mánadagur 12. juni 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. JUNI 2017 · Nr. 67
MÁNADAGSBLAÐIÐ
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Fríggjadagin
komu
fleiri
seglbátar í havsneyð við Ný
fundland. Bátarnir vóru við
í kappsigling, sum byrjaði í
Plymouth í Onglandi 29. mai.
Bátarnir skuldu sigla tvørtur
um Atlantshavið til Rhode
Island í USA.
Fríggjamorgunin
rendu
fleiri av bátunum seg í ódn
arveður
við
Nýfundland.
Vindurin var upp ímóti 40
m/s, og aldan var 15 metrar
høg.
Bátarnir
sendu
út
neyðarkall, og skip, sum
vóru í nánd, fóru at hjálpa.
Kanadiska
bjargingartæn
astan sendi eisini Hercules-
flogfør og tyrlur avstað.
Fimm fólk, sum sigldu við
bátunum, vóru tikin upp av
skipum, sum komu teimum
til hjálpar.
Eitt av hesum skipum var
Thor Magni hjá reiðaríum
Thor í Hósvík, sum tók tveir
mans
av
bátinum
Furia
upp. Furia er úr Bulgaria, og
báturin var farin at leka, tá ið
manningin bað um hjálp.
Eisini Queen Mary 2 var
við í bjargingararbeiðnum.
Sjófólkini høvdu fingið
onkrar smáar snuddir, men
høvdu tað annars gott og
sluppu trygt heim til familj
urnar.
Franska tjóðartingsvalið í gjár var
aftur eitt av teimum valunum, har
veljarin setti siðbundnu politikar
arnar upp á pláss.
Í mong harrans ár hava Republi
kanararnir og Sosialistaflokkurin
stýrt Fraklandi upp á skift. Men á
forsetavalinum í mars hendi eitt
siðaskifti, tá hvørki Republikan
ararnir ella Sosialistarnir sluppu
víðari til seinna valumfar.
Franska valskipanin er sum
tann bretska, at tey hava einmans
valdømi. Men valið er skipað í
tveimum umførum, har teir flokk
ar, sum fáa yvir 12,5 prosent av
atkvøðunum fara víðari til seinna
valumfar. Vanliga hava tað verið
Sosialistaflokkurin og Republikan
arar, sum eru farnir víðari í nógv
teimum flestu valdømunum.
Sosialistaflokkurin er í totalari
upploysn, og stór ósemja er innan
hýsis í Republikanska flokkinum.
Emmanuelle Macron hevur við
flokki sínum, La République En
Marche, hevur rættiliga megnað
at sláa beinini undan hinum
báðu stóru flokkunum – serliga
Sosialistaflokkinum. Hetta gjørdi
hann við at bjóða seg fram á miðuni
í millum teir báðar gomlu stóru
flokkarnar. Og tað hevur eydnast.
Tá
valið
næsta
sunnudag
stendur ímillum eitt republikanst
valevni og ein frá nýggja flokkinum
hjá Macron, LREM, fara veljarar
hjá Sosialistunum og víðgongda
flokkinum Front National at velja
LREM.
Og har ið valið stendur ímillum
eitt valevni frá Sosialistaflokkinum
og eitt hjá LREM, so fara veljarar
hjá Republikarunum at velja eitt
umboð frá LREM. Hetta kann geva
flokkinum hjá Emmanuelle Macron
ein sera trivaligan meiriluta í
franska tjóðartinginum.
Veljararnir í Frankaríki, landin
um har fólkaræðið byrjaði í 1789,
søgdu í gjár nei til gomlu skipanina.
Teir hava sagt nei til gamla kegla
ríið millum høgra á vinstra, og teir
hava sagt nei til víðgongda høgra
hjá Marine Le Pen.
Tey vóru mong, sum ivaðust,
hvussu tað fór at ganga hjá Emm
anuelle Macron, tá hann vann for
setavalið. Tí hvussu skuldi hann
vinna sær tokka í tjóðartinginum,
so hann kundi skipa eina arbeiðs
føra stjórn?
Tað hevur hann so mengað, tí
longu nú tykist greitt, at flokkur
hansara hevur vunnið ein klekki
ligan meiriluta av limunum í
franska tjóðartinginum. Við at ger
ast størsti flokkur – og víst gomlu
siðbundu
politikarunum
dura
fjórðingin.
Franska fólkið hevur varp
að gomlu skipanina á dyr
MACRON SMURDI ØLL HINI AV
Føroyskt skip bjargaði
neyðstøddum sjófólki
Løgdu hald á
ólógligan knív
Fólk tora
ikki at siga
sína hugsan
ÓLUVA KLETTSKARÐ
SÍÐA 6 & 7
Eg veit
ikki hví eg
gjørdi tað
MORTAN THOMSEN
SÍÐA 4 & 5
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var TAKS, sum kom á
løgreglustøðina við knív
inum, tí at Posta hevði
gjørt vart við knívin í eini
postsending. Toll-eftirlitið
hevði tikið knívin og komu
á
løgreglustøðina
við
honum. Har var avgjørt
at leggja hald á knívin
og at ákæra móttakaran
av pakkanum, ein ungan
mann í tjúgunum, fyri brot
á vápnalógina.
Ungi maðurin noktaði
seg
sekan
og
setti
spurnartekin við avgerðina
hjá løgregluni um at leggja
hald á knívin. Hann førdi
fram, at løgreglan fleiri
ferðir hevði lagt hald á ein
annan knív hjá sær, men
hann mátti hon hvørja ferð
geva honum aftur, tí tann
knívurin var lógligur. Hesin
nýggi knívurin var minni
enn tann gamli, so hann
dugdi ikki at síggja, hví
hann skuldi verið ólógligur.
Løgreglan hevur kannað
knívin nærri og er at ví
fatan, at talan heilt víst
er um ólógligan knív. Løg
reglan vísir á, at knívurin
kann útloysast við einari
hond, við at trýsta á ein
hana.
Einasti
munurin
millum hendan og vanligan
springknív er, at á einum
springknívi
er
tað
ein
knapp, ein trýstir á, meðan
her er tað ein hani.
Dómarin gav løgregluni
viðhald í at leggja hald á
knívin. Løgreglan fer nú
at kanna knívin nærri og
skilja hann at, áðrenn farið
verður víðari við málinum.
Thor Magni hjálpir seglbátinum Furia 460 kilometrar eystanfyri
St. John's (Mynd: Joint Task Force Atlantic)