Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 við luft, men tað var so tjúkt í royki, at teir sóu bara einar 20 - 30 sentimetrar fram um nøs­ina. Fyri ikki at missa hvønn ann­an burtur í roykinum, máttu teir alla tíðina hugsa um at fylgjast heilt tætt. Tað eydnaðist at sleppa fram at telduni, og at fáa stongt ventilarnar, so at ammoni­akk ikki skuldi streyma úr tangunum. Hann sigur, at tað er nak­ að síðani at teir fingu eina telduskrá, sum ger, at teir kunnu stongja allar vent­il­ ar­nar á telduni. Tá ið vit vóru komnir út aftur, góvu teir átaks­leið­ar­ an­u­m eina frágreiðing um, hvat hann hevði gjørt. – Síðani gekk eg enn eina­ ferð runt um virkið at vita um eg hoyrdi nakran banka, ella kundi fáa nakra aðra ábend­ing um, at nakar var inni eftir, sigur hann. Tað var tað tíbetur ikki og so var bara at sleppa sær til rýmingar, tí umframt tann tjúkka, svarta roykin, var eldurin eisini vorðin so stór­ur, at hann stóð upp ígjøgnum takið. Hann sigur, at ikki fyrr­ enn tá kom hann í tankar um at fortelja sínum næstr­ ing­um, at hann var sloppin av virkinum í øllum góðum. –  Tá hevði eg fingið ein hóp av sms boðum frá teim­ um um, hvar er var, men tað sans­aði eg ikki fyrrenn aftan á, og tá fekk eg so svara teim­ um, sigur hann. Hevur hjálpt Mortan Thomsen sigur, at seinni fór hann til lækna at verða kannaður fyri royk­ eitran, men tað vísti seg, at hann var sloppin heil­skap­ að­ur burtur úr hesum.   Hann sigur, at veit ikki, hvat tað var, sum fekk hann at fara inn aftur á virk­ið, hóast støðan var so hætt­is­ ligt. – Eg hugsaði meg yv­ir­høv­ ur ikki um. Eg hugsaði bara um hini og tí leyp eg inn aft­ ur á virkið uttan at hugsa meg um yvirhøvur. Aftan á segði sál­ar­frøð­ ing­ur­in hjá Varðanum við meg, at í slíkum førum síggj­ ast ofta tvær reaktiónir frá fólki og tað er, at summi leggja seg niður og onnur leypa á. Mortan sigur, at sjálvur helt hann ikki, at tað var neyð­ugt hjá honum at fara til sál­arfrøðing. – Men so møtti eg Ronnie Midjord stjóranum á Suð­ ur­oy­ar Sjúkrahúsi, og hann helt avgjørt at tað skuldi eg fara. So eg fór, og eg haldi, at tað var gott, tí tað hevur hjálpt væl, sigur Mortan. – Í roynd og veru var tað ikki fyrrenn tað, at tað gekk upp fyri mær, hvat tað var, eg hevði gjørt, leggur hann aft­ur­at. Hann sigur, at tað slepst ikki undan, at vera eitt sind­ ur ávirkaður av støðuni og leygarnáttina var lítil svøvn­ ur, men sunnunáttina var fræg­ari. Hann sigur, at nøkur av starvs­fólkum á virkinum, mask­inmenninir og el­ektr­ ik­ar­arnir, hava hitst nakrar ferð­ir at práta um støðuna. Og í gjárkvøldið hittust teir aft­ur, har teir fingu ein bita av pizza, og har teir eisini fingu práta saman, og eisini tað hevur hjálpt. – Tað hava vit tørv á, og tað er gott, tí tað hjálpir at tosa um tað, sigur Mortan Thom­sen. – Tað var ófatiligt, at hetta kundi henda. Vit hava arbeitt nógv við at gera virkið tipp topp til vertíðin byrjar seinni í summar og nú í juli mánað skuldu vit øll fara í feriu, og so skuldu vit fara til arbeiðis aftur, tá i vertíðin byrjaði, sigur Mortan Thomsen Hann sigur, at nú vónar hann bara, at virkið verður bygt aftur sum skjótast. Hann er í hvussu so er til reiðar at herja á aftur, sigur hann. VARÐIN PELAGIC NI Eg veit, at tá ið fólk verða bangin, eru tað nógv, sum krúpa saman niðri á gólvinum Tað var eitt satt bragd, hann útinti hendan morgunin VILDI BARA HJÁLPA Tá ið eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum á Tvøroyri fríggjadagin, Hugsaði Mortan Thomsen meiri um at hjálpa øðrum, enn hann hugsaði um seg sjálvan og á Tvøroyri siga tey, at hendan dagin var hann dagsins hetja á Varðanum Pelagic