Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 28 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen S unnudagin 11. juni verð­ur Sámal Patursson í Kirkju­ bø 100 ár. Hetta er ein stór­ ur dagur hjá hesum merk­ is­manni, sum hevur gjørt so lítið um seg, hóast hann hevur avrikað so nógv. Sámal hevur eins og pápin, Ga­zet, verið undangongumaður inn­an urtagarðsbrúk í Føroyum. Stór­an part av teirra lívi hava teir virkað sam­an. Tí er søgan hjá øðr­um teirra í stóran mun eisini søgan hjá báðum. Mamma Sámal var Frederikka. Pápi hennara var Samuel Jacob Samu­el­sen, ættaður av Stykkinum. Mamm­an var Marianna, fødd Dahl í Lopra. Hon var seinna kona Petur Hans Poulsen, bónda í Kirkjubø. Nú er Kirkjubøur ein fittliga stór bygd, men tá ið Sámal var drong­ur vóru bert 4-5 hús í hesi bygd­ini, sum hevur so ríka søgu. Sám­al heldur annars ikki, at tey merktu so nógv til, at Kirkjubøur var ein politiskur miðdepil. Men her vóru tó ofta fólkafundir og vitj­an­ir. Tað var skúli í Kirkjubø. Lær­ ari hjá Sámali var mostir hans­ara, Karin Samuelsen, kend frá sang­ inum hjá Hans Andreas Djur­huus við regluni »altíð rennur Kar­in fyrst.« Karin var á mangan hátt ein merkiskvinna. Hon var ein tann fyrsti kvinnuligu komm­unu­ stýr­is­limur í Føroyum. Sámal hevur alt lívið havt sítt virk­semi í Kirkjubø. Tó var hann á háskúla í Havn í sínum ungu døg­um. Beskeðin sjálvlærdur vísindamaður Gazet gjørdist ikki kendur fyri poli­tikk sum beiggin, Jóannes Pat­ursson. Hansara arbeiðsøki var urtagarðsarbeiði og vísindalig av­ rik í hesum sambandi. Fyri at taka tað seinna fyrst, kom hann at gera eitt stórt arbeiði við at savna summarfuglar og plant­ur. Í hesum sambandi hevði hann samstarv við vísindastovnar sum Zoologisk Museum í Dan­ mark. Gazet var tann fyrsti í Føroyum, sum fekk sær urtagarðsbrúk sum vinnu­veg, og var hetta sera slóð­ brót­andi tá í tíðini. Í 2003 kom ein góður vinur við upp­skoti um at lýsa Gazet í FF- blað­num. Tann greinin, sum tá kom burtur úr, er nú dagførd við nýggj­um tilfari. Men tað var eitt sindur trupult at fáa tilfar til eina lýsing av Gazet. Mótsett øðrum kendum beiggjum, var hann sera beskeðin. Tað var ógvu­liga lítið skrivligt, sum var at finna um hann. Men Sámal og hansara ætt­ ar­fólk kundu tó geva so mikið av íkasti, at tað fekst ein góð lýsing av Gazet. Hetta var ikki minst, tí ættin hevði varðveitt áhugaverd bræva­ skifti, sum Gazet hevði við teir av­ varð­andi vísindaligu stovn­ar­nar í Danmark. Okkurt er komið aft­ ur­at, nú hesin táttur verður tikin upp aftur. Feðgarnir Gazet og Sámal Patursson hava verið merkismenn. Nú Sámal verður 100 ár, verður tikið aftur í søguna hjá teimum báðum SÁMAL PATURSSON 100 ÁR 1. partur S um framhald av greinini um Sám­al á fyrru síðuni, skal verða greitt nærri frá um Gazet og Kirkju­ bø, har Sámal hevur verið ein týdningarmikil kelda við síni stóru vitan. Gazet Patursson var ein stak áhugaverdur persónur. Pat­urs­ son navnið er jú eitt kent navn í Føroyum. Tað verður søguliga fyrst og fremst sett í samband við brøðurnar í Kirkjubø við hes­ um navni, sum millum ann­að í politikki hava havt eina sera stóra ávirkan á føroyska sam­fe­lag­ið. Men Gazet hevur eisini uppi­ bor­ið eitt varandi eftirmæli. Hann var undangongumaður við urta­ garðsvirksemi í Føroyum. Eis­ini var hann vísindamaður bæði innan plantur og skordjór. Og so var hann javnaðarmaður í sjálv­ stýrisborgini í Kirkjubø! Umframt skrivligu keldurnar, hava munnligu verið børnini hjá hon­um, Sámal og Hildibjørt, ver­ dóttirin Bodil, sum seinni er deyð, kona Sámal, Elisabeth, abba­son­in­ urin, Rasmus, og Dorthea, einkj­an eftir Ólav, sonur Páll og Bodil. Hetta er tískil vist tað mest út­ greinaða, sum er skrivað um Gazet og hansara virksemi. Bóndahúsini í Kirkjubø Gazet var føddur 6.juli 1879 og var yngst­ur av seks systkjum, fimm brøð­ur og ein systir. Tey vóru Jóan­nes, Helena, Sverri, Sigert og Petur. Helena var kend sum rit­ høv­und­ur og sum ein tann fyrsta kvinnan, sum virkaði fyri javnrættindi hjá kvinnum. Hon skriv­aði eisini tvær bøkur um hús­ar­hald, og hon gav út Føroya fyrsta kvinnublað, sum kallaðist “Oyggj­arnar”. Hon var ikki gift og doyði longu í 1916. Petur fór til Amerika. Tað einasta ættin veit um hann er, at hann var blivin sjúkur og doyði á ungum árum har yviri. Sverri er væl kendur frá síni skriv­ing, eisini um fugl. Hann gav árini 1898-1902 út tíðarritið Fugla­frami, sum framvegis er for­vitnisligur lesnaður. Í 1920-un­ um var hann saman við Andre­as Ziska millum fyrstu loys­ing­ar­ menn í Føroyum. Sverri var meira víðgongdur tá enn beiggin, Jóan­nes. Sigert var æv­in­ týr­ari og er ser­liga kend­ur frá síni ferð­ing í Siberia, sum er komin út í bók. Mamma Gazet var Elin Katr­ina úr bóndahúsinum Uppi í Stovu á Vel­ ba­stað, pápin var Pól bóndi í Kirkju­ bø. Skúlagongdin Hann og systkini gingu í skúla heima á garðinum. Lær­ar­ar vóru fyrst Tann ókendi kirkjubømaðurin Gazet Patursson: Gazet var sjálvlærdur vísindamaður. Millum annað staðfesti hann gulllaks undir Føroyum fyri meira enn 100 árum síðani Sámal í urtagarðinum Frederikka og Gazet