mánadagur 12. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VARÐIN PELAGIC
Dagsins hetja á Tvøroyri:
Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað, men eg hugsaði yvirhøvur ikki um
meg sjálvan. Eg hugsaði bara um hini, sigur Mortan Thomsen,
sum var dagsins hetja, tá ið eldur kom í Varðan Pelagic
Áki Bertholdsen
– Eg hugsaði bara um at hini!
Tað sigur Mortan Thom
sen, maskinmaður á Varðan
um Pelagic.
Hann var dagsins hetja,
tá ið eldur kom í uppsjóvar
virkið hjá Varðanum fríggja
morgunin, tí tá ið fólkið var
farið av virkinum, herjaði
hann á eld og royk og fór inn
aftur á virki – ikki bara eina
ferð, men tvær ferðir.
Fyrru ferðirnar fór hann
inn at leita eftir fólki, sum
ikki vóru komin út saman við
hinum, og aðru ferðina fór
hann inn aftur fyri at sleppa
til telduna, sum skrúvar
ventilarnar til tangarnar við
tí vandamikla ammoniakkin
um, fyri.
– Tað var so nógvur royk
ur, at eg sá bara nakrar senti
metrar, so eg mátti trilva meg
fram ígjøgnum roykin, sigur
Mortan Thomsen.
Á Tvøroyri siga tey, at
hann var dagsins hetja, og at
tað var eitt satt bragd, hann
útinti hendan morgunin.
Mortan Thomsen sigur at
tey á Varðanum hava havt
venjingar í, hvussu tey skulu
fara fram, skuldi eldur komi
og tey vera noydd at rýma av
virkinum.
Trilvaði seg fram
Hann sigur, at á Varðanum
hava tey greiðar manna
gongdir fyri, at í slíkum føri
skal alt starvsfólkið savnast
á ávísum plássum.
– Eg royndi fyrst at
sløkkja við at spula á eldin,
men tað gjørdi ikki mun, so
eg slepti mær bara út, soleiðis
sum eg skuldi eftir teirri
mannagongd, vit høvdu. Men
tá ið vit so hildu manntal fyri
at tryggja okkum, at øll vóru
komin út, manglaði eitt fólk.
– Eg hugsaðu meg ikki
um, men leyp inn aftur á
virkið at leita. Eg sá bara
beint fram um nøsina, so eg
mátti trilva meg fram, sigur
Mortan Thomsen.
Hann hevði onga masku,
men helt ermuna upp fyri
nøsina ímeðan hann leitaði
rúm úr rúmi ígjøgnum alt
virkið.
– Eg veit, at tá ið fólk
verða bangin, eru tað nógv,
sum krúpa saman niðri á
gólvinum, so eg leitaði eisini
undir borðunum í matarhøll
ini, og á gólvinum allastaðni,
men har var ongin at finna.
Hann leitaði í matstovuni, á
wc, í umklæðingarrúmunum
og alla staðni.
– Tá ið eg lat hurðina til
tað seinasta rúmið upp, stóð
eldurin út ígjøgnum, so har
var einki at gera uttan at
sleppa sær út aftur.
– Tá ið eg so kom út, var
fólkið, sum vit saknaðu, kom
in út í øllum góðum saman
við einum øðrum bólki og var
farin í ein bil.
Mortan hevur arbeitt á
Varðanum Pelagic í fýra ár
og hevur sostatt verið á virk
inum frá fyrsta degi.
– Tí kenni eg virkið væl
so eg hevði ymsar rýmingar
leiðir, so eg visti mær onkra
rýmingarleið, skuldi tað stað
ið á, men tað hugsaði seg ikki
um tá, sigur Mortan.
Fóru inn aftur
Men Mortan sigur, at tá ið
hann var komin út aftur,
fóru tey at tosa um tangar
nar við ammoniakki, sum er
lívshættisligt at anda í seg.
– Ventilarnir eru teldu
stýrdir, men fer hol á eitt
rør, og ammoniakk lekur
úr, fortelur tað telduni, at
skipanin manglar ammoni
akk, og sostatt fara ventilar
nir frá, og so fer ammoniakk
at streyma úr tangunum.
– Tí gjørdu vit av at fara
inn aftur á virkið at finna
telduna, sum stýrir ventilun
um, sigur Mortan Thomsen.
Hann sigur, at teir vóru
tveir mans, sum fóru inn
aftur á virkið. Hesa ferðina
høvdu teir masku og tangar
EG HUGSAÐI
BARA UM HI
SETT SÍNI SPOR
Eisini hjá teimum minstu, hevur hendingin fríggjadagin sett síni spor. Her er tað
10 ára gamla Conni Dam, sum hevur fest sínar kenslur á pappír