mánadagur 12. juni 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. JUNI 2017 · Nr. 67
Eldurin á Varðanum Pelagic:
10.00 – ávaring frá løgregluni um,
at eldur var í Varðanum Pelagic.
Løgreglan ávaraði tá um at fáa
fólk á Tvøroyri frá húsum, sum
búgva tætt við Varðan Pelagic. Tá
var vandi fyri, at eldurin fór at
spreiða seg. Tey fyrstu, sum vórðu
evakuerað, vóru skúlabørnini.
11.00 – løgreglan avsperrar alt
Tvøroyri og Trongisvág og heitir á
fólk um at fara frá húsum og leita
suður til miðnámsskúlan í Hovi
ella til skúlan í Hvalba. Bara fólk á
sjúkrahúsinum og ellisheiminum
sleppa at vera verandi. Sjúkrahúsið
sendir ein sjúkling til Havnar við
tyrlu, meðan restin verður antin
útskrivað ella send oman í kjall
aran. Tað sama verða búfólkini á
ellisheiminum.
11.30 – sløkkiliðsfólkini trekkja seg
fyribils, tí eldurin er ov heitur til,
at tað er trygt hjá teimum at halda
fram við at sløkkja.
13:00 – Brimil kemur á Trongis
vágsfjørð í royndini at hjálpa við at
sløkkja eldin. Tvey onnur skip eru
stutt aftaná, og áðrenn klokkan
13.00 fara fýra brandbilar úr Vágum
og Havn við Smyrli suður at hjálpa
til. Smyril siglur á Vág allan dagin.
14.00 – drekkivatni á Tvøroyri kann
ikki drekkast fyribils, tí løgreglan
má kanna, um ammoniak hevur
spreitt seg hendan vegin eisini.
Hetta viðførir, at sjúkrahúsið ikki
fær vaska teimm brandmonnum,
sum enda á sjúkrahúsinum orsaka
av roykskaðum av ymiskum slag.
Tað heldur fram inn til klokkan
19.00, tá ið drekkivatni verður mett
reint aftur.
15.00 – eldurin er við at vera
sløktur á Tvøroyri, men trý skip og
ein ørgrynna av brandbilum spula
framvegis av øllum alvi. Og í nógvar
tímar aftaná – eisini stóran part av
sunnudegnum og mánadegnum,
verður framvegis spulað fyri at
køla bygningin.
17.00 – vegbyrgingarnar verða
fluttar til Trongisvágs, og síðani 1
km. frá Varðanum. Tað merkir, at
tey, sum búgva longri vekk enn 1
km frá eldinum sleppa til hús.
19.00 – Løgreglan boðar frá, at tey
hava boðsent starvsfeløgum úr
Danmark til Føroya at hjálpa til í
kanningararbeiðnum.
22.00 – Nú vera vegbyrgingarnar
fluttar til 300 m frá Varðanum.
Sostatt eru nøkur hundrað fólk,
sum ikki sleppa til hús. Tvøroyrar
Kommuna sigur, at tað gekk fyri
myndarliga væl at fáa hýst hesum
fólkunum, tí gestablídni var sera
stórt hesa lagnustund.
SOLEIÐIS VAR LAGNU
DAGURIN Á TVØROYRI
Lova at
endurbyggja
beinan vegin
Tað hevði sera
stóran týdning fyri
suðuroyingar at frætta,
at Varðin Pelagic skal
endurbyggjast beinan
vegin. Stjórin gjørdi
skjótt greitt, at hetta
arbeiði fór at vera
byrjað beinan vegin.
Materiellir
skaðar fyri
milliónir
Tað verður ein
dýrur smeitur fyri
Varðan Pelagic og
tryggingarfelag teirra,
tá ið skaðin skal
gerast upp í krónum
og oyrum. Eingin ivi er
um, at tað verður ein
stór milliónaupphædd,
sum skal nýtast í
royndini at endurskapa
risa arbeiðsplássið
á Tvøroyri.
Heilsanir frá
nær og fjar
Samkenslan var
stór fríggjadagin, tá
ið alt frá Aksel V.
Johannesen, Anniku
Olsen til Lars Løkke
Rasmussen sendi
sínar tankar suður á
Tvøroyri. Tað er eingin
ivi um, at hesin stóri
smeitur hevur rakt
Suðuroynna meint.
Tað var sera álvarsamt har suðuri, tá ið eldurin gjørdi av við størsta partin av virkinum hjá
Varðanum Pelagic. Miðlahúsið fylgdi málinum og her kanst tú síggja hvat hendi
Fingu kreppuhjálp beinan vegin
Sálarfrøðingurin hjá Varðanum Pelagic
varð flogin suður á Tvøroyri stutt eftir, at
eldurin kyknaði. Hetta tí, at starvsfólk hjá
Varðanum og bjargingarfólk annars høvdu
tørv á stuðli og tað fingu tey beinan vegin.