hósdagur 8. juni 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017
SOSIALURIN 66
29
Jóan Jákup Dahl frá Krosslíð úr
Vági og eftir hann, Hans Jákup
Petersen, bróðir Fríðrik Petersen,
próst, av Saltnesi.
Gazet fór, eins og hinir brøð
urnir í realskúla í Havn. Um
skúlatíðina verður sagt í Táttum úr
Kirkjubø eftir Jóannes Patursson
og Fram við Sugguni eftir Sverra
Patursson, at brøðurnir untust
stak illa í realskúlanum og í
Havn annars. Hvønn leygardag
fóru teir til hús og kappgingu til
Kirkjubøar. Jóannes segði frá, at
pápi teirra lat teir venja seg í fim
leiki. Hann setti millum annað
eina stong upp, so teir kundi læra
seg at klintra við hondum og fót
um. Hann lærdi teir eisini at skjóta
við byrsu.
Lærdu danska
mentan í Havn
Jóannes viðurkennir tó, at tað
fekk stóran týdning fyri systkini,
at pápi teirra skipaði so fyri, at
meðan tey vóru í Havn, skuldu
tey tvær ferðir um vikuna fara
heim til Jørgen Frands Jacobsen
skómakara, til nátturða og har
læra høviskar siðir. Hann var abbi
rithøvundan Jørgen Frantz, og
langabbi William Heinesen.
Hetta var í Konradsbrekku,
sum í dag er Gr. Kambansgøta. Her
búði eisini foreldrini hjá Jørgen
Frantz, Marin og Meinhard.
Jørgen Frands, sum livdi frá
1819-1917, hevði búð mong ár í
Keypmannahavn, har hann var
skómakari, til hann flutti aftur til
Føroya á eldri árum. Men størsti
áhugin hjá honum og teimum
var kortini mentunarlívið í Keyp
mannahavn. Hesum greiðir Willi
am frá m.a. í stuttsøguni Min
romantiske bedstemoder. Hetta
var eisini eitt av teimum “fínu”
húsunum í Havn, har tey tosaðu
danskt við hvønn annan!
Somuleiðis sendi pápin børn
ini at læra eingilskan dans.
Hetta var meira fyri at venja
vakran atburð, enn vegna sjálv
an dansin. Dansilærarar vóru
høvuðsprentarin á Dimma
lætting, danskarin Aagaard, og
Franciska Jacobsen, dóttir um
rødda skómakaran.
Lívið í Kirkjubø
fyrst í øldini
Sámal hevur greitt frá lívinum
í Kirkjubø, tað hann minnist og
hevur fingið fortalt. Áðrenn Sámal
minnist, hevði Petur bóndi hand
il og keypti fisk. Vørurnar fingu
tey úr Havn. Tær komu vanliga
við bátum, sum fóru út í Hest og í
Sandoynna. Báturin steðgaði á út
fyri Kirkjubø, so varð róð umborð
eftir vøruni. Annars kom vegur
til Kirkjubøar í 1925. Hetta lætti
nógv um.
Sigert var pápabeiggi Sámal,
men Sámal minnist hann bert,
tá ið hann einstakar ferðir kom
heim til Føroyar at ferðast. Sum
øll kunnu meta, so hevur Sigert
verið ein sjáldsamur maður, tá
hugsað verður um hansara ferðing
og frásagnir frá ferðunum. Sámal
minnist eitt dømi um, at Sigert ikki
hevur verið sum fólk flest. Hann
hevði beklætt alla stovuna hjá
mammu síni við myndum av sær
sjálvum.
Suggan og hólmurin
Øll hava hoyrt um sugguna í
Kirkjubø. Tann vissasta innløgu
keldan frá henni var tarin, sum
rak inn hagar. Hesin gav eitt sera
gott ískoyti til tøðini, sum annars
fingust. Hetta merkti eisini, at tað
var ikki stórur tørvur á kunst
tøðum. Tað var vetrararbeiði at
fáa taran til høldar, og varð hann
koyrdur heim við hestavogni. Men
hetta er alt søga í dag.
Av øðrum, sum rak inn í sugg
una, var timbur, sum millum
annað kundi brúkast til pelar og
brenni. Undir krígnum róku inn
higar eins og aðra staðni, gummi
ballur, sum kundu nýtast til at
gera gummiskógvar burturúr.
Tað sama var við stearin. Av øðr
um vóru boyur, sum kundi seljast
til skip.
Hólmurin hevði ein vissan
týdning. Roynt var at hava neyt
har, men tey kundu svimja í land,
so tað bar ikki so væl til.
Her vóru stórir flokkar av æð
um, so viðhvørt varð roynt at
savna æðudún.
Sambandið hjá teimum í
Kirkjubø var mest við Velbastað.
Hagani komu fólk tá farið varð í
kirkju, og kenda ungmannafelagið
Sólarmagn var felags fyri bygdir
nar. Tað varð í 1895 stovnað av
Sverra, beiggja Gazet.
Sámal vildi liva av
tí, sum jørðin gav
Pápin hevur verið ein góður læru
meistari hjá Sámali. Aftaná at
hava arbeitt saman við honum,
tók Sámal upp hansara urtagarðs
virksemi, og hevur hetta verið
hansara lív.
Sámal setti sær fyri at liva av
tí, sum jørðin gevur við grønmeti
og blómum. Hetta hevur eisini
eydnast við dugnaskapi, ídni og
arbeiðssemi.
Hansara royndir eru eisini
komnar øðrum til góðar. Í ein
útvarpssending í 1985 hjá Johan
Mortensen greiddi Sámal frá,
hvussu tað bar til at fáa grønmeti,
kál og annað at vaksa í føroyskum
urtagørðum.
Slíkt virksemi er kanska meira
fjølbroytt, enn vit gera okkum far
um. Ein ábending kann kanska
finnast í lýsing í bløðunum hjá
Sámali, sum nevnir 20 sløg av
summarblomstrum og 15 sløg av
grønmeti, sum hann hevði til sølu.
Virksemið var eisini sera pro
fessionelt. Elisabeth, kona Sámal,
minnist rabarburnar, tey á Strond
um plagdu at fáa frá Gazet. Hon
minnist eisini, hvussu virðisliga
rabarburnar vóru innpakkaðar
eins og við nútímans marknað
arføring.
Hetta var, áðrenn hon í heila
tikið ánaði, at hon fór at enda í
Kirkjubø sum hansara verdóttir.
Tíverri er lítið og einki eftir av
urtagarðsvinnu í Føroyum, og tað
er spell, tí nógv vitan fer fyri skeyti.
Virkin 90 ára gamal
Sámal er eisini kendur sum reið
maður. Hann hevur fleiri ferðir
luttikið í ríðikappingum. Tað varð
sagt, at fáur dugdi so væl at sita á
hesti sum Sámal.
Hann var farin um tey 90 árini,
tá ið hann framvegis velti, eins og
hann tá framvegis hevði ein prýði
ligan og vakran urtagarð.
Sámal hevur altíð verið trúgvur
kirkjumaður. Eisini hevur hann
verið trúfastur í KFUM í Havn.
Her kann skoytast uppí ein
frásøgn frá Tórmóði Dahl frá eini
jarðarferð í Kirkjubø. Tormóður
mintist til allar hesar stóru tara
rúgvurnar í suggini í Kirkjubø,
sum nú vóru horvnar. Hann spurdi
Sámal, hvør orsøkin mundi vera.
Tórmóður skrivar: “Sámal
hugdi at mær stillisliga og svaraði:
Kanska er tað tí, at vit ikki longur
skoyta um hesa gávu skaparans.”
Hetta sigur eisini nakað um
Sámal.
Sámal var ein av veteranum í
Svimjihylinum, har hann var fast
ur gestur til hann var farin um tey
90 árini. Nú er ferðin kanska ikki
tann stóra, men hann setur sær
kortini fyri at halda henda stóra
dagin.
Hevur følt ábyrgd
fyri sínum
Sámal hevur eisini følt ábyrgd fyri
familjuni og ættini. Beiggin, Páll,
tók við festinum og garðinum eft
ir pápan. Men eftir, at Páll doyði
í 1965, hevði Sámal festið og urta
garðin í hondum til Ólavur, elsti
sonur Páll, hevði fingið sær út
búgving og royndir og kundi taka
við festinum í 1978.
Hetta er ein umsorgan, sum
børnini hjá honum og teirra
framvegis merkja til. Fólk, sum
koma inn á gólvið hjá Sámali og
Elisabeth, kenna seg eisini væl
komin.
Fekk konu av Strondum
Sámal giftist í 1953 við Elisabeth
av Strondum, og hevur hon verið
Sámali ein góð kona og hollur
stuðul.
Tey bæði eiga børnini Rasmus,
giftur við Anniku í Garði av
Strondum, Fríðu, gift við Niclas
Rasmussen úr Havn og Svein, gift
ur við Ásu Hansen úr Havn.
Barnabørnini eru 12 í tali, og
nú hava tey eisini fingið átta
langabba- og ommubørn, sum tey
sjálvandi eru púra býtt í.
Sámal er ein av hesum be
skednu persónunum, sum ikki
gera nakran háva burtur úr sær
sjálvum, men sum eru dygg í sínum
dagligdegi. Eri komin at kenna tey
bæði gjøgnum sonin Rasmus, og
eri komin at virðismeta teirra eg
inleikar. Tey eru ímyndin av teim
um eginleikum hjá fólki, vit kunnu
hava álit á.
Seinastu árini hava Sámal
og Elisabeth búð í sambýlinum í
Mattalág, har tey hava trivist væl.
Góði Sámal! Vit eru mong, sum
ynskja tær og tykkum hjartaliga
tillukku við teimum 100 árunum!
Komandi partur
Í komandi parti verður komið meira inn á
urtagarðsvirksemið hjá Gazet
Elisabeth og Sámal á trøðni inni í Dølum
Partur av urtagarðinum hjá Gazet