fyrstu tíðina á lands
liðnum, so ásannar hann eisini, at
kappingin er harðari um plássið.
– Nú eru nógvir bakkar við
meiri kvaltieti í mun til fyrr. Eg
fekk ein skaða í økslina í 2015 og
bleiv skurðviðgjørdur. Tá skuldi
árið hjá mær verða liðugt, men eg
spældi aftur á ólavsøku. Tað er hart
at koma aftur aftaná ein drúgvan
skaða, og tað er ein dystur at koma
fyri seg, deiligt at kunna prógva seg
sjálvan, sigur Jónas Tór Næs og
leggur afturat:
– Eg skilji væl at Lars Olsen
skal royna nøkur ting til venjing
arlandsdystir og um tú ikki tolir
kapping, so skalt tú ikki spæla fót
bólt, sigur bakkurin.
Hann hevur einki mál um
hvussu nógvar landsdystir hann
skal røkka. Fyribils snýr tað seg
bara um ein landsdyst á gangin.
Hann leggur eisini dent á, at tað er
hugaligt við nógvu áskoðarunum,
sum stuðla landsliðnum í løtuni.
Jónas Tór Næs er tann 14. spæl
arin í føroyskari landsliðssøgu,
sum spælir 50 landsdystir fyri
Føroyar.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
TRONDUR@SOSIALURIN.FO